05 feb 2021
Nýtt oyðublað til foreldur, ið avtala samveru sínámillum

Sum áður víst á, inniber nýggja rættargangslógin*, sum kom í gildi 1. januar 2021, millum annað, at foreldur nú (sbrt. § 535, stk. 1, pkt. 4) sjálvi kunnu avgera, at ein samveruavtala teirra millum skal kunna tvingsilsfremjast umvegis fútarættin. Tað vil siga, at tað ikki longur er neyðugt at gera avtalu um samveru ígjøgnum Familjufyrisitingina, fyri at avtalan hevur tvingsilsfulnað, og soleiðis kann tvingsilsfremjast við hjálp frá fútarættinum.

At ein samveruavtala er við tvingsilsfulnaði og kann tvingsilsfremjast merkir, at verður barn ikki latið til samveru av bústaðarforeldrinum, kann samveruforeldrið fáa hjálp frá fútarættinum. Somuleiðis kann bústaðarforeldrið fáa hjálp frá fútarættinum, um barnið ikki kemur heim eftir samveru.

Fyri at avtalan skal kunna tvingsilsfremjast, er neyðugt, at tað stendur týðiligt í avtaluni, at samveran er við tvingsilsfulnaði.

Í hesum sambandi hevur Familjufyrisitingin tillagað oyðublaðið Avtala um samveru, til nýtslu hjá foreldrum, ið eru samd um samveru.

Oyðublaðið "Avtala um samveru" er tøkt her.

Tú kanst lesa meira um samveru her 

*Les rættargangslógina her - um tvingsilsfulnað frá kapittul 57. 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur