Felags foreldraábyrgd – skeið fyri foreldur, ið ikki liva saman
Tá ið foreldur fara hvør til sítt, fylgir ofta óvissa, truplar kenslur og nógvar stórar broytingar við. Mong foreldur eru eisini ivasom um, hvussu barn/børn teirra best kunnu fáa eitt gott lív eftir samlívsslit. Tað kann vera ein stór og tung uppgáva at skula samstarva sum foreldur eftir samlívsslit og saman finna eina góða leið víðari fyri børnini.
Vit vita frá gransking, at foreldrasamstarv er nakað av tí, sum hevur størstan týdning fyri tryggleika og trivnað hjá børnunum undir og eftir, at foreldur fara hvør til sítt. Á foreldrasamstarvsskeiðinum fáa foreldur møguleika at læra, hvussu tey betur kunnu samstarva um teirra felags barn/børn.
Skeiðið hevur sum endamál at geva foreldrum kunnleika, íblástur og amboð til at betra foreldrasamstarvið eftir samlívsslit. Foreldrini fáa millum annað vitan um ymsar samstarvshættir og samskifti umframt trivnað og tørv hjá børnum.
Skeiðið setur sjóneyku á trý øki:
- Foreldrasamstarv - hvussu samstarv og samskifti um børnini verður styrkt.
- Børn – hvussu børn verða væl stuðlað undir og eftir skilnaðin.
- Egin tilgongd – hvussu foreldur fáa tikið sær væl av sær sjálvum undir og eftir samlívsslit.
Foreldrasamstarvsskeið er eitt námsfrøðiligt skeið við viðkomandi venjingum til skeiðsluttakararnar. Tað er ikki
- parterapi,
- sálarfrøðilig viðgerð,
- familjuráðgeving,
- mekling, ella
- barnaserkøn ráðgeving.
Tað er ókeypis at luttaka á skeiðinum, og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu luttaka. Tað er ikki eitt krav at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini. Tað er ei heldur av týdningi, um tað er stutt ella long tíð síðan, at foreldrini fóru hvør til sítt. Foreldur, sum ongantíð hava livað saman.
Alt skeiðstilfar stavar frá KIFF (Kursus i Fælles Forældreansvar) skeiðinum hjá Center for Familieudvikling, og undirvísararnir eru góðkendir av Center for Familieudvikling.
Skeiðsluttakarar fáa kunnleika, íblástur og amboð til at betra um samstarvið um teirra felags børn. Alt skeiðið hevur støði í tí, vit vita, hevur týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum, hvørs foreldur ikki liva saman. Tá ið foreldur samstarva væl, er tað nakað sum at byggja eina trygga brúgv millum tey tvey heimini hjá barninum.
Bæði børn og foreldur kunnu koma væl ígjøgnum samlívsslit og fáa tað gott við teimum nýggju lívskorunum hjá familjuni. Tað avgerandi er, hvussu foreldur handfara samlívsslitið og tíðina eftir. Tað er av stórum týdningi, at foreldur gáa um børnini og sum frá líður fáa í lag eitt nóg gott samstarv um gerandisdagin hjá børnunum og leiklutin sum felags foreldur.
Foreldrasamstarvsskeiðið er ætlað øllum foreldrum, ið ikki liva saman. Foreldur kunnu luttaka beint eftir samlívsslit ella fleiri ár aftaná.
Av tí at venjingar eru til skeiðið, sum einstaka foreldraparið ger saman, fæst besta úrslitið, um bæði foreldur luttaka.
Skeiðið verður hildið í hølunum hjá Familjufyrisitingini og er samansett av undirvísing og venjingum. Luttakandi foreldur fáa undirvísing í felag, men gera venjingar hvør sær. Tað vil siga, at eingin foreldur verða biðin um at deila nakað við onnur luttakandi foreldur.
Hvørt skeið er tríggjar dagar á fýra tímar hvørja ferð – seinnapartar frá kl. 13 til 17.
6-8 foreldrapør kunnu luttaka á hvørjum skeiði.
Undirvísararnir á foreldrasamstarvsskeiðinum hava drúgvar starvsroyndir innan familjuøkið, harav tann eini er sosiologur við eftirútbúgvingum innan familjuøkið, meðan hin er sálarfrøðingur við góðkenning sum serfrøðingur innan barnasálarfrøði.
Foreldur kunnu skriva seg upp til foreldrasamstarvsskeið við at fylla út og lata Familjufyrisitingini hetta tilmeldingarskjal.
Bæði foreldur fáa ein kunnandi teldupost, tá ið tilmeldingin er skrásett.