14 jun 2024
Góð ráð um summarfrítíðina – til foreldur, ið ikki liva saman

Foreldur, ið ikki liva saman, hava ofta nógv ynskir og væntanir knýttar at summarfrítíðini saman við børnum sínum. Tað er tískil rættiliga vanligt, at ósemjur um samveru kunnu stinga seg upp ella vaksa, tá ið summarfrítíðin nærkast. Serliga um foreldur frammanundan ikki hava eitt gott samstarv og greiðar avtalur.

Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tit sum foreldur kunnu samstarva á besta hátt og fyribyrgja ósemjum um børn tykkara í summarfrítíðini.

 

1. Ábyrgdin liggur hjá tykkum foreldrum

Sum foreldur kunnu tit sjálvi gera nógv fyri at tryggja, at børnini fáa eina góða summarfrítíð hjá tykkum báðum. Ein væleydnað summarfrítíð byrjar við einum góðum foreldrasamstarvi. Tit skulu sum foreldur saman taka ábyrgd fyri, hvussu tit býta summarfrítíðina. Eldri børn kunnu hoyrast, men tey skulu ikki sjálvi velja, hvørjum tey vilja halda summarfrítíðina saman við – hetta, tí at tey kunnu koma í tvístøðu, og kunnu kenna, at tey skulu velja annað av tykkum til og annað av tykkum frá.

 

2. Longdin á summarfrítíðini saman við barninum

Tillaga summarfrítíðina við fyriliti fyri barninum. Er barnið til dømis ikki vant at sova í nógvar nætur á rað hjá eina foreldrinum, kann tað vera ein góð loysn heldur at deila summarfrítíðina upp í smærri bitar. Til dømis at barnið svevur 4-5 dagar hjá tí foreldrinum í tveimum ella fleiri umførum. Aldurin á barninum kann eisini brúkast vegleiðandi. Tað er sjálvsagt munur á tørvi hjá einum lítlum barni og einum tannáringi. Serliga heilt yngri børn hava vanliga tørv á títtari samveru við bæði foreldur, og tað er eisini galdandi í summarfrítíðini.  

 

3. Fyrireikið barnið til summarfrítíðina og tosið um frítíðina aftaná

Tosið við barnið um nær og hvussu long summarfrítíðin fer at vera, nær barnið er hjá hvørjum av foreldrunum og hvat fer at henda hjá báðum foreldrum. Hetta skapar ró og samanhang fyri barnið. Verið jalig um tíðarskeiðið, ið barnið skal vera í summarfrítíð hjá hinum foreldrinum, og gev barninum møguleika at gleða seg til hetta. Tosið við barnið um allar góðu summarfrítíðarløturnar saman við tær og eisini løturnar saman við hinum foreldrinum. Barnið fær tá eina kenslu av, at samanhangur er í tilveruni, at bæði foreldur hava tað gott við at barnið eisini hevur havt tað gott hjá hinum foreldrinum og at talan ikki er um eina kapping ímillum foreldrini.

 

4. At kenna sakn í summarfrítíðini

Summi børn sakna hitt foreldrið í summarfrítíðini. Hetta mugu tit sum foreldur rúma og virða. Tað kann vera ein stór hjálp fyri barnið, at tað frítt kann tosa um tað, og um barnið kann hava samband við hitt foreldrið. Til dømis kunnu foreldrini avtala ávísar tíðir, tá ið barnið kann ringja til hitt foreldrið, og kunna barnið um tað. Tað er ofta lættari fyri barnið, at foreldrini hava gjørt eina avtalu um tað, tí at barnið annars kann stúra fyri at særa eina foreldrið, um ringt verður til hitt.

Er talan um størri børn, ið hava sína egnu telefon, er gott at tosa við barnið um, at tað altíð er í lagi at ringja og hava samband við hitt foreldrið.

 

5. Minnist til, at børn eru ymisk

Tað er umráðandi at virða, at børn eru ymisk. Summi børn trívast væl at hava summarfrí í fleiri samanhangandi vikur hjá hvørjum av foreldrinum, meðan onnur ikki trívast við tí. Ein long frítíð við hvørjum av foreldrunum, uttan ov nógv avbrot og skift, kann vera júst tað, sum barninum tørvar. Nakrir dagar við eina foreldrinum og restin av summarfrítíðini við hinum, kann eisini vera júst tað sum barninum tørvar. Best er, um tit foreldur taka støði í einstaka barninum, tá ið tit avtala summarfrítíð. Samstundis er gott, at taka onnur viðurskifti við, sum til dømis systkin, um barnið skal okkurt ávíst í frítíðini, umframt nær tit foreldur sjálvi hava frí frá arbeiði.

Tað er ikki neyðugt at leggja ætlanir fyri virksemi og ferðing alla summarfrítíðina. Løturnar heima kunnu vera líka góðar. Børn kunnu tørva dagar, har tey bara eru heima og kunnu slappa av ella vera saman við vinum.

 

Tørvar tykkum ráðgeving ella meira kunning

Tørvar tykkum meira kunning, kunnu tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina á á telefon 20 22 24 ella við telduposti á famf@famf.fo. 

Tørvar tykkum hjálp ella ráðgeving frá Familjufyrisitingini – til dømis eina samrøðu við ein barnaserkønan ráðgeva ella mekling – eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. 

Vilja tit søkja um at broyta samveru, kunnu tit fylla út umsókn um samveru, og mál tykkara verður tikið upp aftur til viðgerðar. Gevið gætur! Familjufyrisitingin hevur eina ávísa málsviðgerðartíð og tað kann tískil vera ov seint at søkja um at summarfrítíðin 2024 verður broytt. Les meira um samveru í summarfrítíðini her.

 

Hjálp og ráðgeving til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman

Hevur eitt barn tørv á at tosa við onkran um tað at hava foreldur, sum ikki liva saman, kann barnið (um tað er 10 ár ella eldri) seta seg í samband við Familjufyrisitingina og biðja um ráðgeving.

 

Familjufyrisitingin bjóðar eisini samstarvsskeið til foreldur og samrøðubólkar til børn. Les meira og finn tilmeldingarskjøl við at klikkja á leinkið.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00
Aftur