Barnaserkøn ráðgeving

Hava foreldur tørv á hjálp at loysa ósemjur viðvíkjandi foreldramyndugleika, samveru ella hvar barn teirra skal hava bústað, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving.

Barnaserkøn ráðgeving hjá Familjufyrisitingini er fyri øll foreldur í Føroyum, ið ikki liva saman, og børn teirra. Tað er ikki eitt krav, at foreldrini hava ella hava havt eitt mál í Familjufyrisitingini, ella at tey hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina áður.

Persónar, ið barnið er knýtt at, kunnu eisini luttaka í ráðgevingini, um Familjufyrisitingin metir tað hóskandi, ella um tað verður mett, at serligur tørvur er á tí. Talan er um persónar, sum barnið er tætt knýtt at, og sum eru um barnið í gerandisdegnum – til dømis gávuforeldur ella aðrir umsorganarpersónar.

Tað er ráðgevin í Familjufyrisitingini, sum ger av, hvussu einstaka ráðgevingin verður skipað, hvør luttekur í ráðgevingini, og um barnaserkøn ráðgeving er viðkomandi fyri ítøkiligu persónarnar í hvørjum einstøkum føri.

Foreldur og børn kunnu koma til ráðgeving meira enn eina ferð, um ráðgevin metir tað gagnligt fyri ítøkiligu foreldrini ella barnið.

Familjufyrisitingin kann eisini avvísa at veita barnaserkøna ráðgeving, um mett verður, at tað ikki kann gagna ítøkiligu foreldrunum ella barninum, ella tað verður mett óskynsamt.

Barnaserkøn ráðgeving er ikki viðgerð ella terapi, og ráðgevingin er ókeypis.

Familjufyrisitingin kann ikki veita barnaserkøna ráðgeving og viðgera mál um samveru ella bústað hjá barni samstundis. Les meira um hetta undir “Kunnu foreldur fáa barnaserkøna ráðgeving, meðan eitt mál um samveru ella bústaðin hjá barni er undir viðgerð í Familjufyrisitingini?” niðanfyri.

Endamálið við barnaserkønari ráðgeving til foreldur (møguliga saman við øðrum vaksnum, ið eru um barnið og barnið er knýtt at) er at hjálpa við avbjóðingum viðvíkjandi tí at hava barn/børn saman, uttan at liva saman. Tað kunnu vera avbjóðingar, ivamál ella ósemjur um samstarv ella samskifti millum foreldrini, ítøkilig viðurskifti hjá teirra barni/børnum, samveru, hvar barnið skal hava bústað ella um foreldramyndugleika.

Dentur verður lagdur á, at ósemjur verða loystar og møguligar avtalur verða gjørdar á ein hátt, sum verður mettur bestur fyri barnið.

Barnaserkøni ráðgevin savnar seg um støðuna hjá barninum, ber fram barnanna sjónarmið og ráðgevur við støði í tí, sum verður mett best fyri barnið.

Ráðgevingin kann fevna um nógv ymiskt, alt eftir hvat ítøkiligu foreldrini hava tørv á. Tað kann til dømis vera, at tørvur er á

  • hjálp til at gera eina ítøkiliga avtalu um eina samveruskipan.
  • ráðgeving til at betra um foreldrasamstarvið ella hvussu samskiftið kann betrast.
  • ráðgeving um, hvussu foreldrini kunnu hjálpa barninum best og hvat er best fyri barnið í einari ítøkiligari lívs- ella familjustøðu, í sambandi við samveru ella annað. 

Í nógvum førum hevur barnaserkøn ráðgeving við sær, at tað eydnast foreldrum at tosa viðurskifti ígjøgnum á ein uppbyggjandi hátt, sum er til gagns fyri barn teirra. Harafturat kann ráðgevingin verða við til at leggja lunnar undir teirra arbeiði við at betra foreldrasamstarvið frameftir.

Barnaserkøn ráðgeving kann hjálpa foreldrum, at

  • betra um samstarvið og samskiftið teirra millum.
  • skilja hvønn annan og barn teirra betur.
  • lýsa og loysa ósemjur og ivamál, út frá sjónarmiðinum hjá barninum.
  • gera ítøkiligar avtalur um til dømis samveru, ella viðvíkjandi samskifti og foreldrasamstarvi.

 

Umbøn um barnaserkøna ráðgeving til foreldur

Øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu biðja Familjufyrisitingina um barnaserkøna ráðgeving. Umbønin skal latast Familjufyrisitingini – sí “Hvussu kunnu foreldur ella børn fáa barnaserkøna ráðgeving í Familjufyrisitingini?” niðanfyri.

Biður annað av foreldrunum um barnaserkøna ráðgeving, fær hitt foreldrið eina innbjóðing til fund. Barnaserkøn ráðgeving er sjálvboðin, og tað er tí upp til einstaka foreldrið, um tað vil luttaka ella ikki.

Vil bert annað av foreldrunum hava ráðgeving, kann Familjufyrisitingin veita hesum ráðgeving einsamalt. Endamálið verður tó best rokkið, og ráðgevingin ger størstan mun, um bæði foreldur luttaka saman og bæði vilja arbeiða móti at betra teirra foreldrasamstarv, sum er barninum at gagni.

Eftir umbøn um ráðgeving, er tað Familjufyrisitingin, sum metir um, hvørt tilboðið er hóskandi fyri foreldrini, annað foreldrið, barnið og møgulig onnur, sum barnið er knýtt at (um biðið er um at onnur luttaka).

Barnaserkøn ráðgevingin er eisini eitt tilboð til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.

Í ráðgevingini fær barnið eitt frístað at tosa við ein vaksnan um sínar tankar, kenslur, trupulleikar og avbjóðingar í sambandi við, at foreldrini ikki liva saman. Ráðgevin kann hjálpa og stuðla barninum ígjøgnum tankar og kenslur, og tosað um, hvussu barnið kann handfara tað sum fyllir.

Tá ið eitt barn kemur til ráðgeving, er tað barnið, ið ger av, hvat tosað verður um. Ráðgevingin kann vera ein hjálp hjá barninum, um barnið er upptikið av síni lívs- ella familjustøðu ella ítøkiligum viðurskiftum í sambandi við at hava foreldur, ið ikki liva saman. Tað er ymiskt, hvussu upptikin børn eru av hesum, tað kann broytast sum frálíður, og tað er ymiskt, um børn hava hug til ella kunnu hava tørv á at tosa um støðuna.

Foreldur fáa vanliga eina yvirskipaða afturboðan frá barnaserkøna ráðgevanum, eftir at barnið hevur verið til ráðgeving. Foreldur hava tó ikki krav upp á at verða kunnað um, hvat barnið hevur tosað um til ráðgevingina. Barnið og ráðgevin finna saman útav, hvat barnið vil hava, at ráðgevin kunnar foreldrini um frá ráðgevingini. Barnið og ráðgevin kunnu eisini avtala, at barnið kemur við til fund við foreldrini.

 

Umbøn um barnaserkøna ráðgeving til børn

Ofta biðja foreldur um barnaserkøna ráðgeving til barn/børn teirra í sambandi við at tey sjálvi eru til ráðgeving. Foreldur, ella annað av foreldrunum, kunnu eisini lata Familjufyrisitingini umbøn um barnaserkøna ráðgeving til barnið uttan sjálvi at koma til ráðgeving. Barnaserkøni ráðgevin tosar altíð við foreldrini, ella annað av foreldrunum, áðrenn barnið fær eina tíð at koma til ráðgeving.

Foreldur, ið meta at barn teirra kann fáa gagn av at koma til barnaserkøna ráðgeving, kunnu lata Familjufyrisitingini umbøn um hetta – sí “Hvussu kunnu foreldur ella børn fáa barnaserkøna ráðgeving í Familjufyrisitingini?” niðanfyri.

Ráðgevin ger, saman við foreldrunum, eina meting um, hvørt ítøkiliga barnið hevur aldur og er nóg búgvið til at koma til ráðgeving, og um ráðgeving verður mett hóskandi fyri barnið.

Familjufyrisitingin kann ikki veita barnaserkøna ráðgeving og viðgera mál um samveru ella bústað hjá barni samstundis.

Hava foreldur eitt samverumál og/ella eitt mál um bústað hjá barni í viðgerð í Familjufyrisitingini, kunnu tey og børn teirra fáa barnaserkøna ráðgeving, tá ið málið er

  • lokað - tað er, tá ið foreldrini eru blivin samd um bústað hjá barni ella um samveru frameftir, Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um bústað hjá barni ella samveru, ella tá ið viðgerðin av málinum er steðgað av aðrari orsøk.
  • "í dvala" - tað vil siga, at viðgerðin av samverumálinum ella bústað hjá barni verður steðgað, til barnaserkøna ráðgevingin er liðug. Foreldur kunnu í hesum føri søkja Familjufyrisitingina um at áseta fyribils samveru ella taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal hava bústað, meðan tey eru til barnaserkøna ráðgeving. 

 

Les meira um samveru og gongdina í samverumálum her og um bústað hjá barnið her.

Upplýsingar, sum koma fram undir ráðgeving, verða ikki givnar víðari til málsviðgera, um foreldrini hava (ella seinni fara at hava) eitt annað mál um til dømis samveru, bústað hjá barni ella barnagjald í Familjufyrisitingini, uttan so, at foreldrini biðja um tað. Upplýsingar verða ei heldur givnar víðari til aðrar myndugleikar, uttan so, at upplýsingarnar koma undir fráboðanarskyldu ráðgevans sambært barnaverndarlógini ella viðkomandi myndugleiki hevur heimild í lóg ella samtykki frá foreldrunum at biðja um upplýsingar.

Barnaserkønu ráðgevararnir í Familjufyrisitingini hava drúgvar starvsroyndir innan familjuøkið og góðar førleikar at ráðgeva børnum og foreldrum, ið ikki liva saman.

Ráðgevin hevur tagnarskyldu, uttan so at upplýsingar, sum koma fram undir ráðgevingini, eru fevndar av fráboðanarskyldu ráðgevans sambært barnaverndarlógini. Upplýsingar, sum koma fram undir ráðgevingini, verða heldur ikki givnar víðari til málsviðgera, um foreldrini hava (ella seinni fara at hava) eitt annað mál um til dømis samveru, bústað hjá barni ella barnagjald í Familjufyrisitingini, uttan so at foreldrini biðja um tað.

Umbøn um barnaserkøna ráðgeving skal sendast Familjufyrisitingini – við telduposti á famf@famf.fo ella við brævi til Familjufyrisitingin, Dr. Jakobsens gøta 21, 100 Tórshavn.

Umbønin skal innihalda

  • navn, telefonnummar og teldupostbústað hjá báðum foreldrunum
  • navn og aldur á felags barni/børnum.

Vilja foreldur, at onnur, ið eru tætt knýtt at barninum, skulu luttaka, skal umbønin eisini innihalda

  • navn á viðkomandi og
  • upplýsingar um, hvussu viðkomandi er tilknýttur barninum.

 

Annað foreldrið kann senda umbøn um barnaserkøna ráðgeving til bæði foreldur. Hitt foreldrið fær tá tilboð um at koma til ráðgeving. Vil hitt foreldrið ikki luttaka, metir Familjufyrisitingin um, hvørt foreldrið, ið sendi umbønina, skal bjóðast til ráðgeving einsamalt.

Tú kanst lesa faldaran Tá ið samstarvið er trupult, sum inniheldur góð ráð til foreldrasamstarv og eina lýsing av, hvørjar avleiðingar, tað kann hava fyri børn, um foreldrini hava torført við at samstarva.

Sí eisini faldaran Barnið í miðdeplinum.

Vilt tú hava meira kunning, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00