10 nov 2023
Samvera um jóltíðir

Nøkur foreldur, ið ikki liva saman, avtala sínámillum (uttan hjálp frá Familjufyrisitingini), hvussu samvera skal skipast um jólini og á nýggjárinum. Onnur kunnu hava fingið hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um jóla- og nýggjárssamveru, ella kanska Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um samveru um jóltíðir.

Hava tit jóla- og nýggjárssamveru ásetta í samveruskjal?

Er avtala gjørd ígjøgnum Familjufyrisitingina ella avgerð tikin av Familjufyrisitingini um jóla- og nýggjárssamveru, fellur vanlig samvera burtur ásetta tíðarskeiðið.

Dømi:

Í samveruskjali (eftir avtalu foreldranna millum ella eftir avgerð frá Familjufyrisitingini) er ásett, at barnið vanliga er hjá samveruforeldrinum frá mikudegi í makaðari viku til mánadag í ómakaðari viku. Viðvíkjandi jóla- og nýggjárssamveru er ásett, at barnið er hjá bústaðarforeldrinum ómakað ár frá jólaaftan kl.12.00 til og við 2. jóladag. Jólaaftan er í ár (ómakað ár) ein sunnudag í makaðari viku. Tað vil siga, at hendan ítøkiliga vanliga samveran verður stytt til at enda sunnudag (jólaaftan) kl.12.00 í staðin fyri mánadag.

Vanlig samvera fellur eisini burtur, um foreldur til dømis hava eina serliga avtalu um, at barnið er skiftivís hjá øðrum og hinum foreldrinum alla jólafrítíðina hjá skúlunum.

Eru tit ósamd um, hvussu tit skulu skipa samveru um jólini?

Eru foreldur ikki samd um eina samveruskipan á jólum og nýggjárinum, kunnu tey antin senda Familjufyrisitingini umbøn um barnaserkøna ráðgeving ella mekling, ella søkja Familjufyrisitingina um, at samvera verður ásett. Les meira um barnaserkøna ráðgeving, mekling og samveru.

Søk í góðari tíð!

Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn um at samvera verður ásett, verður altíð roynt at hjálpa foreldrunum at semjast um eina samveruskipan. Verða foreldrini ikki samd, eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.

Vil eitt foreldur søkja Familjufyrisitingina um, at jóla- og nýggjárssamvera verður ásett, er umráðandi at umsóknin verður latin Familjufyrisitingini í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð út frá eini ítøkiligari meting av barnsins besta eftir ítøkuligu viðurskiftunum í ítøkiliga málinum. Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast út frá, hvat verður mett best fyri einstaka barnið. 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur