09 okt 2026
Samvera um jóltíðir – og serlig viðurskifti um ársskiftið 2026/2027

Nøkur foreldur, ið ikki liva saman, avtala sínámillum (uttan hjálp frá Familjufyrisitingini), hvussu samvera skal skipast millum barn/børn og foreldur um jólini og á nýggjárinum. Onnur kunnu hava fingið hjálp frá Familjufyrisitingini til at gera avtalu um jóla- og nýggjárssamveru, ella kanska Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um samveru um jóltíðir.

Hava foreldur eitt samveruskjal ígjøgnum Familjufyrisitingina (ella eina samveruresolutión ígjøgnum Ríkisumboðið), antin eftir avtalu foreldranna millum, ella eftir avgerð frá Familjufyrisitingini/Ríkisumboðnum, er í skjalinum ásett, hvønn dag samvera byrjar og endar, og um tað er í makaðari ella ómakaðari viku.

Tað sum stendur í einum samveruskjali/-resolutión er galdandi, og sostatt fylgir vanlig samvera framhaldandi makaðari og ómakaðari viku.

 

Hava tit jóla- og nýggjárssamveru ásetta í samveruskjal?

Er avtala gjørd ígjøgnum Familjufyrisitingina ella avgerð tikin av Familjufyrisitingini um jóla- og nýggjárssamveru, fellur vanlig samvera burtur ásetta tíðarskeiðið.

Dømi 1:

Í samveruskjali (eftir avtalu foreldranna millum ella eftir avgerð frá Familjufyrisitingini) er ásett, at barnið vanliga er hjá samveruforeldrinum frá fríggjadegi í ómakaðari viku til fríggjadag í makaðari viku. Viðvíkjandi jóla- og nýggjárssamveru er ásett, at barnið er hjá bústaðarforeldrinum makað ár frá jólaaftan kl.12.00 til 2. jóladag kl.12 og hjá samveruforeldrinum 2. jóladag kl.12 til 1. januar kl.12. Í ár (makað ár) er jólaaftan ein hósdag í makaðari viku. Tað vil siga, at tann ítøkiliga vanliga samveran hjá samveruforeldrinum verður stytt til at enda hósdag (jólaaftan) kl.12.00 í staðin fyri fríggjadag og síðan kemur barnið aftur til samveru hjá samveruforeldrinum 2.jóladag kl.12. Í ár eru 53 vikur í árinum, og sostatt er barnið í samveru hjá samveruforeldrinum til 8.januar - nýggjárssamveru til 1.januar og vanliga samveru frá 1.-8. januar. Les meira og sí fleiri dømi um, hvussu samvera verður skipað, tá ið tvær ómakaðar vikur eru á rað niðanfyri. 

Dømi 2:

Vanlig samvera fellur eisini burtur, um foreldur til dømis hava avtalu um ella ein avgerð er tikin um, at barnið er skiftivís hjá øðrum og hinum foreldrinum alla jólafrítíðina hjá skúlunum. Jólafrítíðin hjá skúlunum byrjar í ár 18. desember og børnini skulu aftur í skúla 4. januar. Er avtalað/avgjørt, at barnið er hjá bústaðarforeldrinum alla jólafrítíðina makað ár, fellur vanliga samveran hjá samveruforeldrinum burtur til eftir 3. januar. Í døminum omanfyri er vanlig samvera frá fríggjadegi í ómakaðari viku til fríggjadag í makaðari viku. Í hesum føri er barnið aftur hjá samveruforeldrinum til vanliga samveru aftur frá fríggjadegi í viku 1 - tað vil siga 8. januar 2027. Les meira og sí fleiri dømi um, hvussu samvera verður skipað, tá ið tvær ómakaðar vikur eru á rað niðanfyri.

 

Tvær ómakaðar vikur á rað um ársskiftið 2026/2027

Umleið sætta hvørt ár eru 53 vikur í árinum. Soleiðis er í ár, og sostatt eru tvær ómakaðar vikur á rað (vika 53 og vika 1).

Men hvussu ávirkar hetta samveru í tíðarskeiðinum? Tað kann hava við sær, at samvera verður longri, títtari ella møguliga gongur longri tíð millum samverurnar um ársskiftið. Hvussu hetta ávirkar, veldst um, hvør samveruskipan er avtalað ella avgerð er tikin um. 

Dømi 1:

Foreldur hava á fundi í Familjufyrisitingini avtalað, at samvera er annaðhvørt vikuskifti, frá leygardegi til sunnukvøld í makaðari viku. Hetta merkir, at samveran í ár er frá 26. til 27. desember 2026, og ikki aftur fyrr enn 3 vikur seinni - tað vil siga 16. til 17. januar 2027. Eftir hetta, er samveran aftur annaðhvørt vikuskifti í makaðari viku, sum ásett.

Dømi 2:

Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um eina 8/6 samveruskipan, og samveran er ásett at byrja mánadag og enda sunnudag í ómakaðari viku. Hetta merkir, at samveran í ár er frá 28. desember 2026 til 10. januar 2027. Eftir hetta er samveran aftur sum vanligt, annanhvønn mánadag til sunnudag í ómakaðari viku.

Dømi 3:

Hava foreldur avtalað sínámillum, at samvera er t.d. annaðhvørt vikuskifti ella aðrahvørja viku, uttan at tað er ásett, um tað er í makaða ella ómakaða viku, heldur samveran fram sum vant. Tað vil siga, at tað ikki ávirkar títtleika ella longd á samveruni í hesum tíðarskeiði, at tvær ómakaðar vikur eru á rað við ársskiftið. Tað merkir eisini, at býtt verður um makaða og ómakaða viku frameftir. 

GG! Er serlig jóla- og nýggjárssamvera ásett, dettur vanliga samveran burtur. Samveran kann sostatt vera øðrvísi, enn í hugsaðu dømunum omanfyri. Les meira um jóla- og nýggjárssamveru omanfyri.

 

Avtalur um at broyta samveruskipan

Foreldur kunnu til eina og hvørja tíð avtala annað, enn tað sum stendur í teirra samveruskjali.

Eru foreldur ósamd, kann søkjast um, at samvera verður broytt av Familjufyrisitingini. Skal Familjufyrisitingin taka umsókn um broyting av vanligari samveru til viðgerðar, krevur tað tó at vísast kann á munandi broyttar umstøður. Munandi broyttar umstøður kunnu til dømis vera, at annað foreldrið arbeiðir náttarvaktir í makaðari vikum, men at tað broytist til ómakaða vikur, tá ið tvær ómakaðar vikur eru á rað.

Hóast hesar tvær ómakaðu vikur kunnu hava við sær, at annað foreldrið ikki sær børnini í eitt longri tíðarskeið enn vanligt, hevur hetta ikki við sær, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um at broyta samveru. 

 

Eru foreldur ósamd um, hvussu samvera skal skipast um jólini

Eru foreldur ikki samd um eina serliga samveruskipan á jólum og nýggjárinum, kunnu tey antin senda Familjufyrisitingini umbøn um barnaserkøna ráðgeving ella mekling, ella søkja Familjufyrisitingina um, at jóla- og nýggjárssamvera verður ásett. Les meira um barnaserkøna ráðgeving, mekling og samveru her á heimasíðuni.

 

Søk í góðari tíð!

Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn um at samvera verður ásett ella broytt, verður altíð roynt at hjálpa foreldrunum at semjast um eina samveruskipan. Verða foreldrini ikki samd, eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Familjufyrisitingin taka avgerð.

Vil eitt foreldur søkja Familjufyrisitingina um, at jóla- og nýggjárssamvera verður ásett ella broytt, er umráðandi at umsóknin verður latin Familjufyrisitingini í góðari tíð. Familjufyrisitingin skal altíð taka avgerð út frá eini ítøkiligari meting av barnsins besta eftir ítøkiligu viðurskiftunum í ítøkiliga málinum. Tí skal Familjufyrisitingin hava tíð til at viðgera málið, kanna og savna inn upplýsingar, soleiðis at ein avgerð kann takast út frá, hvat verður mett best fyri einstaka barnið. 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur