Hjúnafelagagjald

Hjúnafelagar hava skyldu at uppihalda hvønn annan. Flyta hjúnafelagar hvør til sítt, ella lýkur annar hjúnafelagin ikki skyldu sína at uppihalda hinum hjúnafelagnum, ber til at søkja um, at Familjufyrisitingin áleggur hjúnafelaga at rinda hjúnafelagagjald.

Bæði menn og kvinnur kunnu søkja um hjúnafelagagjald.

Familjufyrisitingin kann hjálpa við at áseta hjúnafelagagjald. Tað veri seg bæði, um hjúnafelagar enn eru giftir, men eisini í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað.

Oyðublaðið til umsókn um hjúnafelagagjald er her.

 

Hjúnafelagagjald í samband við sundurlesing og hjúnaskilnað

Tá hjún søkja um sundurlesing ella hjúnaskilnað, skal avtalast, um ein av pørtunum skal rinda gjald til hin. Skal eini parturin áleggjast skyldu at rinda gjald, skal eisini avtalast, hvussu langt tíðarskeið viðkomandi skal gjalda (áramál). Familjufyrisitingin kann hjálpa hjúnafeløgum at semjast um eina avtalu. Er ósemja, er tað bara Føroya Rættur, sum kann taka avgerð í málinum.

Tá hjúnafelagar hava gjørt avtalu, ella tá rætturin hevur tikið avgerð um møguligt hjúnafelagagjald umframt gildistíð, kann Familjufyrisitingina taka avgerð um, hvør upphæddin skal vera. Familjufyrisitingin kann sostatt bert áseta støddina á hjúnafelagagjaldinum.

Sí nærri um sundurlesing og hjúnaskilnað, hjúnafelagagjald í sambandi við ávikavist sundurlesing og hjúnaskilnað undir Sundurlesing og Hjúnaskilnaður her á heimasíðuni. 

 

Hjúnafelagagjald, meðan tit eru gift

Lýkur ein hjúnafelagi ikki sína skyldu at uppihalda hinum hjúnafelagnum, ber til at søkja um, at Familjufyrisitingin áleggur hjúnafelagnum tær hjúnafelagagjald. Hetta er bæði galdandi, um hjúnafelagar búgva saman ella ikki. Ein avgerð um hjúnafelagagjald, meðan hjúnafelagar eru giftir, fer úr gildi við sundurlesing ella hjúnaskilnaði.

 

Umsóknarfreist

Eftir vanligum mannagongdum skal umsóknin vera Familjufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 2 mánaðir eftir gjaldssetandi hendingina, um gjaldið skal hava afturvirkandi gildi. Gjaldssetandi hendingin kann til dømis vera samlívsslit, dagurin, tá loyvið er givið til sundurlesing, ella dagurin, tá dómur um sundurlesing ella hjúnaskilnað fall.  

Verður søkt seinni enn 2 mánaðir eftir gjaldssetandi hendingina, verður gjaldið ásett við gildi frá degnum, tá Familjufyrisitingin móttók umsóknina.

Hjúnafelagar skulu semjast um, hvussu leingi skylda skal vera at rinda gjaldið (t.v.s. hvussu nógv ár). Verða eingin semja, kann Familjufyrisitingin hjálpa við at semjast um eina avtalu.

Tað ber til at avtala, at eingin skal rinda hjúnafelagagjald, ella tað ber til at avtala, at ein av hjúnafeløgunum rindar gjald til hin í eitt tíðarskeið t.d. 2, 5, 8 ella 10 ár. Tað ber eisini til at avtala, at eini parturin hevur skyldu at rinda hjúnafelagagjald til hin uttan tíðaravmarking ella, at gjaldskyldan bert er galdandi í sundurlesingartíðini, soleiðis at avtalan verður tikin upp til endurmetingar í sambandi við hjúnaskilnað. Avtalast kann eisini, at hjúnafelagar skulu hava sínámillum uppihaldsskyldu.

Verður semja ikki rokkin við ella uttan hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Føroya Rættur taka avgerð um, hvørt hjúnafelagagjald skal áleggjast, og um so verður, hvussu leingi skyldan skal vara.

Tá rætturin tekur avgerð um, hvussu leingi hjúnafelagagjald skal hava gildi, eru hesi viðurskifti við í metingini:

  • Hvussu leingi hjúnafelagar hava verið giftir.
  • Um tann, ið skal hava gjaldið (gjaldmóttakari), hevur tørv á gjaldinum ella, um viðkomandi er før/ur fyri at vinna sær nokk sjálv/ur.
  • Um tann, ið skal gjalda (gjaldskyldugi), hevur nóg høga inntøku at rinda gjaldið.

Gjaldstíðarskeiðið er vanliga í mesta lagi 10 ár. Eru serligar umstøður galdandi, kann rætturin tó avgera, at gjaldskyldan er uttan tíðaravmarking. Hetta er tó bert vanligt, um hjúnabandið hevur varað í 20 ár ella meir.

Avgerðir hjá Føroya rætti kunnu kærast til Landsrættin.

 

Dømi um rættaravgerðir viðvíkjandi tíðarskeiði á gjaldskyldu av hjúnafelagagjaldi:

Eystari Landsrættur, 2013:

13 ára hjúnaband. Maður á 52 ár var arbeiðsvirkin. Kona á 42 ár var arbeiðsvirkin, meðan tey vóru gift, men eftir hjúnaskilnað í fleksstarvi/tillagaðum starvi (da: fleksjob).

Eingin gjaldskylda.

 

Vestari Landsrættur, 2012:

21 ára hjúnaband og 3 ára samlív frammanundan. Kona hevði hálvtíðarstarv, síðan fyrsta barnið varð føtt, og eina ársinntøku á 250.000 kr. Maður var sjálvstøðugt vinnurekandi og hevði eina ársinntøku á 650.000 kr.

Gjaldskylda í 1 ár.

 

Eystari landsrættur, 2012:

3 ára hjúnaband. Kona, 51 ár og av útlendskum uppruna. Flutt til Danmarkar at giftast við manninum. Konan var undir útbúgving, og maðurin arbeiddi sum avloysari.

Gjaldskylda í 1 ár.

 

Eystari landsrættur, 2012:

30 ára hjúnaband og 10 ár samlív frammanundan. Maður 62 ár var arbeiðsvirkin og hevði eina ársinntøku á 480.000 kr. Kona 62 ár var arbeiðsvirkin, meðan tey vóru gift, men fyritíðarpensjónistur síðan 2005/2006.

Gjaldskylda í 5 ár.

 

Eystari landsrættur, 2010:

16 ára hjúnaband og 6 ára samlív frammanundan. Kona 40 ár var fyritíðarpensjonistur síðan 2000. Maður 43 ár var arbeiðsvirkin og hevði eina ársinntøku á 550.000 kr.

Gjaldskylda í 8 ár.

Verða semja ikki rokkin um støddina á hjúnafelagagjaldinum, ber til at søkja um, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um hetta. Familjufyrisitingin brúkar vegleiðandi leiðreglur, tá ið upphæddin verður ásett. Fyri allar nevndu upphæddirnar hyggur Familjufyrisitingin bert eftir bruttoinntøkuni – tað vil siga fyri skatt, og áðrenn ymsu føstu gjøldini eru drigin frá, men eftir inngjaldi av eftirløn. Vanliga verður ikki hugt eftir útreiðslum.

Um so er, at eini parturin hevur inntøku uttanlands ella t.d. DIS-inntøku, verður inntøkan roknað um til eina metta bruttoinntøku eftir galdandi skattareglum. Hendan metta bruttoinntøkan verður síðan brúkt sum grundarlag.

Møgulig barnagjøld og aðrar skyldur yvir børnum eru einastu útreiðslurnar, sum verða drignar frá bruttoinntøkuni hjá tí partinum, sum skal gjalda hjúnafelagagjald. Verður mett, at ein av hjúnafeløgunum ikki gagnnýtir síni arbeiðsevni, kann dentur verða lagdur á, hvat viðkomandi kundi havt av inntøku, um arbeiðsevnini vórðu gagnnýtt.

Hjúnafelagagjald verður ásett til eina upphædd í heilum túsund krónum við gjaldkomu mánaðarliga frammanundan. Sí dømi niðanfyri.

 

Um báðir partar hava eina miðal inntøku

Hava báðir partar miðalinntøku, verður støddin á gjaldinum vanliga ásett til ein fjórðing av muninum millum inntøkurnar. Er munurin á inntøkunum lítil, og mánaðarliga gjaldið sostatt samsvarandi sera lítið, ásetur Familjufyrisitingin ikki hjúnafelagagjald.

 

Um tann, ið skal rinda gjaldið (gjaldskyldugi), hevur lága inntøku

Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku upp á uml. 320.000 kr. ella minni (2024-støði), verður hjúnafelagagjald vanliga ikki ásett. Veksur inntøkan seinni, kann søkjast umaftur.

Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku upp á millum 320.000 og 340.000 kr. (2024-støði), ásetir Familjufyrisitingin vanliga eitt gjald, sum er minni, enn um ársinntøkan var hægri. Avgerðin verður tikin eftir einari ítøkiligari meting.

Vanliga verður hjúnafelagagjaldið ikki sett so høgt, at bruttoinntøkan hjá gjaldskylduga, eftir at hjúnafelagagjald og møgulig barnagjald/-gjøld eru drigin frá, fer undir 320.000 kr. um árið (2024-støði).

 

Um tann, sum skal móttaka gjaldið (gjaldmóttakari), hevur eina inntøku á eina ávísa stødd - "Gjaldsloft"

Hevur gjaldmóttakari eina ársinntøku millum uml. 330.000 og 370.000 (2024-støði) ella hægri, verður hjúnafelagagjald vanliga ikki ásett, tí at fíggjarviðurskiftini hjá móttakara verða mett góð nokk til, at móttakarin ikki hevur ein tørv á gjaldinum.

Er grundarlag fyri at áseta hjúnafelagagjald, og um gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku undir uml. 900.000 kr., ásetir Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan hjá gjaldmóttakara, íroknað hjúnafelagagjald, liggur í lægru helvt av áður nevndu upphæddum - t.e. um 330.000-350.000 um árið.

Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku, sum fer upp um 900.000 kr., ásetir Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan hjá gjaldmóttakara liggur í hægru helvt av áður nevndu upphæddum - tað vil siga uml. 350.000 kr. til uml. 370.000 kr. árliga.

Hevur gjaldskyldugi eina sera høga ársinntøku, kann grundarlag verða fyri at áseta gjaldið soleiðis, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara fer upp um 370.000 kr (2024-støði).

Er ársinntøkan hjá gjaldskylduga yvir 1,5 mió. kr., ásetir Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara er uml. 370.000 kr. til uml. 390.000 kr.

Hevur gjaldskyldugi eina munandi hægri ársinntøku, kann Familjufyrisitingin, út frá einari ítøkiligari meting, áseta gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan, íroknað hjúnafelagagjald, fer upp um 390.000 kr.

 

Hevur gjaldmóttakari onga ella sera lága inntøku

Tá gjaldskyldugi vanliga skal rinda ein fjórðing av muninum á inntøkunum í hjúnafelagagjaldi, kann tað gerast serliga tyngjandi fyri gjaldskylduga, um gjaldmóttakari hevur eina sera lága ella kanska onga inntøku. Tí verður ein ímyndað ársinntøka upp á 140.000 kr. (2024-støði) hjá móttakara brúkt til at rokna upphæddina til gjald.

 

Hevur gjaldskyldugi høgar útreiðslur til gjøld

Útreiðslur til hjúnafelaga- og barnagjald kunnu í mesta lagi vera ein triðingur av bruttoinntøkuni hjá gjaldskylduga. Eru samlaðu útreiðslurnar til gjøld meira enn ein triðingur, verður hjúnafelagagjaldið lækkað.

 

Dømi um útrokning av hjúnafelagagjaldi:

Dømi 1

Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku upp á 370.000 kr.

Gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku upp á 260.000 kr.

Parið hevur 2 børn, ið gjaldskyldugi er álagdur at rinda vanligt barnagjald til.

Munurin á inntøkuni hjá pørtunum, tá ið fyrilit er tikið fyri gjaldskyldu til børnini, er 82.112 kr.

1/4 av muninum er 20.528 kr.

Hjúnafelagagjaldið verður helst ásett til 2.000 kr. mánaðarliga.

 

Dømi 2

Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku upp á 725.000 kr.

Gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku upp á 250.000 kr.

Parið hevur 2 børn, sum gjaldskyldugi er álagdur at rinda vanligt barnagjald + 100 % til. Tað er 55.776 kr.

Munurin á inntøkuni hjá pørtunum, tá ið fyrilit er tikið fyri gjaldskylduna til børnini, er 419.224 kr.

1/4 av muninum er 104.806 kr.

Av tí, at eitt hjúnafelagagjald upp á 9.000 kr. mánaðarliga hevur við sær, at ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verður 355.000 kr., verður hjúnafelagagjaldið lækkað sum avleiðing av lutfalsliga høgu inntøkuni hjá gjaldmóttakara.

Hjúnafelagagjaldið verður helst ásett til 7.000 kr. mánaðarliga.

 

Dømi 3 - "ímyndað inntøka" og "gjaldsloft" 

Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku upp á uml. 1,6 mió. kr., og gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku upp á uml. 120.000 kr. Í samband við útrokning av støddini á hjúnafelagagjaldinum, verður inntøkan hjá gjaldmóttakara tó ásett til eina "ímyndaða ársinntøku" upp á uml. 140.000 kr.

1,6 mió. kr. minus 140.000 kr. = 1.460.000 kr.
1/4 av muninum er 365.000 kr. - t.e. 30.417 um mánaðin. 

Uttan fyrilit fyri einum "gjaldslofti" skuldi gjaldskyldugi rindað 365.000 kr. um árið í hjúnafelagagjaldi. Sostatt hevði ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verið uml. 485.000 kr. 

"Gjaldsloftið" og ársinntøkan hjá gjaldskylduga hava við sær, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara, íroknað hjúnafealagagjald, eigur at liggja millum uml. 370.000 - 390.000 kr.
Av tí at gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku upp á uml. 120.000 kr., kann hjúnafelagagjaldi eftir ”gjaldsloftinum” verða ásett til 22.000 kr. um mánaðin, soleiðis at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verður uml. 384.000 kr. Tað vil siga, at tað er faktiska ársinntøkan upp á 120.000 kr. - og ikki "ímyndaða ársinntøkan" á 140.000 kr. - sum verður brúkt, tá ið mett verður eftir "gjaldsloftinum”.

Tað ber til at søkja Familjufyrisitingina um, at støddin á hjúnafelagagjaldinum verður broytt. Til dømis, um broytingar eru í inntøkunum hjá pørtunum. Hjúnafelagar kunnu eisini semjast um, at støddin á hjúnafelagagjaldinum skal broytast.

Broytir Familjufyrisitingin støddina á gjaldinum, fáa hesar broytingar vanliga gildi frá fyrstkomandi gjaldkomudegi eftir avgerðina.

Hava hjúnafelagar sínámillum avtalað støddina á hjúnafelagagjaldinum, har tað samstundis er avtalað, at Familjufyrisitingin ikki kann broyta støddina, kann gjaldið bara broytast í Føroya Rætti. Rætturin kann broyta støddina á gjaldinum, um tað verður mett órímiligt at varðveita avtaluna orsakað av munandi broyttum viðurskiftum.

Les meira undir Úrgildisseting av hjúnafelagagjaldi.

Ynskir tú at søkja um broyting av hjúnafelagagjaldi, kanst tú senda Familjufyrisitingini eina umsókn. Tú skalt brúka umsóknarblaðið Umsókn um hjúnafelagagjald.

Um hjúnafelagar hava avtalað, at eingin skylda skal vera at gjalda hjúnafelagagjald, kann avtalan bara broytast av Føroya Rætti. Sama er galdandi, tá talan er um at broyta gildistíðina av avtaluni, soleiðis at avtalan verður broytt til at galda longri ella styttri.

Rætturin kann broyta avtaluna, um tað verður mett órímiligt at varðveita avtaluna orsakað av munandi broyttum viðurskiftum. Eisini kann rætturin broyta avtaluna, um mett verður, at avtalan er órímilig fyri annan hjúnafelagan, tá avtalan varð gjørd.

Ein dómsavgerð um gjaldskyldu og gjaldstíðarskeið kann broytast við dómi, um munandi broytt viðurskifti ella serligar orsøkir tala fyri broytingini.

Rindar tú hjúnafelagagjald sambært § 40 í hjúnabandslógini (t.v.s. eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað), kanst tú frá Almannaverkinum søkja um at fáa 40 % av rindaðu gjøldunum endurgoldin.

Fyri at fáa 40 % endurgoldið, skal hjúnafelagagjaldið vera álagt – t.v.s. at møguleiki ikki er fyri at fáa 40 % endurgoldið, um talan er um avtalað hjúnafelagagjald.

Harafturat eru ásettar freistir fyri, nær søkjast kann um slíkan stuðul. Sí meira um hetta á heimasíðuni hjá Almannaverkinum (www.av.fo).

Gev gætur, at móttikið hjúnafelagagjald skal uppgevast sum inntøka í skattauppgerð til TAKS.

Skyldan at gjalda hjúnafelagagjald fellur sjálvvirkandi burtur, um:

  • gjaldskyldugi doyr.
  • gjaldmóttakari verður giftur aftur.

Um gjaldmóttakari flytur saman við einum øðrum ella hevur eitt samlívslíknandi persónligt og/ella fíggjarligt samband við annan persón, kann Familjufyrisitingin, um mett verður, at tað er órímiligt hjá gjaldskylduga at halda fram at rinda hjúnafelagagjald, lækka gjaldið til 0 kr. Fyri at gera slíka broyting krevst, at annar hjúnafelagi søkir Familjufyrisitinga um at broyta hjúnafelagagjaldið.   

Ynskir tú at søkja um úrgildissetan av hjúnafelagagjaldi, skalt tú lata Familjufyrisitingini umsókn. Tú kanst brúka umsóknarblaðið Umsókn um hjúnafelagagjald.

Ein einkjupensjónsskipan er, at tá hjúnafelagar gjøgnum starv sítt hava gjørt avtalu um pensjónsskipan, sum gevur tí eina hjúnafelaganum rætt til pensjón, um hin hjúnafelagin (sum hevur rætt til pensjónina) doyr.

Skiljast hjúnafelagar, fellur rætturin til einkjupensjón vanliga burtur. Tað ber tó til at varðveita rættin eftir hjúnaskilnað, um hjúnafelagi hevur rætt til hjúnafelagagjald. Rætturin til einkjupensjón og rætturin til hjúnafelagagjald eru sínamillum tengdir, og hesum er týdningarmikið at vísa ans, tá hjúnafelagar gera avtala um hjúnafelagagjald. Í summum førum er tað eitt krav, at hjúnabandið hevur varað í minst 5 ár, fyri at rætturin til einkjupensjón er galdandi.

Flestu hjúnafelagar avtala sínámillum, hvussu gjaldingin skal fara fram. Til dømis við fastari bankaflyting.

Hjúnafelagagjald kann ikki gjaldast út frammanundan frá Almannaverkinum. Verður gjaldið ikki rindað, ber til at seta seg í samband við Almannaverkið. Almannaverkið kann, eftir at hava hoyrt gjaldskylduga, senda TAKS krav um innheintan av gjaldi. Eftir at hava innheintað gjaldið frá gjaldskylduga, flytur TAKS peningin til gjaldmóttakara.

Ynskir tú hjálp frá Almannaverkinum til at fáa eitt gjald innheintað, skalt tú seta teg í samband við Almannaverkið. Tú skalt lata Almannaverkinum skjal um hjúnafelagagjald (gjaldsavgerð) saman við umsóknini.

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo 

Hevur tú brúk fyri meira kunning um hjúnafelagagjald, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00