26 jan 2026
Inntøkuhámarkið fyri at fáa ókeypis umboðan av advokati er økt

Frá 1. januar 2026 er árliga inntøkuhámarkið fyri støk økt til 404.000 kr. og fyri hjún/samlivandi er inntøkuhámarkið nú 513.000 kr. Fyri hvørt barn (íroknað stjúkbørn og fosturbørn), ið er yngri enn 18 ár og sum býr hjá umsøkjara ella sum umsøkjari ber meginpartinum av uppihaldsútreiðslum fyri, økist inntøkumarkið 70.000 kr. 

Dømi:

Foreldur, ið ikki er í samlívi, hevur tvey børn, har annað barnið hevur skrásettan bústað hjá hesum foreldri, og sum hevur eina inntøku á 450.000 kr um árið. Inntøkumarkið hjá viðkomandi er 474.000 kr./ár (404.000 + 70.000 fyri barnið, sum býr hjá viðkomandi), og fær hon/hann sostatt játtað ókeypis umboðan.

Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og/ella samveru, hava rætt til ókeypis umboðan av advokati, um tey lúka fíggjarligu treytirnar, sum eru ásettar í Bekendtgørelse for Færøerne om fri proces

Les meira um ókeypis umboðan her.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur