05 mar 2025
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman, byrjar aftur 28. apríl 2025
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Skeiðið er býtt í tríggjar skeiðsdagar og tað er av týdningi at foreldrini kunnu møta allar dagarnar.
Komandi skeið verður mánadagarnar
28. apríl,
12. mai og
2. juni 2025
Allar dagar kl. 12.00 - 16.00.
Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið her.
Tilmeldingarfreist er 21. apríl 2025
GG! Tað er avmarkað pláss. Og fyri at skeiðið verður hildið, krevst nokk av tilmeldingum.