Úrgildisseting av ættleiðing
Familjufyrisitingin kann seta eina ættleiðing úr gildi,
- tann ættleiddi og ættleiðarin/ættleiðararnir eru samdir um, at ættleiðingin skal setast úr gildi.
- tá ið ættleiðarar eru deyðir, um upprunaforeldrini og ættleidda barnið eru samd.
Úrgildisseting av ættleiðing merkir, at ættleidda barnið og ættleiðarar ikki longur hava eitt samband i rættarligum høpi. Millum annað merkir hetta, at arvarætturin fellur burtur. Úrgildisseting hevur ikki afturvirkandi rættarvirknað og ávirkar tí ikki til dømis longu falnan arv og goldin barnagjøld.
Hóast ein ættleiðing verður sett úr gildi, varðveitir tann ættleiddi rættin til bæði eftirnavn og millumnavn, sum hann fekk í samband við ættleiðingina.
Um tú/tit ynskja at søkja um, at ættleiðing verður sett úr gildi, skulu tú/tit senda eina umsókn til Familjufyrisitingina
Umsóknarblaðið er her.
Vegleiðing um úrgildisseting av ættleiðing er á síðstu síðu í umsóknarblaðnum.
Tørvar tær/tykkum fleiri upplýsingar um úrgildisseting av ættleiðing, ella eru í iva um ávíst, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina.