Løgfrøðingur og løgfrøðilesandi til Familjufyrisitingina

Starv sum ávikavist løgfrøðingur og løgfrøðilesandi í Familjufyrisitingini eru leys at søkja við starvsbyrjan 15. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Lýsing av Familjufyrisitingini

Familjufyrisitingin umsitur uppgávur innan familju- og persónsrættin, millum annað mál um hjúnaskilnað/sundurlesing, samveru, bústað hjá barni, barnagjald, ættleiðing, faðir- og sammóðurskap, verjumál og framtíðarfulltrú.

Tú kanst lesa meira um arbeiðsøkið hjá Familjufyrisitingini á heimasíðu okkara www.famf.fo.

Arbeiðsuppgávur

Sum løgfrøðingur í Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum

  • viðgera mál og taka avgerðir á familju- og persónsrættarliga økinum.
  • leiðbeina viðskiftafólki okkara og øðrum myndugleikum.
  • samstarva tvørfakliga við myndugleikar og aðrar starvsbólkar í Familjufyrisitingini.
  • evna fakligar vegleiðingar, mannagongdir og tílíkt innan familju- og persónsrættin.

 

Sum løgfrøðilesandi í Familjufyrisitingini skalt tú í høvuðsheitum

  • viðgera lættari løgfrøðiligar uppgávur og málsviðgera á persóns- og familjurættarliga økinum umframt
  • taka tær av millum annað innlitsumbønum.
  • leiðbeina viðskiftafólki okkara og øðrum myndugleikum.
  • eftir tørvi hjálpa við øðrum uppgávum.

Førleikakrøv

Umsøkjari til til starvið sum løgfrøðingur skal vera løgfrøðingur ella um at gera útbúgvingina lidna.

Umsøkjari til starvið sum løgfrøðilesandi skal vera løgfrøðilesandi.

Harafturat skulu umsøkjarar til størvini

  • hava áhuga fyri familju- og persónsrættarliga økinum.
  • vera arbeiðssom, hava góðar fakligar førleikar og loysa uppgávur við høgari dygd.
  • vera tænastusinnað, fyrikomandi og dáma væl at hava beinleiðis samband við viðskiftafólk.
  • megna at arbeiða við fólki, ið stundum eru í kreppustøðu.
  • hava góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum umframt góðar telduførleikar.
  • megna bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakliga.
  • vera væl skipað og megna at hava ymsar uppgávur og avbjóðingar í senn.
  • vera før fyri at tillaga seg, um umstøður ella uppgávur broytast.

Royndir á familju- og/ella persónsrættarliga økinum ella í almennari umsiting er ein fyrimunur, men eingin treyt.

Familjufyrisitingin kann bjóða tær

  • eitt fjølbroytt og mennandi starv í einum sterkum fakligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á at taka rættar og greiðar avgerðir og at veita viðskiftafólki okkara góða tænastu.
  • góðan møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • ein gerandisdag saman við dugnaligum, hugagóðum og hjálpsomum starvsfeløgum, har trivnaðurin er í hásæti.
  • góð hølisviðurskifti og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Umsókn

Umsókn skal sendast til

Familjufyrisitingin

Dr. Jakobsens gøta 21

100 Tórshavn

ella við telduposti til

famf@famf.fo 

 

Umsókn við prógvi, CV og møgulig avrit av øðrum skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2024 kl.12.00.

Setanarsamrøður verða væntandi hildnar í viku 31 ella eftir nærri avtalu.

 

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra, á tlf. 20 22 24, ella við telduposti til famf@famf.fo

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00