Familjuættleiðing
Familjuættleiðing er ættleiðing, har ættleiðari ættleiðir ommu-/abbabarn, bróður-/systirbarn ella systkin. Familjuættleiðing kann eisini verða framd, um annað tætt tilknýti er galdandi millum ættleiðara og barnið. Eitt nú kann barnið vera fosturbarn hjá ættleiðara, ella ættleiðari hevur tætt tilknýti til foreldrini hjá barninum, t.d. eitt tilknýti eins og millum systkin. Vanliga verður kravt, at ættleiðari og upprunaforeldur eru uppvoksin saman ella hava havt eitt tætt tilknýti í longri tíð. Tað er tískil ikki nøktandi, at ættleiðari og foreldur hava verið góð vinfólk. Tað er eitt krav, at tað tætta tilknýtið millum ættleiðara og barn skal hava verið til staðar í longri tíð, vanliga 3 ár ella meira.
Barnið kann bæði vera yngri ella eldri enn 18 ár. Tá barnið er eldri enn 18 ár, er talan um vaksnamanna familjuættleiðing. Um barnið er ríkisborgari í útlandinum, er talan um altjóða familjuættleiðing, og um barnið hevur bústað í danska ríkinum, er talan um innanlands familjuættleiðing.
Tá barn verður ættleitt, gerast viðurskiftini millum ættleidda barnið og ættleiðara, eins og var ættleiðari upprunaforeldur hjá barninum. Tað merkir, at tá ættleitt verður, fær ættleiðari foreldramyndugleika og uppihaldsskyldu av ómynduga barninum. Ættleiðari verður verji hjá ómyndugum barni, ættleidda barnið fær arvarætt, og ættleidda barnið kann eisini fáa eftirnavnið hjá ættleiðara.
Samanumtikið kann sigast um ættleiðing, at tá ættleitt verður, tekur ein eitt barn til sín, og somu rættindi og fylgjur fylgja við, eins og var talan um eitt barn, ið ein sjálvur hevði borið í heim.
Loyvi at ættleiða er grundleggjandi treytað av, at ættleiðingin er til barnsins besta.
Um Familjufyrisitingin metir, at talan er um familjuættleiðing, verður ikki kravt, at ættleiðari/ættleiðarar verða góðkend sum ættleiðarar.
Ein familjuættleiðing er ikki ein dulnevnd ættleiðing.
Tað ber til at søkja um familjuættleiðing við at senda Familjufyrisitingini umsókn um familjuættleiðing. Umsóknaroyðublaðið er her.
Nevndu skjøl skulu sendast við umsóknini:
- Føði- ella dópsbræv hjá umsøkjara
- Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá umsøkjara
- P-talsprógv hjá umsøkjara
- Føði- ella dópsbræv hjá barninum
- Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá barninum
- P-talsprógv hjá barninum
- Skjalprógv fyri foreldramyndugleika yvir barninum (um barnið er yngri enn 18 ár)
- Møguligt skjal um barnagjald (barnapening)
- Vígslubræv hjá umsøkjara (um giftur)
- Avrit av passi
- Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
- Ársuppgerð fyri seinastu 2 árini hjá ættleiðara/ættleiðarum.
- Fosturloyvi, um barnið er hjá ættleiðara, og sambandið er tengt at fosturloyvi.
Útlendsk skjøl skulu latast við sum upprunaeintøk ella sum váttað avrit. Eisini skulu váttaðar umsetingar viðleggjast, tó ikki um skjølini eru á donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, enskum ella týskum.
Kravt verður, at øll útlendsk føðibrøv verða løggild samsvarandi vanligari mannagongd fyri løggildan av familjurættarligum skjølum. Víst verður til vegleiðingina hjá Ankestyrelsen um skjalprógvan fyri sanngildinum af familjurættarligum skjølum frá útlandinum.
Vegleiðing um skjalprógvan fyri sanngildinum av familjurættarligum skjølum frá útlandinum er tøk her (á donskum).
Tá ein umsókn um familjuættleiðing er móttikin, heintar Familjufyrisitingin upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at meta um umsóknina. Millum annað heintar Familjufyrisitingin bústaðaryvirlit hjá umsøkjara/um, eina fullkomna revsiváttan og útsøgn frá Fosturforeldraskipanini, um umsøkjari/ar lúka treytirnar fyri at hava eitt barn til fosturs.
Harafturat skal Familjufyrisitingin lýsa hugburðin hjá barninum og upprunaforeldrunum til umsóknina um ættleiðing.
Umsøkjari, barnið og upprunaforeldur verða vanliga biðin um at koma til eina samrøðu hjá Familjufyrisitingini har málið verður lýst, og vegleiðing verður givin.
Gjørt verður vart við, at Familjufyrisitingin eisini biður børn frá umleið 7 ára aldri til eina samrøðu fyri at lýsa teirra sjónarmið til ættleiðingina. Er barnið eldri enn 18 ár, skal barnið geva samtykki til ættleiðingina.
Um barnið er eldri enn 18 ár, heintar Familjufyrisitingin eina váttan frá upprunaforeldrum, har tey lýsa síni sjónarmið til umsóknina um ættleiðing.
Um barnið er yngri enn 18 ár, og upprunaforeldrini hjá barninum hava felags foreldramyndugleika, skulu upprunaforeldrini hjá barninum geva samtykki til ættleiðingina.
Um eina foreldrið einsamalt hevur foreldramyndugleikan, skal hetta foreldrið geva samtykki til ættleiðingina, meðan upprunaforeldrið, ið ikki hevur foreldramyndugleika, skal orða sína støðu til umsóknina.
Um talan er um familjuættleiðing av útlendskum barni, ið (enn) býr í útlandinum, ella sum er fingið til Føroyar fyri síðani at vera ættleitt, dregur Familjufyrisitingin myndugleikarnar í upprunalandinum inn í málið.
Um barnið harafturímóti hevur fastan bústað í Føroyum, er tørvur vanliga ikki á at draga útlendskar myndugleikar inn í málið um familjuættleiðing.
Um barnið býr uttanlands verða serstakar kanningar gjørdar av ávíkavist viðurskiftunum hjá ættleiðara/um og viðurskiftunum hjá barninum.
Familjufyrisitingin fremur kanningina av ættleiðara/um. Upprunalandið hjá barninum kannar vanliga eisini viðurskiftini hjá barninum. Kanningin hjá Familjufyrisitingini umfatar vanliga hesi viðurskifti hjá ættleiðara/um:
- Bústað, yrki og fíggjarstøðu
- Heilsustøðu
- Bakgrund, familjuviðurskifti og sosiala umhvørvi
- Kunnleika til børn
- Upplýsingar viðvíkjandi øðrum børnum í heiminum
- Samlív hjá ættleiðarum
- Grundgeving fyri at vilja ættleiða
- Førleika at átaka eina altjóða ættleiðing
Eitt týðandi endamál við at fremja eina kanning av viðurskiftunum hjá barninum er at skapa neyðuga grundarlagið fyri at meta, um fyrimunirnir við ættleiðing eru so mikið stórir, at tað samsvarar við vansarnar av, at barnið skal flyta frá upprunalandinum til nýggja umhvørvið í Føroyum.
Um talan er um ættleiðing av útlendskum barni yngri enn 12 ár, fær barnið sjálvvirkandi danskan ríkisborgararætt. Um talan er um ættleiðing av barni eldri enn 12 ár, fær barnið ikki sjálvvirkandi danskan ríkisborgararætt. Tó er gjørligt at søkja um danskan ríkisborgararætt.
Tað er ein grundleggjandi treyt fyri ættleiðing, at ættleiðing verður mett at vera fyri barnsins besta.
Familjuættleiðing kann verða framd av einligum, av hjúnafeløgum ella samlivandi. Fyri hjúnafelagar ella samlivandi er útgangsstøðið, at ættleiðing einans ber til saman við hjúnafelaganum ella samlivanum.
Fyri familjuættleiðing eru hesar treytir galdandi:
- Hjún ella samlivandi skulu hava búð saman í minsta lagi 2 ½
- Um barnið er yngri enn 18 ár, skal tað vera møguligt, at tað kann náa at búgva hjá ættleiðarum í minsta lagi 3 ár, áðrenn tað fyllir 18
- Um barnið er 18 ár ella eldri, skal tað hava búð saman við ættleiðarum í minsta lagi í 3 ár, áðrenn tað fylti 18
- Ættleiðari/ar skal vera í minsta lagi 25 ár. Í serligum førum kann ættleiðing fremjast, um ættleiðari/ar eru fylt 18
- Ættleiðari/ar skal vera í minsta lagi 14 ár eldri enn barnið.
- Tað skal skjalprógvast fyri ættarbandinum millum ein av ættleiðarunum og barnið við t.d. føðibrøvum hjá viðkomandi familjulimum.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo