21 mai 2026
Skeið til foreldur, ið ikki liva saman, byrjar aftur 14. august 2026
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Skeiðið er býtt í tríggjar skeiðsdagar og tað er av týdningi at foreldrini kunnu møta allar dagarnar.
Komandi skeið verður fríggjadagarnar
14. august,
21. august og
28. august 2026
Allar dagar kl. 12.00 - 16.00.
Tilmeldingarfreist er 31. juli 2026.
Les meira um skeiðið og finn tilmeldingarskjal her.
GG! Tað er avmarkað pláss. Og fyri at skeiðið verður hildið, krevst nokk av tilmeldingum.