Burturættleiðing

Um tú/tit umhugsa at lata barnið hjá tær/tykkum til ættleiðing, kunnu tú/tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina.

Hjá Familjufyrisitingini kanst tú fáa ráðgeving um at lata barn til ættleiðing.

Um tú/tit avgera, at tú/tit vilja lata barn til ættleiðing, kunnu tú/tit í fyrsta lagi lata samtykki til at lata barnið til ættleiðing, tá tað er 3 mánaðar gamalt.

Í flestu førum, tá barn verður latið til ættleiðing, eru viðurskiftini dulnevnd. Tú/tit kenna ikki ættleiðingarforeldrini, og tey kenna ikki teg/tykkum. Tú/tit kunnu hava ávís ynski í mun til ættleiðingarfamiljuna og umhvørvið, ið barnið skal vaksa upp í – hetta vil verða virt í størsta mun.

Um pápin at barninum hevur lut í foreldramyndugleikanum, skal hann geva samtykki til at barnið verður latið at ættleiða. Um pápin ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, skal hann orða eina frágreiðing, har hann hevur møguleika at muta ímóti, at barnið verður latið til ættleiðing.

Hóast tú vilt lata barnið til ættleiðing, skal faðirskapur verða staðfestur. Tú skal tískil upplýsa, hvør er ella kann vera pápi  at barninum. Sí nærri um faðirskap her.  

Tú kanst angra avgerðina um at lata barn til ættleiðing, áðrenn tú hevur givið endaliga samtykkið.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00