Mekling
Í málum, har foreldrini eru ósamd um, hvør skal hava foreldramyndugleikan, hvar barnið skal hava bústað, ella hvussu nógv barnið skal vera hjá hvørjum av foreldrunum, bjóðar Familjufyrisitingin mekling.
Mekling, eisini kallað mediatión, er ein arbeiðsháttur, sum skal hjálpa pørtunum í einari ósemju at samráðast og at semjast um eina felags loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka.
Grundarlagið undir mekling er, at tað eru partarnir sjálvir, ið rúma bestu loysnina til júst teirra ósemju. Sostatt førir meklarin tilgongdini, men partarnir hava sjálvir ábyrgd av úrslitinum.
Mekling er altíð sjálvboðin fyri báðar partar og kann verða avbrotin til eina og hvørja tíð, um ein av pørtunum ikki ynskir at halda fram.
Tað er sjálvboðið at luttaka í mekling, men meklingin kann bara fara fram, um bæði foreldur luttaka. Bæði foreldur mugu eisini hava vilja og evni til at arbeiða fyri at finna eina felags loysn. Hava foreldrini eitt samveru- ella bústaðarmál undir viðgerð í Familjufyrisitingini, verður viðgerðin av málinum steðgað, til meklingin er liðug.
Meklarin er útbúgvin í mekling (konfliktmekling). Viðkomandi er altíð neutralur og ópartískur í sambandinum við bæði foreldur, og viðkomandi hevur tagnarskyldu viðvíkjandi tí, sum kemur fram undir meklingini.
Meklarin kennir ikki til málið, sum foreldrini møguliga hava í Familjufyrisitingini. Undan meklingini fær meklarin einans upplýst navn á foreldrum, aldur og bústað, umframt navn og aldur á barni/børnum.
Meklarin kemur ikki við uppskotum til loysnir ella meting av ósemjuni. Tað eru partarnir sjálvir, sum samráðast fram til júst ta loysnina, sum er røtt fyri tey.
Leikluturin hjá meklaranum er at vera samráðingarleiðari. Tað merkir, at viðkomandi skal standa fyri og leiða samráðingini gjøgnum fasurnar í meklingini.
Mekling hevur fleiri stig:
- Partarnir greiða hvør sær frá ósemjuni, og meklarin setur útdýpandi spurningar. Báðir partar fáa møguleika at føra fram sína egnu uppliving av ósemjuni. Hesin framferðarháttur hjálpir pørtunum at seta seg inn í og skilja sjónarmið, tørv og áhugamál hjá hvørjum øðrum.
- Við serligum lurti- og spurnarhátti leiðir meklarin samráðingarnar, soleiðis at partarnir koma fram til eina felags fatan og lýsing av trupulleikunum, sum ósemjan snýr seg um.
- Partarnir koma við uppskotum um møguligar loysnir við støði í samráðingunum.
- Partarnir samráðast um eina ella fleiri loysnir, sum báðir partar meta vera góðar. Avtala verður skrivað niður.
Einstøku stigini hjálpa pørtunum at tosa saman á ein hátt, sum er sera ymiskur frá tí háttinum, stríðandi partar vanliga tosa saman í einari trætu. Tað eru partarnir sjálvir, sum loysa ósemjuna.
Eitt gott semingsúrslit er millum annað eyðkent við, at hugsað verður um tørv og áhugamál hjá báðum pørtum, at fyrimunirnir eru størri av at halda avtaluna enn at bróta hana, og at partarnir frameftir kunnu hava eitt gott sínámillum samband.
Tríggir tímar verða settir av til mekling. Um hetta ikki er nóg mikið, er møguleiki fyri, at tíð verður løgd afturat. Mekling í Familjufyrisitingini er ókeypis.
Vilja tit royna mekling, skulu tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina. Antin við telduposti, brævi ella í telefon.
Tá ið Familjufyrisitingin hevur fingið umbøn um mekling, verða tit biðin um at koma til samrøðu við meklara.
Familjufyrisitingin bjóðar eisini barnaserkøna ráðgeving.
Sí faldaran Tá ið samstarvið er trupult, sum inniheldur góð ráð til foreldrasamstarv og eina lýsing av, hvørjar avleiðingar tað kann hava fyri børn, um foreldrini hava torført við at samstarva.
Sí eisini faldaran Barnið í miðdeplinum.
Vilt tú hava meira kunning um mekling, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo.