10 mar 2025
Skal barn títt fermast (ella er tað í fermingaraldri) og livir tú ikki saman við hinum foreldrinum at barninum?

Nú stundar til konfirmatiónir og flestu foreldur, sum skulu halda konfirmatión í ár, munnu longu vera farin undir fyrireikingarnar.

Hevur tú rætt til fermingargjald ella klædnagjald, minst til at søkja í góðari tíð.

 

Hvør kann søkja um fermingar- ella klædnagjald?

Liva foreldur ikki saman, tá ið barn skal fermast, kann tað av foreldrunum, sum heldur veitslu fyri barninum, søkja um fermingargjald frá hinum. Hetta er tó bert galdandi, um hitt foreldrið ikki lýkur sína uppihaldsskyldu í sambandi við konfirmatiónina.

Skal barnið ikki fermast, men er í fermingaraldri (13-15 ár) og hetta vegamótið skal hátíðarhaldast, og lýkur hitt foreldrið ikki sína uppihaldsskyldu í tí sambandi, kann søkjast um klædnagjald.

Foreldur kunnu til dømis lúka uppihaldsskyldu sína við at

  • halda veitslu fyri barninum,
  • fara at ferðast við barninum fyri at hátíðarhalda ferming ella annað, tá ið barnið er í fermingaraldri,
  • geva sítt fíggjarliga íkast til hátíðarhaldið á jøvnum fóti við hitt foreldrið ella
  • hava goldið inn á uppsparing, ið skal brúkast til at rinda fyri fermingina/hátíðarhald.

Fermingar-/klædnagjaldið er eitt eingangsgjald. Í 2025 er fermingar-/klædnagjaldið 3.612 kr.

GG! Klædnagjald er ikki til klæðir til fermingina. Tí kanst tú bara søkja um annaðhvørt fermingargjald ella klædnagjald – alt eftir hvussu barnið verður hátíðarhildið.

 

Søk í góðari tíð og í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at útreiðslurnar fyri hátíðarhaldið eru rindaðar.

Býr gjaldskyldugi í Danmark, skal umsókn latast Familieretshuset, og søkjast skal áðrenn fermingina. Les meira á heimasíðuni hjá Familieretshuset.

 

Umsóknarfreist

Umsókn um fermingargjald skal vera Familjufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at útreiðslurnar til fermingina eru rindaðar. Umsóknir, sum eru latnar inn seinni verða avvístar. Søkir tú um klædnagjald, kanst tú søkja frá barnið er fylt 13 ár og til barnið fyllir 15 ár.

 

Felags ella einaforeldramyndugleiki

Er felags foreldramyndugleiki kunnu foreldur sjálvi velja, hvussu tey lúka sína uppihaldsskyldu í sambandi við ferming ella hátíðarhald, tá ið barnið er í fermingaraldri. Hetta merkir, at fermingar-/klædnagjald ikki verður ásett, um foreldur til dømis halda hvør sína veitslu fyri barninum, um annað ella bæði foreldur fara at ferðast við barninum ella á annan hátt hátíðarhalda barnið við rímiliga høgum útreiðslum, tá ið barnið er í fermingaraldri. Í slíkum føri verður mett, at foreldur lúka sína uppihaldsskyldu í sambandi við ferming/fermingaraldur.

Ein gáva frá einum foreldri til barnið, er sum meginregla ikki at meta sum, at uppihaldsskyldan í sambandi við ferming (ella tá ið barnið er í fermingaraldri) er lokin.

Er einaforeldramyndugleiki, verður fermingar-/klædnagjald vanliga ásett. Fyrilit verða einans tikin fyri útreiðslum, sum foreldrið (sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum) eftir avtalu við foreldramyndugleikahavan hevur borið í sambandi við fermingina ella tá ið barnið er í fermingaraldri.

Familjufyrisitingin tekur vanliga ikki fyrilit fyri fíggjarligum viðurskiftum hjá gjaldskylduga. Hevur gjaldskyldugi til dømis stovnað eina barnauppsparing, við endamáli at bera útreiðslur til ferming, ella tá ið barnið er í fermingaraldri, kann Familjufyrisitingin nokta at áseta fermingar-/klædnagjald.

 

Les meira um fermingar/-klædnagjald her.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur