05 des 2023
Barnagjald skal eisini rindast í frítíðini
Er eitt foreldur álagt at rinda barnagjald, er gjaldskyldan eisini galdandi í jóla-, páska-, summar- og heystfrítíðini og øðrum frídøgum, uttan mun til, hvussu samveran er skipað (hvussu nógv barnið/børnini eru hjá hvørjum av foreldrunum).
Ert tú áløgd/álagdur at rinda barnagjald,
- er skyldan at rinda barnagjald eisini galdandi í frítíðum, og
- upphæddin er tann sama sum restina av árinum – eisini hóast tú hevur barnið/børnini í fleiri samanhangandi vikur, t.d. í summarfrítíðini.
Upphæddin fyri barnagjald er ásett fyri alt árið, men verður ofta rindað mánaðarliga.
Tú kann lesa meira um barnagjald her.