27 jul 2019
Familjufyrisitingin 1 ár

Ólavsøkudag er eitt ár liðið síðan familjurættarliga økið varð yvirtikið og Familjufyrisitingin tók yvir umsitingina av familjumálum frá Ríkisumboðnum.

Umframt mál um samveru, foreldramyndugleika, barnagjald, hjúnaskilnað, verjumál og ættleiðing, vórðu faðirskaparmál flutt til Familjufyrisitingina. Harafturat veitir Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving til foreldur og børn, og ósemjumekling til foreldur.

Sum nakað nýtt verða eisini samrøðubólkar skipaðir eftir summarfrítíðina. Samrøðubólkarnir eru til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman. Les meira um samrøðubólkarnar her.

Sí annars vegleiðingar, oyðubløð og fá meira kunning á heimasíðu okkara, www.famf.fo.   

Góða ólavsøku!

Familjufyrisitingin

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur