19 feb 2024
Inntøkumarkið fyri at fáa ókeypis umboðan av advokati er økt

Frá 1. januar 2024 er inntøkumarkið fyri støk 371.000 kr. árligt og fyri hjún/samlivandi 471.000 kr. Inntøkumarkið verður harafturat økt við 64.000 kr. fyri hvørt barn undir 18 ár, íroknað stjúkbørn og fosturbørn, ið búgva hjá umsøkjara ella sum umsøkjari ber meginpartinum av uppihaldsútreiðslum fyri.

Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og samveru, hava rætt til ókeypis umboðan av advokati, um tey lúka fíggjarligu treytirnar, sum eru ásettar í Bekendtgørelse for Færøerne om fri proces

Les meira um ókeypis umboðan her.

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur