Summarið er í nánd, og hjá foreldrum, ið ikki liva saman, elvir tað ofta til spurningar og ivamál viðvíkjandi samveru í summarfrítíðini.
Nógv foreldur, ið ikki liva saman, avtala sínámillum (uttan hjálp frá Familjufyrisitingini), hvussu samvera skal skipast í summarfrítíðini. Onnur kunnu hava fingið hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um samveru. Ella kanska Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð.
Nær fellur vanlig samvera (gerandis- og vikuskiftissamvera) burtur?
Er gerandis-/vikuskiftissamvera ásett við avtalu ella avgerð, heldur hon í høvuðsheitum fram gjøgnum alt árið. Vanliga fellur samvera bara burtur, um foreldur hava avtalað tað, ella ein avgerð er tikin um tað. Til dømis, tá ið frítíðarsamvera er ásett.
Gerandis- og vikuskiftissamvera fellur eisini burtur, um bústaðarforeldrið heldur feriu við barninum í vanligari skúlaferiutíð – tað vil siga, um eingin summarferiusamvera er avtalað ella ásett.
Vil bústaðarforeldrið halda feriu við barninum uttan fyri vanliga frítíð og halgidagar, soleiðis at tað gongur út yvir samveru millum barn og samveruforeldur, og ítøkiligu foreldrini eru ósamd um hetta, kann bústaðarforeldrið søkja Familjufyrisitingina um, at samveran, sum er samstundis sum ætlaða ferian, fellur burtur.
Bústaðarforeldrið kann leggja feriu saman við barninum uttan fyri vanliga skúlaferiutíð, um barnið ikki hevur vanliga gerandis-/vikuskiftissamveru við samveruforeldrið tað tíðarskeiðið, tá ið ætlaða ferian er.
Við avtalu gjøgnum Familjufyrisitingina ella avgerð frá Familjufyrisitingini, standa ásetingar um burturfall av vanligari samveru skrivaðar í samveruskjalinum hjá ítøkiligu foreldrunum.
Samveruavtala ella -avgerð um summarfrítíð
Í sambandi við summarfrítíð, er longdin á summarferiusamveru vanliga avtalað ella avgjørd, men tíðarfestingin er ofta ikki føst fyri hvørt ár frameftir.
Vanliga er skrivað í samveruskjalið, hvør av foreldrunum hevur rætt til at velja tíðarfesting av summarferiu fyrst, ávikavist makað og ómakað ár, umframt ein freist at boða hinum foreldrinum frá, nær viðkomandi heldur feriu saman við barninum/børnunum.
Er eingin freist ásett, er tað upp til foreldrini at semjast sínámillum. Lógin hevur onga áseting um freist.
Er freist ásett og foreldrið, ið eigur at velja fyrst í ár, ikki hevur boðað hinum foreldrinum frá áðrenn freistina, missur tað foreldrið rættin til at velja fyrst, og hitt foreldrið fær møguleikan at velja fyrst.
Samvera uttanlands
Hevur bústaðarforeldrið fullan foreldramyndugleika, gevur ein samveruavgerð hjá Familjufyrisitingini samveruforeldrinum bert rætt til samveru í Føroyum, danska kongaríkinum og hinum Norðurlondum. Foreldur kunnu sjálvi avtala, at barnið kann ferðast við samveruforeldrinum uttanfyri Norðurlond.
Verða foreldur ikki samd, kann samveruforeldur søkja Familjufyrisitingina um samveru uttanlands. Familjufyrisitingin metir um tað er gott fyri barnið at fara við samveruforeldri uttanlands. Í nógvum førum avger Familjufyrisitingin, at barnið sleppur at halda frítíð uttanlands ella at vitja familju uttanlands.
Hava foreldur felags foreldramyndugleika, kunnu bæði foreldur ferðast við barninum uttanlands, uttan at tað krevur avgerð frá Familjufyrisitingini ella samtykki frá hinum foreldrinum. Hetta er tó ikki galdandi um foreldur eru ósamd um foreldramyndugleikan, ella um Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð at avmarka rættin til samveru við barnið uttanlands, og samtykki tí krevst frá hinum foreldrinum.
Umsókn um at summarfrítíðarsamvera verður ásett ella broytt
Eru foreldur ikki samd um skipan av samveru í summarfrítíðini, kunnu tey søkja Familjufyrisitingina um at áseta ella broyta samveru. Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn, verður altíð fyrst roynt at hjálpa foreldrunum at semjast um eina samveruskipan. Verða foreldrini ikki samd, eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.
Verður søkt um, at samvera í summarfrítíðini verður ásett, er umráðandi at umsóknin er Familjufyrisitingini í hendi í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð eftir einari ítøkiligari meting av barnsins besta í ítøkiliga málinum. Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast, alt eftir, hvat verður mett best fyri einstaka barnið. Samveran kann verða ásett til alt frá einum degi til at summarfrítíðin verður býtt javnt millum foreldrini – alt eftir umstøðunum í ítøkiliga málinum.
Les meira um samveru her. Umsóknar- og avtaluoyðublað eru at finna her.