Samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman
Tá ið foreldur fara hvør til sítt, kann tað ávirka børnini nógv – serliga um ósemjustøðið er høgt og merkt av nógvum stríði millum foreldrini. Børn, hvørs foreldur ikki hava livað saman leingi, ella kanska ongantíð hava livað saman, kunnu eisini verða ávirkað og skulu kanska venja seg við støðuna sum eitt lívskor. Uttan mun til, um foreldrini hava nógvar ósemjur og stríð, ella um samstarvið millum foreldrini er gott, kunnu børn hava nógvar spurningar og kenslur, sum tey kanska ikki tosa um í gerandisdegnum.
Kanningar úr londum rundan um okkum vísa, at børn, ið hava luttikið í samrøðubólkum, eru minni stúrin, blíva betri til at megna avbjóðingar og fáa eina meira jaliga sjálvsmynd.
Samrøðubólkarnir hava til endamáls at geva børnum, hvørs foreldur ikki liva saman, høvi at tosa við onnur børn, sum eru í somu støðu og tí kunnu hava upplivað nógv av tí sama. Børnini fáa møguleika at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum og tilveruni aftan á skilnaðin. Í samrøðubólkinum hoyra børnini søgurnar hjá hvørjum øðrum. Tey verða soleiðis varug við, at onnur børn hava tað eins og tey, skilja betur viðurskiftini í síni egnu familju og føla, at tey ikki eru einsamøll. Tað kann kennast sum ein lætti hjá barninum at tosa um sína støðu. Børnini verða eisini stuðlað, soleiðis at tey verða betri før fyri at handfara svárar støður, avbjóðingar ella viðurskifti, sum fylgja við tí, at foreldrini ikki liva saman.
Tað er ókeypis at vera við í samrøðubólki, og øll børn og ung (frá umleið 8 til 18 ár), hvørs foreldur ikki liva saman, kunnu luttaka. Tað er ikki eitt krav, at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini. Tað er ei heldur av týdningi, um tað er stutt ella long tíð síðan, at foreldrini fóru hvør til sítt.
Børnini
- síggja og skilja, at tey ikki eru einsamøll, og at familjur eru ymiskar.
- læra at skilja og dáma seg sjálvan betri, og taka sær av sær sjálvum og egnum tørvi.
- fáa stuðul og læra at handfara sína lívsstøðu og ymsar truplar støður.
- læra at skilja, at skilnaðurin ongantíð er teirra skuld.
Børnini verða býtt í bólkar eftir aldri við 2-3 ára aldursmuni. 6-8 børn eru í hvørjum bólki. Bólkarnir hittast aðruhvørja viku í hálvanannan tíma, 6 ferðir tilsamans.
Mett verður, at barnið helst skal vera fylt 8 ár, áðrenn tað fær gagn av at luttaka í samrøðubólki. Er barnið yngri enn 8 ár, og men foreldur meta, at luttøka í samrøðubólki hevði gagnað barninum, eru foreldur vælkomin at senda okkum eina tilmelding, og síðani vendir Familjufyrisitingin aftur.
Í hvørjum samrøðubólki eru ein til tvey vaksin, sum leiða bólkarnar, taka ymisk viðkomandi evni upp og hjálpa børnunum at finna ítøkilig amboð til at handfara tankar, kenslur og avbjóðingar. Tað eru børnini, sum tosa saman, meðan bólkaleiðarin er til staðar fyri at seta karmar um prátini, t.d. við spølum ella venjingum, og fyri at leiða gongdini og kveikja børnini til virkna luttøku.
Áðrenn bólkarnir byrja verður ein fundur fyri foreldrunum. Endamálið við fundinum er at kunna foreldrini um innihaldið í samrøðubólkunum, teirra leiklut og annað viðvíkjandi støðuni hjá børnum, hvørs foreldur ikki liva saman. Harafturat er endamálið við fundinum at vísa á ábyrgdina hjá foreldrunum, og at virka ímóti, at luttøkan hjá barninum í samrøðubólki, fær barnið at kenna seg hava ábyrgd av familjustøðuni ella at skula finna greiðu á trupulleikum millum foreldrini.
Barnið kann skrivast upp til samrøðubólk við at fylla út og lata okkum hetta tilmeldingarskjalið.
Foreldrið, sum barnið hevur bústað hjá (bústaðarforeldrið), kann einsamalt ella saman samveruforeldrinum melda barnið til samrøðubólk. Bæði foreldrini verða boðin til kunnandi fund, og tað er til fyrimuns fyri barnið, at bæði foreldur luttaka.
Tá ið vit hava móttikið eina tilmelding, fáa foreldrini eina móttøkuváttan og ymsa kunning.
Bólkar verða settir saman eftir aldri, og hvar í landinum børnini búgva. Tað ber ikki til at siga neyvt, júst nær barnið kann byrja til samrøðubólk, tí tað veldst um, nær nokk av børnum eru tilmeldað, áðrenn ein bólkur verður settur saman, sum hóskar til júst tað barnið. Men umleið 3. hvønn mánað byrja nýggir bólkar.