Foreldramyndugleiki

Børn og ung yngri enn 18 ár eru undir foreldramyndugleika – undantikið, um barnið ella tann ungi er giftur.

At hava foreldramyndugleika yvir einum barni merkir, at tú hevur umsorganarskyldu mótvegis barninum, og at tú kann taka avgerðir viðvíkjandi persónligu viðurskiftunum hjá barninum í samsvari við áhugamál og tørv hjá barninum.

Eitt barn hevur rætt til umsorgan og tryggleika. Barnið skal viðfarast við virðing fyri samleikanum hjá tí og skal ikki verða fyri likamligum ella sálarligum ágangi. Hevur tú foreldramyndugleika yvir einum barni, hevur tú ábyrgd fyri at tryggja umsorgan og tryggleika hjá barninum, og tú hevur eisini rætt til at taka avgerðir barnsins vegna. Tann, sum hevur foreldramyndugleika yvir einum barni, kann t.d. avgera, hvussu barnið skal eita, hvar tað skal búgva og ganga í skúla, hvørja átrúnaðaliga uppaling barnið skal fáa, um barnið skal hava pass v.m.

Hvat er best fyri barnið

Hóast tit sum foreldur ikki búgva saman, eru tit framvegis týdningarmiklastu persónarnir í lívinum hjá barninum. Tískil er tað týdningarmikið, at tit saman kunnu varða av barninum og taka tær avgerðir, ið tæna barninum best.

Tá foreldur fara hvørt til sítt, kann tað vera trupult at samstarva. Familjufyrisitingin kann hjálpa tykkum við m.a. barnaserkønari ráðgeving ella ósemjumekling.

Sum foreldur hava tit eina felags skyldu at tryggja, at tit kunnu samstarva, til gagns fyri tykkara barn. Um tit ikki samstarva, kann tað elva til stórar trupulleikar hjá barninum. Tit kunnu lesa meira um hetta í faldaranum “Tá samstarvið er trupult”.

Familjufyrisitingin bjóðar barnaserkøna ráðgeving og ósemjumekling til foreldur, ið hava trupulleikar við foreldrasamstarvinum. Sí meira um barnaserkøna ráðgeving her og um ósemjumekling her.

Hvat er foreldramyndugleiki

Um tú hevur foreldramyndugleika yvir einum barni, merkir tað, at tú hevur skyldu at veita umsorgan fyri barninum, og at tú kanst taka avgerðir um persónlig viðurskifti hjá barninum.

Tú skalt verja barnið móti hóttanum av øllum slag og syrgja fyri, at barnið fær allan sín tørv nøktaðan. Tú skalt syrgja fyri mati, klæðum, bústaði og líknandi. Tú hevur eisini rætt til at avgera, hvat barnið skal og ikki skal.

Tú kanst avgera, hvussu barnið skal eita, hvar tað skal búgva, ganga í skúla, hvørja átrúnaðarliga uppaling barnið skal fáa o.a., ið hevur týdning fyri barnið.

 

Verjumál

Hevur tú foreldramyndugleika yvir einum barni, er tú eisini verji hjá barninum. Tað vil siga, at tú hevur ábyrgd av møguligari inntøku og ogn hjá barninum.

Hvør hevur foreldramyndugleikan

Eru tit ikki gift, er tað mamman, ið hevur foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so at tit sum foreldur hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika.

Felags foreldramyndugleiki

Tit hava felags foreldramyndugleika um:

  • tit vóru gift, tá barnið varð borið í heim.
  • tit giftust eftir, at barnið varð borið í heim.
  • tit vóru sundurlisin, tá barnið varð borið í heim, men síðani fluttu saman aftur.
  • tit hava sent/latið Familjufyrisitingini ella Føroya Rætti eina avtalu um felags foreldramyndugleika.  

Í øllum øðrum førum enn omanfyristandandi, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, sambært foreldramyndugleikalógini.

Viðmerkjast skal, at felags foreldramyndugleiki heldur fram, hóast tit flyta frá hvørjum øðrum, verða sundurlisin ella skild.

Einaforeldramyndugleiki

Eitt foreldur hevur einaforeldramyndugleika um:

  • mamman, sambært foreldramyndugleikalógini, hevur foreldramyndugleikan einsamøll. 

  • foreldrini høvdu felags foreldramyndugleika, men hava avtalað, og boða Familjufyrisitingini frá, at bert eina foreldrið skal hava foreldramyndugleikan.

  • foreldrini høvdu felags foreldramyndugleika, men hava verið í rættinum, og rætturin hevur avgjørt, at bert eina foreldrið skal hava foreldramyndugleikan.

Hvat merkir ávíkavist felags foreldramyndugleiki og einaforeldramyndugleiki

Einaforeldramyndugleiki

Einaforeldramyndugleiki merkir, at bert annað av  foreldrunum hevur foreldamyndugleikan yvir barninum.

Tað av foreldrunum, sum hevur einaforeldramyndugleikan tekur sjálv/ur allar avgerðir barnsins vegna.

Hetta er tó ikki galdandi, tá ið tað snýr seg um samveru. Tað av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan hevur ikki ræði á hesum spurningi.

Tað av foreldrunum, ið ikki hevur foreldramyndugleika, kann ikki krevja at sleppa við til foreldrafundir, foreldrasamrøður, tiltøk á stovni v.m.

Dagstovnar ella skúlar kunnu tó heita á bæði foreldrini at luttaka til t.d. foreldrasamrøður, um tað verður mett at vera tað besta fyri barnið.

Felags foreldramyndugleiki
Felags foreldramyndugleiki merkir, at tit skulu bæði varða av barninum. Tit skulu harumframt vera samd um týðandi avgerðir viðvíkjandi barninum.

Um tit eru flutt frá hvørjum øðrum, nýtist tykkum ikki at vera samd um allar avgerðir, hóast tit hava felags foreldramyndugleika. Tað av foreldrunum, sum barnið býr hjá, avger sjálvt yvirskipaði viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum.

Við felags foreldramyndugleika hava bæði foreldrini rætt til t.d. at:

  • Luttaka til tiltøk í dagstovni ella skúla, foreldrafundum, vera við til samrøður um barnið v.m.
  • At hava samband við lækna, sjúkrahús, sosialu myndugleikar og barnavernd
  • At fáa innlit í øll skjøl ella upplýsingar viðvíkjandi barninum – men ikki upplýsingar um hitt foreldrið

Her sæst yvirlit yvir, hvat tit t.d. skulu vera samd um, tá tit hava felags foreldramyndugleika, hvat bústaðarforeldrið sjálvt kann avgera, og hvat samveruforeldrið sjálvt kann avgera.

Bæði foreldrini

  • Verjumál
  • Týðandi medisinskar viðgerðir
  • Val av skúla og útbúgving
  • Frítíðarskúla
  • Vandamikið frítíðarítriv
  • Flyting uttanlands (Grønland og Danmark undantikið)
  • Navnaval
  • Trúðarviðurskifti
  • Hjúnaband
  • Pass

Bústaðarforeldrið

  • Beinleiðis dagliga umsorgan
  • Frítíðarítriv
  • Innanlandsflyting (innanfyri ríkið)
  • Skúlasálarfrøðing
  • Barnaserkøna ráðgeving

Samveruforeldrið

  • Avgerðir, ið eru tengdar at samveru - beinleiðis umsorgan
  • Frítíðarítriv

 

 

Broyting av foreldramyndugleika

Um tit sum foreldur eru samd, kunnu tit sjálv avtala, hvør av tykkum skal hava foreldramyndugleikan yvir tykkara barni.

Frá einaforeldramyndugleika til felags foreldramyndugleika
Um annað tykkara hevur foreldramyndugleikan einsamalt, kunnu tit semjast um, at tit skulu hava felags foreldramyndugleika.

Avtalan skal fráboðast til Familjufyrisitingina á einum serstøkum oyðiblaði fyri at verða galdandi. Avtalan kann eisini fráboðast, áðrenn barnið er borið í heim. Oyðiblaðið skal vera undirskrivað av tykkum báðum. Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið fráboðanina, senda vit tykkum eina kvittan fyri móttøkuna. Tá tit hava móttikið kvittanina fyri fráboðanina, er avtalan galdandi.

Oyðiblað til at fráboðað felags foreldramyndugleika LINKxxx

Um bert annar tykkara ynskir felags foreldramyndugleika, og hin ikki er samd/ur, at tað skal vera felags foreldramyndugleiki, er tað ikki møguligt at seta í verk felags foreldramyndugleika.

Familjufyrisitingin hevur ikki heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika, um tit eru ósamd.

Sambært galdandi lóggávu er tað heldur ikki møguligt hjá Føroya Rætti at døma til felags foreldramyndugleika.

Frá felags foreldramyndugleika til einaforeldramyndugleika
Um tit hava felags foreldramyndugleika yvir tykkara barni og tit ikki  gift, kunnu tit avtala at avtaka felags foreldramyndugleikan og flyta foreldramyndugleikan til bert annað av foreldrunum.

Avtalan skal fráboðast Familjufyrisitingini á einum serstøkum oyðiblaði fyri at verða galdandi. Oyðiblaðið skal undirskrivast av tykkum báðum. Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið fráboðanina, senda vit tykkum eina kvittan fyri móttøku. Tá tit hava móttikið kvittanina fyri fráboðanina, er avtalan galdandi.

Oyðiblað um avtøku av felags foreldramyndugleika LINK

Um annað av foreldrunum ynskir, at felags foreldramyndugleikan skal verða avtikin, og at bert annað av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan, men tit ikki eru samd, er tað bert dómstólurin, ið kann taka avgerð um hvør av tykkum skal hava foreldramyndugleikan einsamalt. Familjufyrisitingin hevur ikki heimild at taka avgerð í tílíkum málum. Tað er sambært galdandi lóg ikki møguligt hjá Føroya Rætti at døma til framhaldandi felags foreldramyndugleika.

Flyting av foreldramyndugleikanum frá eina foreldrinum til hitt foreldrið
Um annað tykkara hevur foreldramyndugleikan einsamalt, kunnu tit avtala, at einaforeldramyndugleikin skal flytast til hin.

Avtalan skal fráboðast Familjufyrisitingin á serstøkum oyðiblaði fyri at verða galdandi. Oyðiblaðið skal verða undirskrivað av tykkum báðum. Tá vit hava móttikið fráboðanina, senda vit tykkum eina kvittan fyri móttøku. Tá tit hava móttikið kvittanina fyri fráboðanina, er avtalan galdandi.

Oyðiblað um flyting av foreldramyndugleika LINK

Um annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleikan einsamalt, og hitt foreldrið ynskir at fáa foreldramyndugleikan einsamalt, men tit ikki eru samd um at foreldramyndugleikin skal flytast, er tað bert dómstólurin, ið kann taka avgerð um hvør av tykkum skal hava foreldramyndugleikan einsamalt.. Familjufyrisitingin hevur ikki heimild at taka avgerð í tílíkum málum, tá foreldrini eru ósamd. Tað er sambært galdandi lóg ikki møguligt hjá Føroya Rætti at døma til felags foreldramyndugleika.

Flyting av foreldramyndugleikanum til onnur enn foreldrini
Foreldur kunnu eisini avgera, at ein annar enn tit foreldur skal hava foreldramyndugleikan – tað vil vanliga vera familja, t.d. omma, abbi, systkin hjá foreldrum ella fosturforeldur.

Tílík avtala skal góðkennast av Familjufyrisitingini fyri at fáa gildi. Einki serstakt oyðiblað er til fráboðan av tílíkari avtalu. Tú/tit skulu ístaðin skriva eitt bræv til Familjufyrisitingina, har tit greiða frá og grundgeva fyri tínum/tykkara ynski. Familjufyrisitingin kann bert góðkenna avtaluna, um hon gagnar barninum.

Um felags foreldramyndugleiki er galdandi, er tað eitt krav, at bæði foreldur eru samd um at flyta foreldramyndugleikan. Um tað er einaforeldramyndugleiki, og viðkomandi av tykkum, ið hevur foreldramyndugleikan ynskir at flyta foreldramyndugleikan til onnur enn hitt foreldrið, og hitt foreldrið ikki er samt í at flyta foreldramyndugleikan, tekur Familjufyrisitingin eina avgerð grundað á meting, hvat er best fyri barnið.

 

Kæra

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini, um flyting av foreldramyndugleika til onnur enn foreldrini, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo.

Ráðgeving í sambandi við ósemju um foreldramyndugleika

Um tit eru ósamd um foreldramyndugleikan yvir tykkara barni, og tit hava tørv á hjálp til tykkara foreldrasamstarv, kunnu tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina. Tað kann t.d. vera, at tit eru ósamd ella í iva um, hvør skal hava foreldramyndugleikan.

Hvat hendir, tá tú biðir um hjálp frá Familjufyrisitingini?
Tá tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina, tí tit eru ósamd um foreldramyndugleikan, bjóða vit tykkum vanliga barnaserkøna ráðgeving ella ósemjumekling, soleiðis at tit sjálv kunnu megna at finna góðar loysnir fyri tykkara barn.

Okkara uppgáva er at royna at hjálpa tykkum at semjast um eina loysn, ið hevur fyrilit fyri, hvat er best fyri tykkara barn. Tað er altíð best fyri barnið, um tit saman megna at finna eina loysn, ið tit kunnu samstarva um. Barnaserkøn ráðgeving kann eisini fevna um ráðgeving til barnið.

Eydnast tað tykkum ikki at finna eina loysn, kann Familjufyrisitingin ikki hjálpa tykkum meira, og ein av tykkum kann síðani leggja málið fyri rættin, um ynskið er um tað.

Um ein av tykkum leggur eitt mál um foreldramyndugleika fyri rættin, er tað rætturin, ið avger, hvat skal henda við foreldramyndugleikanum. Rætturin skal taka hesa avgerð sambært tí, ið er best fyri barnið. Tað hevur týdning fyri avgerðina um foreldramyndugleika, hvør av tykkum dugir best at samstarva og harvið tryggja sambandið hjá barninum við tykkum bæði.

Tit skulu vera varug við, at rætturin sambært galdandi lóggávu ikki kann avgera, at tit skulu hava felags foreldramyndugleika yvir barninum.

Tað ber ikki til at kæra avgerð hjá Familjufyrisitingini um at enda eina ráðgevingartilgongd í sambandi við ósemju um foreldramyndugleikan.

Um málið skal viðgerast í rættinum, kunnu tit søkja Ríkisumboðið í Føroyum um fría rættargongd til rættarmálið.

Sí meira um barnaserkøna ráðgeving her.

Sí meira um ósemjumekling her.

Sí meira um fría rættargongd á heimasíðuni hjá Ríkisumboðnum í Føroyum her.

Hvør kann taka avgerð um foreldramyndugleika, tá ið ósemja er

Eru tit ósamd um hvør skal hava foreldramyndugleikan, er tað meginreglan, at Føroya Rættur tekur avgerð í málinum.

Familjufyrisitingin kann taka avgerð um:

  • Foreldremyndugleika við deyða
  • Fyribils foreldramyndugleika í sambandi við, at foreldramyndugleikahavin ikki kann útinna sínar skyldur og rættindi sum foreldramyndugleikahavi
  • Fyribils lata øðrum av foreldrunum foreldramyndugleikan, um tað er felags foreldramyndugleiki, og vandi er fyri, at hitt av foreldrunum fer at taka barnið úr landinum áðrenn endalig avgerð um foreldramyndugleika er tikin.

Í øðrum málum er tað rætturin, ið tekur avgerð, tá tað er ósemja um foreldramyndugleikaspurningin.

Tit skulu vera varug við, at rætturin ikki kann avgera, at tit skulu hava felags foreldramyndugleika yvir barninum.

Sí meira um foreldramyndugleika við deyða, foreldramyndugleika við forðing og foreldramyndugleika, tá vandi er fyri burturflyting niðanfyri.

Foreldramyndugleiki, um eitt foreldur doyr

Høvdu foreldrini felags foreldramyndugleika
Um annað av foreldrunum doyr og foreldrini áðrenn høvdu felags foreldramyndugleika, hevur eftirsitandi foreldrið einsamalt foreldramyndugleikan í framtíðini.

Um barnið ikki búði hjá foreldrinum, ið er á lívi, kunnu onnur enn foreldrið søkja um at fáa foreldramyndugleikan. Hendan umsóknin skal latast Familjufyrisitingini. Foreldrið á lívi hevur tó altíð framíhjárætt at varðveita foreldramyndugleikan. Um tað verður mett ikki at vera gott fyri barnið at búgva hjá foreldrinum ið er á lívi, kann Familjufyrisitingini lata foreldramyndugleikan til ein annan.

Familjufyrisitingin leggur størsta dentin á, hvat er best fyri barnið. Barnið skal í slíkum føri eisini fáa høvi at bera fram hugsan sína um málið. Ynskið hjá deyða foreldrinum kann eisini fáa ein ávísan týdning, men framíhjárætturin hjá livandi foreldrinum er týðandi, eisini hóast tann deyði sambært testamenti (barnatestamenti) hevði eitt annað ynski.

Um tann deyði hevði foreldramyndugleikan einsamøll/einsamallur
Doyr foreldur, ið hevur einaforeldramyndugleika, skal Familjufyrisitingin avgera, hvør skal hava foreldramyndugleikan í framtíðini.

Livandi foreldrið hevur tó altíð framíhjárætt at fáa foreldramyndugleikan. Verður tað ikki mett at vera gott fyri barnið at búgva hjá tí foreldrinum, ið er á lívi, kann Familjufyrisitingin tó lata foreldramyndugleikan til ein annan.

Familjufyrisitingin leggur størsta dentin á, hvat er best fyri barnið. Barnið skal í slíkum føri eisini fáa høvi at bera fram hugsan sína um málið. Ynskið hjá deyða foreldrinum kann eisini fáa ein ávísan týdning, men framíhjárætturin hjá livandi foreldrinum er týðandi, eisini hóast tann deyði sambært testamenti (barnatestamenti) hevði eitt annað ynski.

Kæra um avgerð
Tað ber ikki til at kæra eina avgerð hjá Familjufyrisitingini um foreldramyndugleika til hægri umsitingarligan myndugleika, tá eitt foreldur er deytt. Men málið kann leggjast fyri rættin mótvegis viðkomandi, sum Familjufyrisitingin hevur latið foreldramyndugleikan. Avgerðin kann verða latin rættinum til støðutakan innan 8 vikur eru farnar, frá at avgerðin er fráboðað viðkomandi.

Foreldramyndugleiki við forðing

Familjufyrisitingin kann avgera hvør skal hava foreldramyndugleikan, so leingi ein forðing elvir til, at foreldramyndugleikahavin, annar av báðum foreldramyndugleikahavarnum ella báðir foreldramyndugleikahavarnir ikki kunnu taka avgerð um persónlig viðurskifti hjá barninum.

Tað er ein fortreyt, at foreldramyndugleikahavin er forðaður at útinna sínar skyldir og rættindi sum foreldramyndugleikahavi.

Hetta kann t.d. vera galdandi, um viðkomandi orsakað av sálarligari ella likamligari sjúku ikki er førur fyri at taka støðu til spurningar viðvíkjandi viðurskifti hjá barninum.

Vanliga er gjørligt at fáa samband við foreldramyndugleikahavan, hóast hesin er uttanlanda í óavmarkaða tíð. Uttanlandauppihald kann tískil bert metast at vera ein forðing, um nágreiniliga uppihaldsstaðið er ókent, ella tað av øðrum orsøkum ikki er gjørligt at fáa samband við foreldramyndugleikahavan.

Hvørki kunngerðin ella viðmerkingarnar nevna, hvussu leingi ein forðing skal vara, fyri at ein fyribils avgerð um foreldramyndugleika kann verða tikin.

Sjálvt sera stuttar forðingar kunnu sostatt gerast grundarlag fyri avgerð, um tað er bráðfeingis tørvur á at taka eina avgerð viðvíkjandi barninum.

Sum dømi um langtíðar ella varandi forðing kunnu nevnast støður, har foreldramyndugleikahavin orsakað av t.d. varandi sjúku ikki er før/ur fyri at taka støðu til spurningar viðvíkjandi viðurskiftum hjá barninum.

