Ókeypis umboðan
Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og samveru, hava rætt til ókeypis umboðan av advokati, um tey lúka ávísar fíggjarligar treytir. Inntøkuhámarkið at fáa játtað ókeypis umboðan er tað sama sum í førum, har frí rættarførsla er játtað sambært kapittul 41 í rættargangslógini.
Fíggjarligu treytirnar eru ásettar í Bekendtgørelse for Færøerne om fri proces. Kunngerðin er at finna undir Lóggáva her á síðuni.
Galdandi frá 1. januar 2026 er árliga inntøkuhámarkið fyri støk 404.000 kr. og fyri hjún/samlivandi er markið 513.000 kr. Fyri hvørt barn (íroknað stjúkbørn og fosturbørn), ið er yngri enn 18 ár og sum býr hjá umsøkjara ella sum umsøkjari ber meginpartinum av uppihaldsútreiðslum fyri, økist inntøkumarkið 70.000 kr.
Oyðublaðið Umsókn um ókeypis umboðan er at finna her.
Set teg í samband við Familjufyrisitingina, um tú vilt hava meira kunning um ókeypis umboðan og fíggjarligu treytirnar.