Familjufyrisitingin hevur vanliga ásett samveru í summarfrítíðini av verða 2-3 vikur, um eingi viðurskifti í málinum tala ímóti hesum. Hetta er vanliga eisini tað, vit ráða foreldrum at avtala, um barnið verður mett at hava aldur til tess, um samband og tilknýti millum barn og samveruforeldur er gott, samveran annars er reglulig og einki er, sum talar ímóti at samvera í summarfrítíðin er í 2-3 vikur. Samvera í summarfrítíðini kann skipast á ymsan hátt. Hon kann vera samanhangandi ella býtt sundur, t.d. fyrst tvær vikur og so eina viku seinni.
Við virknaði frá skúlaárinum 2020/2021, hevur Mentamálaráðið longt summarfrítíðina hjá skúlabørnum til 8 vikur, soleiðis at lærarar nú hava fingið 1 viku til at fyrireika komandi skúlaár.
Grundað á longdu summarfrítíðina hjá skúlabørnum, fer Familjufyrisitingin framyvir at áseta samveru í summarfrítíðini til 3-4 vikur, um viðurskifti í einstaka málinum ikki tala ímóti hesum, og treytað av, at summarferian hjá skúlunum framhaldandi verður 8 vikur.
Les meira um samveru her og í vegleiðing okkara um samveru her.