Tilmelding
Barnið kann meldast til samrøðubólk við at fylla út og senda Familjufyrisitingini tilmeldingarskjalið við telduposti á famf@famf.fo ella við vanligum posti til Familjufyrisitingin, Dr. Jakobsens gøta 21, 100 Tórshavn - ella við at lata tað inn í avgreiðsluni.
Foreldrið, sum barnið hevur bústað hjá (bústaðarforeldrið), kann melda barnið til samrøðubólk - einsamalt ella saman við hinum foreldrinum (samveruforeldrinum). Bæði foreldrini verða boðin til kunnandi fund, og tað er til fyrimuns fyri barnið, at bæði foreldur luttaka.
Tá ið vit hava móttikið eina tilmelding, fáa tit eina móttøkuváttan. Bólkarnir verða settir saman eftir aldri og hvar í landinum børnini búgva. Vit kunnu tí ikki siga, nær tykkara barn kemur í ein samrøðubólk. Tað veldst um nær nokk av børnum eru tilmeldaði ein bólk.