Útlendsk skjøl

Í sambandi við umsókn um ættleiðing biður Familjufyrisitingin í ávísum føri um, at eitt útlendsk vígsluskjal, føði- og dóps-/navnabræv og/ella skjal um foreldramyndugleika, skal vera løggilt (legaliserað), ella at ein Apostille-átekning skal vera á skjalinum.

Harafturat skulu útlendsk skjøl vera týtt, uttan so at skjølini eru á donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, enskum ella týskum. Les meira um týðing her ella á enskum her.

 

Viðurkenning av útlendskum vígsluskjølum

Eftir at Familjufyrisitingin hevur fingið løggilt vígsluskjal, um løggilding av skjalinum er kravt, metir Familjufyrisitingin um innihaldið í skjalinum. Mett verður eisini um innihaldið í øðrum útlendskum vígsluskjølum, har tað ikki er krav um løggilding.

Í tí sambandi verður eftirkannað, um

  • útlendski myndugleikin, ið hevur vígt, hevur myndugleika at víga.
  • hjúnafelagarnir vóru hjástaddir samstundis undir vígsluni.

Um nevndu treytir eru loknar, verður hjúnabandið viðurkent. Tá kann Familjufyrisitingin sundurlesa ella skilja hjúnafelagar, um treytirnar fyri sundurlesing ella hjúnaskilnaði annars eru loknar.

 

Hví løggilding ella Apostille-átekning?

Ein løggilding ella Apostille-átekning er váttan frá almennum myndugleika um, at tann persónurin, sum hevur undirskrivað eitt skjal, veruliga er tann persónurin, og hevur tann myndugleika, viðkomandi gevur seg út fyri at hava. Løggilding tekur ikki støðu til sjálvt innihaldið í skjalinum.

Løggilding ella Apostille-átekning verður framd við átekning á upprunaskjalið, tað vil siga á skjalið, ið er skrivað á upprunamálinum. Gev gætur, at eitt “váttað avrit” ella ein úrskrift av frumritinum er eisini at meta sum eitt upprunaskjal, um avritið ella úrskriftin er skrivað út av tí myndugleikanum, ið hevur skrivað frumritið.  

 

Løggilding

Ein løggilding er váttan frá almennum myndugleika um, at tann persónurin, sum hevur undirskrivað eitt skjal, veruliga er tann persónurin, og hevur tann myndugleika, viðkomandi gevur seg út fyri at vera og hava. Løggilding tekur ikki støðu til sjálvt innihaldið í skjalinum.

Løggildingarmannagongdin skal fara fram í landinum, sum hevur útflýggjað skjalið. Vanliga eru tað tríggir myndugleikar, ið løggilda eitt skjal (viðkomandi stjórnarráð, sum hevur útflýggjað skjalið, uttanríkismálaráðið í landinum, har skjalið er útflýggjað, og sendistova/konsulát frá tí landi, har skjalið skal leggjast fram. Tað vil siga, um skjalið skal leggjast fram í Føroyum er tað tann danska sendistovan/konsulátið í landinum, har skjalið er útflýggjað).

Dømi – skjal úr Iran:

  • Avvarðandi stjórnarráð í Iran skal løggilda undirskriftina hjá persóninum, ið hevur undirskrivað skjalið.
  • Uttanríkismálaráðið í Iran skal løggilda undirskriftina hjá útflýggjandi persóninum í avvarðandi stjórnarráði (nevndur í pkt. 1).
  • Danska sendistovan/konsulátið í Iran skal løggilda undirskriftina hjá persóninum í iranska Uttanríkismálaráðnum (nevndur í pkt. 2).

 

Apostille-átekning

Ein Apostille-átekning er eitt serligt slag av løggilding, hvørs endamál er at gera mannagongdina í sambandi við vanliga løggilding einfaldari (sí omanfyri um vanliga løggilding). Er talan um eitt land, ið hevur tikið undir við Haagersáttmálanum um Apostille, er tað bara neyðugt við eini løggilding av tí sokallaðu Apostille-átekningini. Tað er vanliga uttanríkismálaráðið í útflýggjandi landinum, sum hevur myndugleika at átekna almenn skjøl við einari Apostille-átekning. Yvirlit yvir hvør myndugleiki í einum Apostille-landi hevur myndugleika at átekna við einari Apostille-átekning sært tú við at trýsta her og síðani trýsta á talið undir “Auth”.

Dømi – skjal úr Filipsoyggjunum

  • Authentication Division
    Office of Consular Affairs
    Department of Foreign Affairs skal átekna skjalið við einari Apostilleátekning. Sí her.

Tað eru einans lond, sum eru fevnd av Apostillesáttmálanum, ið kunnu brúka hesa mannagongd. Yvirlit yvir Apostille-lond sært tú her.

 

Hvørji lond eru ikki fevnd av kravinum um løggilding?

Sum meginregla eru hesi lond ikki fevnd av kravinum um løggilding:

  • Evropa (tó krevst løggilding av vígsluskjølum frá ávísum londum, m.o. Albania, Hvítarussland, Bosnia-Hersigovina, Georgia, Kosovo, Russland, Ukraina)
  • Turkaland
  • USA
  • Kanada
  • Avstralia
  • Ný Sæland

Um tað í einum landi ikki er gjørligt at fáa skjøl løggild orsakað av umstøðunum í landinum, biður Familjufyrisitingin ikki um, at skjølini verða løggild.

Í løtuni ber ikki til at fáa skjøl frá ávikavist Afganistan, Bangladesj, Kamerun, Irak, Pakistan, Somalia, Suðursudan og Jemen løggilt av danskari sendistovu/konsuláti.

 

Tørvar tær hjálp?

Hevur tú trupult við at fáa til vega løggilt ella Apostille-áteknað skjal, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina og fáa vegleiðing.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00