Sjálvt um foreldramyndugleikahavin er forðaður, skal ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri. Tá henda meting verður gjørd, verður atlit tikið til, í hvønn mun tørvurin á at tilnevna ein fyribils foreldramyndugleikahava, er ítøkligur og átroðkandi eins og dentur verður lagdur á, hvussu drúgv forðingin verður mett at vara. Tað er tískil ikki eitt krav, at ein fyribils foreldramyndugleikahavi altíð skal tilnevnast.

Ein avgerð um fyribils foreldramyndugleika er galdandi so leingi, sum forðingin er til staðar (ella til barnið ikki longur er undir foreldramyndugleika hjá viðkomandi).

Familjufyrisitingin hevur ikki heimild at áseta treytir um tíðaravmarking í avgerðum um foreldramyndugleika. Familjufyrisitingin hevur heldur ikki heimild at áseta treytir fyri fyribils foreldramyndugleika ella á annan hátt gera inntriv ella avmarkingar viðvíkjandi hesum.

Kæra um avgerð
Avgerðin hjá Familjufyrisitingin um fyribils foreldramyndugleika í sambandi við forðing kann kærast til Kærunevndina í almanna-, familju og heilsumálum. LINK.

Um tú ynskir at kæra avgerðina, skalt tú senda kæruna til okkara. So senda vit tína kæru saman við málsskjølunum til Kærunevndina í almanna-, familju og heilsumálum.

Foreldramyndugleiki, um vandi er fyri burturførslu

Familjufyrisitingin kann eftir umbøn fyribils lata einum av foreldrinum einsamøllum foreldamyndugleikan, um tað er felags foreldramyndugleiki, og tað er vandi fyri, at hitt foreldrið fer at taka barnið við sær úr landinum undan einari avgerð um foreldramyndugleika.

Talan skal vera um mál, har fráferð hjá barninum er nær við. Avgerðin skal altíð verða grundað á eina ítøkiliga meting av, hvat er best fyri barnið.

Tað er ein treyt fyri at nýta heimildina, at vandin fyri at barnið verður tikið úr landinum er ítøkligur og bráðfeingis. Talan kann t.d. vera um, at annað av foreldrunum er horvið saman við barninum, og at ábending er um, at foreldrið ætlar at ferðast út úr ríkinum við barninum.

Kæra um avgerð
Avgerð hjá Familjufyrisitingini um fyribils foreldramyndugleika í sambandi við vanda fyri burturflyting kann kærast til Kærunevndina í almanna-, familju og heilsumálum.

Um tú ynskir at kæra avgerðina, skalt tú senda kæruna til okkara. So senda vit tína kæru, saman við øllum málsskjølum, til Kærunevndina í almanna-, familju og heilsumálum.

Bústaður hjá barninum

Felags foreldramyndugleiki
Um tit hava felags foreldramyndugleika yvir barninum, og annar tykkara velur at flyta frá felags heiminum saman við barninum til eitt annað stað í landinum (ríkinum), kann viðkomandi frítt gera hetta, tí hvørki av foreldrunum hevur nakran framíhjárætt. Annað av foreldrunum kann tískil taka barnið úr felags heiminum og hava barnið hjá sær, hóast foreldrini sum meginregla skulu vera samd.

Tó er galdandi sambært serlóggávuni, at ein formlig bústaðarbroyting krevur samtykki frá báðum foreldramyndugleikahavinum í sambandi við flyting frá felags heiminum. Kommunan, sum foreldrið flytir til saman við barninum, skal syrgja fyri at innheinta samtykki frá hinum foreldrinum, áðrenn ein bústaðarflyting kann verða skrásett.

Um tit hava felags foreldramyndugleika yvir barni, og tit ikki kunnu gerast samd um, hvørjum barnið skal búgva hjá, kann spurningurin bert verða avgjørdur við, at rætturin tekur avgerð um, at felags foreldramyndugleikin verður avtikin og latin bert ein av tykkum.

Eitt bústaðarforeldur kann í sambandi við eftirfylgjandi flyting broyta bústaðin hjá sær ella barninum, til eitt annað stað í landinum (ríkinum) ella uttanlands.

Tó krevst, at bæði foreldur geva samtykki til, at barnið flytir úr landinum (ríkinum), um foreldrini ikki eru samd um foreldramyndugleikan. Við ósemju skal verða staðfest, at foreldrini eru ósamd um, hvør av teimum skal hava foreldramyndugleikan einsamalt. Ósemjan kann t.d. verða staðfest við, at mál er lagt fyri rættin ella er ávegis, ella at barnið er tikið frá eina foreldrinum.

Einaforeldramyndugleiki
Um eitt foreldur hevur foreldramyndugleikan einsamalt yvir barninum, avger hetta foreldrið, hvar barnið skal búgva. Tað er eisini galdandi við flyting uttanlanda.

Serlóggáva
Sambært serlóggávuni skal, áðrenn flyting verður skrásett fyri eitt barn, ið higartil hevur búð saman við báðum foreldrum, viðkomandi foreldur, ið ikki flytir við, verða hoyrt – hetta um viðkomandi ikki hevur skrivað undir fráboðan flyting. Tað sama er galdandi, áðrenn flyting hjá barni kann skrásetast, ið higartil hevur búð saman við eina foreldrinum, men hetta foreldrið ikki flytir við og ei heldur hevur skrivað undir fráboðanina um flyting.

Um foreldrini hjá einum barni ikki búgva saman, skal barnið skrásetast hjá tí foreldrinum, sum barnið er mest hjá – tað er líkamikið, hvør hevur foreldramyndugleikan.

Um barnið er líka nógv hjá báðum foreldrum, skal barnið skrásetast at búgva hjá tí foreldrinum, ið hevur foreldramyndugleikan, tó undantikið um foreldrini hava skrivliga boðað frá, at tey eru samd um, at barnið skal skrásetast hjá hinum foreldrinum.

Um barnið er líka nógv hjá báðum foreldrum, og foreldrini hava felags foreldramyndugleika, verður barnið at skráseta hjá tí foreldrinum, ið foreldrini eru samd um, sambært skrivligari fráboðan.

Um barnið er líka nógv hjá báðum foreldrum, og foreldrini ikki eru samd um bústaðarskrásetingina, hóast tey hava felags foreldramyndugleika, skal barnið framhaldandi verða skrásett at búgva sama á bústaði, sum áðrenn ósemjan stakk seg upp.

Kunning um barnið

Vanliga er tað soleiðis, at foreldrið, ið hevur barnið búgvandi, fortelur hinum foreldrinum um gerandisdagin hjá barninum.

Um tit ikki hava felags foreldramyndugleika, hevur tann av tykkum, ið ikki hevur foreldramyndugleika, rætt til at fáa upplýsingar um viðurskifti hjá barninum viðvíkjandi skúla, dagstovni, sosial- og heilsuverkinum (íroknað privatsjúkrahús), læknaviðurskiftum og tannlæknaviðurskiftum.

Tann av tykkum, ið ikki hevur foreldramyndugleikan, skal sjálv/ur seta seg í samband við stovnin fyri at fáa upplýsingarnar. Ein kann ikki krevja at fáa upplýsingarnar skrivliga, undantikið um tað snýr seg viðurskifti, ið longu eru staðfest skrivliga um viðurskifti hjá tykkara barni í skúla ella dagstovni.

Um stovnurin ikki vil lata upplýsingarnar, kanst tú biðja um at fáa eina skrivliga grundgeving fyri, hví noktað verður fyri hesum, eins og tú eigur at fáa eina kæruvegleiðing.

Familjufyrisitingin kann í serligum førum eftir umbøn frá foreldramyndugleikahavanum ella einum av nevndu stovnum taka rættin at fáa kunning frá tí foreldrinum, ið ikki hevur foreldramyndugleika.

Sí meira í faldaranum “Vegleiðing um rætt til kunning”.

 

Kæra um avgerð

Avgerðin hjá Familjufyrisitingini, um frátøku av rættinum til kunning, kann kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovn, Undir Hornabakka, Postmoga 45, FO-110 Tórshavn.

Um tú vilt vita meira

Meira kunning um foreldramyndugleika:

Kunngerð um foreldramyndugleika og samveru

Faldarin “Tá samstarvið er trupult”

Faldarin “Við barninum í miðdeplinum"

 

Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum um foreldramyndugleika, er tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

+298 20 22 24
Undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn