Hjúnasáttmálar

Ein hjúnasáttmáli er ein avtala millum hjúnafelagar um ognarviðurskifti. Avtalan kann vera gjørd áðrenn ella eftir, at hjúnafelagar eru giftir.

Gávur millum hjúnafelagar, sum eru út yvir tað vanliga, skulu gevast gjøgnum hjúnasáttmála.

Avtalur millum hjúnafelagar um, at felagsogn skal vera serogn, ella at serognir skulu vera felagsogn, skulu somuleiðis gerast við at skriva hjúnasáttmála. Um hjúnasáttmáli ikki verður gjørdur, er alt felags ogn. Tað vil siga, at øll ogn verður deild við deyða ella hjúnaskilnað. Hjúnafelagarnir kunnu við hjúnasáttmála avtala, at ogn skal gerast serogn. Tað vil siga, at ognirnar, ið eru undir serognini, verða hildnar uttanfyri hjúnabandið og vera tí heldur ikki deildar við deyða ella hjúnaskilnað.

Allir hjúnasáttmálar skulu tinglýsast. Men í onkrum førum skal sáttmálin góðkennast av Familjufyrisitingini frammanundan. Sí meira um góðkenning niðanfyri.

Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur tinglýsingar. Set teg í samband við Umhvørvisstovuna viðvíkjandi hjúnasáttmála, sum skal tinglýsast. 

Summir hjúnasáttmálar skulu góðkennast av Familjufyrisitingini, áðrenn teir kunnu tinglýsast.

Hjúnasáttmálar, ið hava við sær, at ognir vera fluttar kostnaðarleyst millum hjúnafelagar, og sum samstundis eru gjørdir aftaná, at partarnir eru giftir, krevja góðkenning. 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00