Barnagjald
Uppihaldsskylda
Foreldur hava hvør sær skyldu at uppihalda teirra felags barni. Uppihaldsskyldan steðgar, tá ið barnið fyllir 18 ár – sí tó um útbúgvingargjald her.
Lýkur eitt av foreldrunum ikki sína uppihaldsskyldu, kann hitt foreldrið søkja um, at tað verður álagt tí foreldrinum at rinda barnagjald.
Foreldrið, sum hevur barnið búgvandi ella tað foreldrið, sum ber mest sum allar útreiðslur til uppihald av barninum, kann søkja um, at barnagjald verður ásett. Í høvuðsheitum er tað ein treyt, at umsøkjarin hevur foreldramyndugleika ella lut í foreldramyndugleikanum yvir barninum ella hevur barnið lógliga til fosturs. Hava foreldur felags foreldramyndugleika og býta uppihaldsútreiðslur fyri barnið sínámillum, verður barnagjald vanliga ikki ásett.
Søkjast skal um barnagjald, har sum gjaldskyldugi býr. Tað vil siga, býr gjaldskyldugi í Føroyum, skal umsókn sendast Familjufyrisitingini. Býr gjaldskyldugi í Danmark, skal umsókn sendast Familieretshuset.
Tá ið umsókn er send Familjufyrisitingini, tekur Familjufyrisitingin avgerð um, hvussu stórt gjaldið skal vera (um søkt verður um meira enn vanligt gjald, tað vil siga økt barnagjald), umframt nær gjaldið skal rindast. Avgerðin verður tikin út frá teimum upplýsingum, sum partarnir hava givið Familjufyrisitingini.
Vanliga verður søkt um, at barnagjald verður ásett, tá ið broyting er í familjuviðurskiftunum. Til dømis, tá ið foreldur flyta hvør til sítt. Verður søkt um áseting av barnagjaldi stutta tíð eftir samlívssliti, verður gjaldið vanliga ásett við afturvirkandi gildi frá degnum, tá ið samlívið varð slitið. Verður søkt seinni, verður gjaldið vanliga ásett frá umsóknardegnum.
Tá ið Familjufyrisitingin tekur avgerð um at áseta barnagjald, verður eitt skjal um barnagjald (gjaldsavgerð) skrivað. Skjalið verður sent báðum pørtum og inniheldur gjaldsupphædd, og nær gjaldast skal. Gjaldið kann rindast mánaðarliga ella hálvárliga og verður undangoldið - tað vil siga fyri komandi mánaðin ella hálvárið.
Barnagjaldið verður ásett við fyriliti fyri tørvinum hjá barninum, fíggjarviðurskiftunum hjá foreldrunum, umframt teirra arbeiðsføri. Eru bæði foreldur ognarleys ella fíggjarliga sperd, verður vanligt barnagjald sum meginregla ásett. Føroya landsstýri ásetur á hvørjum ári støddina á vanligum barnagjaldi. Upplýsingar um støddina á gjaldinum fáast her.
Tá ið søkt verður um økt barnagjald, leggur Familjufyrisitingin serliga dent á inntøkuviðurskiftini hjá gjaldskylduga. Tað eru inntøkuviðurskiftini hjá gjaldskylduga og talið av børnum, sum er grundarlag undir vegleiðandi reglunum fyri øktum gjaldi. Fyrilit verða ikki tikin fyri møguligum nýggjum samlívi ella hjúnabandi hjá gjaldskylduga, eins og tað ikki verða tikin atlit at møguligum stjúkbørnum, sama um tey verða uppihildin heima hjá gjaldskylduga.
Vanliga verður dentur ikki lagdur á inntøkuviðurskifti hjá gjaldmóttakara, tá ið økt gjald skal ásetast, eins og fyrilit ikki verða tikin fyri, um gjaldmóttakari er í nýggjum samlívi, hjúnalagi ella hevur fingið fleiri børn.
Sí leiðreglur fyri útrokning av øktum barnagjaldi og gjaldsupphæddir her.
Ein avgerð um støddina á barnagjaldi er galdandi til hon verður sett úr gildið ella broytt. Broyting av støddini á barnagjaldi er treytað av einari umsókn frá einum av pørtunum. Familjufyrisitingin tekur ikki stig til at taka upp mál viðvíkjandi barnagjaldi.
Støddin á gjaldinum kann bert broytast, um viðurskifti broytast munandi – til dømis um tað eru broytingar í fíggjarviðurskiftum hjá gjaldskylduga eitt nú orsakað av varandi sjúku, arbeiðsloysi, varandi vøkstri ella falli í inntøku ella líknandi.
Broytingar í gjaldinum hava vanliga virknað frá fyrstkomandi gjaldkomudegi, eftir at avgerðin er tikin, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi í málinum.
Er vanligt barnagjald ásett, kann tað bert setast úr gildi, um barnið hevur eina inntøku yvir eina ávísa upphædd.
Barnagjaldið steðgar sjálvvirkandi,
- tá ið barnið fyllir 18 ár, uttan mun til gjaldkomutíð.
- um foreldrini taka samlívið upp aftur.
- um gjaldskyldugi doyr.
Søkjast kann um, at barnagjaldið verður sett úr gildi,
- um barnið flytur inn til foreldrið, sum rindar barnagjald.
- um barnið hevur egna inntøku oman fyri 7.000 kr. um mánaðin. Er inntøkan oman fyri umleið 6.000 kr., verður eitt økt gjald møguliga lækkað til vanligt barnagjald.
Tá ið barnagjaldið er ásett, kunnu foreldrini sínámillum avtala, hvussu gjalding skal fara fram - til dømis við fastari bankaflyting. Fer gjaldingin ikki fram á gjaldkomudegnum, kann gjaldmóttakarin heita á Almannaverkið um forskotsútgjald av vanliga gjaldinum.