14 des 2020
Tvær ómaka vikur á rað um ársskiftið

Umleið sætta hvørt ár eru 53 vikur í árinum. Og soleiðis er í ár 2020. Komandi árið byrjar sum vant við viku 1, og sostatt eru tvær ómaka vikur á rað.

Men hvussu ávirkar hetta samveru í tíðarskeiðinum? Tað kann hava við sær, at samvera verður longri, títtari ella møguliga gongur longri tíð millum samverurnar um ársskiftið. Hvussu hetta ávirkar, veldst um, hvat er avtalað ella avgjørt viðvíkjandi samveru. Sí ymisk dømi niðanfyri.

Hava foreldur eitt samveruskjal ígjøgnum Familjufyrisitingina (ella eina samveruresolutión ígjøgnum Ríkisumboðið), antin eftir avtalu foreldranna millum ella eftir avgerð frá Familjufyrisitingini/Ríkisumboðnum, er í skjalinum ásett, hvønn dag samvera byrjar og endar, og um tað er í maka ella ómaka viku.

Tað sum stendur í einum samveruskjali/-resolutión er galdandi, og sostatt fylgir vanliga samveran framhaldandi maka og ómaka viku.

Dømi 1:

Foreldur hava á fundi í Familjufyrisitingini avtalað, at samvera er annaðhvørt vikuskifti, frá leygardegi til sunnukvøld í maka viku. Hetta merkir, at samveran í ár er frá 26. til 27. desember 2020, og aftur 16. til 17. januar 2021. Eftir hetta, er samveran aftur annaðhvørt vikuskifti, sum ásett.

Dømi 2:

Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um eina 8/6 samveruskipan, og samveran er ásett at byrja mánadag og enda sunnudag í ómaka viku. Hetta merkir, at samveran í ár er frá 28. desember 2020 til 10. januar 2021. Eftir hetta er samveran aftur sum vanligt, annanhvønn mánadag til sunnudag.

Dømi 3:

Um foreldur hava avtalað sínámillum, at samvera er t.d. annaðhvørt vikuskifti ella aðruhvørja viku, uttan at tað er ásett, um tað er í maka ella ómaka viku, heldur samveran fram sum vant. Tað vil siga, at tað ikki ávirkar títtleika ella longd á samveruni í hesum tíðarskeiði, at tvær ómaka vikur eru á rað við ársskiftið. Tað merkir eisini, at býtt verður um maka og ómaka viku frameftir.

 

GG! Er serlig jóla- og nýggjárssamvera ásett, dettur vanliga samveran burtur. Samveran kann sostatt vera øðrvísi, enn í hugsaðu dømunum omanfyri. Les meira um jóla- og nýggjárssamveru her.

 

Avtalur um broytingar av samveruskipanini

Foreldur kunnu til eina og hvørja tíð avtala annað, enn tað sum stendur í samveruskjalinum.

Eru foreldur ósamd, kann søkjast um broyting av samveru í Familjufyrisitingini. Tað krevur tó at vísast kann á munandi broyttar umstøður, fyri at Familjufyrisitingin tekur málið upp til viðgerð. Munandi broyttar umstøður, kann til dømis vera, at eina foreldrið arbeiðir náttarvaktir í maka vikum, men at tað broytist til ómaka vikur, tá ið tvær ómaka vikur eru á rað.

Hóast hesar tvær ómaka vikur kunnu hava við sær, at eina foreldrið ikki sær børnini í eitt longri tíðarskeið enn vanligt, hevur hetta ikki, í sær sjálvum, við sær, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um broyting av samveru, ella at viðbótarsamvera verður ásett.

Les meira um samveru her.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur