Hjúnaskilnaður uttan sundurlesing
Tað er Familjufyrisitingin, sum i Føroyum gevur loyvi til hjúnaskilnað uttan sundurlesing frammanundan. Í Danmark er tað Familieretshuset.
Hjún skulu vanliga vera sundurlisin, áðrenn tey kunnu skiljast. Tað ber tó til at skiljast uttan sundurlesing, til dømis orsakað av
- hjúnalagsbroti (ótrúskapi),
- at hjúnafelagarnir, orsakað av ósemju, ikki hava búð saman seinastu 2 árini,
- harðskapi, ella
- tvígiftu (bigami).
Hjúnalagsbrot
Vil ein skiljast orsakað av hjúnalagsbroti, skal Familjufyrisitingin hava váttan frá persóninum, sum hjúnafelagin hevur verið ótrúgv/-ur við, sí oyðublað til slíka váttan her. Tað er bara tann hjúnafelagin, ið hevur verið fyri hjúnalagsbroti, ið kann krevja hjúnaskilnað uttan at hava verið sundurlisin frammanundan. Hjúnafelagin, ið hevur verið (ella er) ótrúgvur, kann ikki krevja hjúnaskilnað orsakað av egnum ótrúskapi.
2 ára samlívsslit
Vil ein skiljast orsakað av, at hjúnafelagarnir ikki hava búð saman í 2 ár orsakað av ósemju, skal tað skjalprógvast antin við bústaðarváttan frá landsfólkayvirlitinum, ella við at fáa tveir nærstandandi persónar at vátta samveruslitið. Sí oyðublað til Váttan um samlívsslit í 2 ár her.
Harðskapur
Vil ein skiljast orsakað av harðskapi, skal skjalatilfar vera til taks – læknaváttan og politifráboðan. Tað er bara tann hjúnafelagin, ið hevur verið fyri harðskapinum, sum kann krevja beinleiðis hjúnaskilnað uttan at hava verið sundurlisin frammanundan. Hjúnafelagin, ið hevur framt harðskapin, kann ikki krevja hjúnaskilnað orsakað av egnum harðskapi.
Við hjúnaskilnaði verður hjúnabandið endað endaliga. Tað merkir millum annað, at:
- felagsbúgvið fellur burtur.
- hjúnafelagar arva ikki longur hvønn annan.
- støða skal takast til uppihaldsskyldu hjúnafelagar millum (hjúnafelagagjald).
- trúskaparskyldan fellur burtur.
- (Fyrrverandi) Hjúnafelagar kunnu giftast við øðrum.
Eru hjúnafelagar samdir um
- at skiljast,
- treytirnar í sambandi við hjúnaskilnaðin (m.a. hjúnafelagagjald),
- orsøkina til beinleiðis hjúnaskilnað, t.v.s., at báðir hjúnafelagar taka undir við at skiljast orsakað av hjúnalagsbroti, harðskapi, 2 ára samlívssliti ella tvígiftu (bigami),
kann Familjufyrisitingin skilja hjúnafelagar við loyvi, uttan at sundurlesing hevur verið frammanundan. Beinleiðis hjúnaskilnaður (at skiljast uttan sundurlesing frammanundan) er sostatt treytað av, at tað er ein haldgóð grund.
Eru hjúnafelagar ikki samdir um at skiljast og/ella um orsøkina til hjúnaskilnað, og/ella verður semja millum hjúnafelagar ikki rokkin um treytirnar í sambandi við sundurlesingina, kann Familjufyrisitingin ikki skilja við loyvi.
Við ósemju er tað bara Føroya Rættur, sum kann skilja hjúnafelagar. Skal hjúnaskilnaðarmálið fyri Føroya Rætt, krevur tað, at annar hjúnarfelagi leggur mál fyri Føroya Rætt. Vanliga krevur tað eisini, at partarnir hava hvør sín sakførara.
Tað ber til at søkja um frían rættargang í Føroya Rætti. Fríur rættargangur er ein skipan, har ríkiskassin rindar fyri útreiðslur tínar í sambandi við eitt sakarmál, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Sí meira um frían rættargang á heimasíðuni hjá Føroya Rætti her.
Tá Familjufyrisitingin hevur fingið umsókn um hjúnaskilnað uttan sundurlesing frammanundan – sum bara krevur undirskrift frá øðrum hjúnafelagi, verða báðir hjúnafelagar bidnir at koma til felags fund. Á fundinum skal fáast greiðu á, um hjúnafelagarnir taka undir hjúnaskilnaðinum, íroknað orsøkina til tess, og harumframt skal samráðast um treytirnar í sambandi við hjúnaskilnað. Á fundinum verða hjúnafelagar eisini vegleiddir nærri um rættarvirknaðin av hjúnaskilnaði, umframt at tað er møguleiki at spyrja meira nágreiniliga, hvat hjúnaskilnaður í roynd og veru er, hvørjar avleiðingarnar eru ella um onnur ivamál.
Tá umsókn um hjúnaskilnað uttan sundurlesing frammanundan verður send Familjufyrisitingini, skulu hesi skjøl leggjast við:
- Avrit av vígsluváttan.
- Avrit av føði- og dóps- ella navnabrøvum hjá hjúnafeløgunum og felags barni/børnum undir 18 ár.
- Avrit av møguligum hjúnasáttmálum, og
- skjalprógv viðvíkjandi orsøk til hjúnaskilnað uttan sundurlesing frammanundan.
Fyri at verða skildur uttan sundurlesing frammanundan við loyvi frá Familjufyrisitingini, skulu tú og hjúnafelagi tín, umframt at taka undir við at skiljast og um orsøkina til tess, eisini verða samd um nakrar ávísar treytir.
Lógarásettu treytirnar, ið støða skal takast til samstundis við beinleiðis hjúnaskilnaðin, eru:
- Hjúnafelagagjald
Og um tit hava serogn, um
- hjúnafelagin við serognini, skal gjalda hinum hjúnafelagnum eina góðgerð (kompensatión).
Gev gætur, at semja um treytina at gjalda hjúnafelagagjald merkir, at semja skal vera um, hvørt annar skal gjalda hjúnafelagagjald til hin, um talan skal vera um hjúnafelagagjald millum hjúnafelagarnar, ella um eingin skal gjalda hjúnafelagagjald. Um semja er um, at annar skal gjalda hjúnafelagagjald til hin, skal semja eisini vera um, hvussu leingi viðkomandi skal gjalda hinum hjúnafelagagjald, t.v.s. áramál.
Er semja um, at annar skal gjalda hjúnafelagagjald til hin, men semja er ikki um, hvussu stórt hjúnafelagagjaldið skal vera, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn taka skrivliga avgerð um hetta.
Les meira um hjúnafelagagjald her.
Um báðir partar vilja tað, kann mekling fara fram hjá einum presti undan fundinum í Familjufyrisitingini.
Gev gætur, at tit kunnu seta kross í teigin í umsóknarblaðum um, tit ynskja at royna mekling hjá presti. Tú finnur oyðublaðið her.
Tá foreldur eru gift, hava foreldur felags foreldramyndugleika yvir felags barni/børnum. Felags foreldramyndugleikin yvir felags barni/børnum heldur fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað uttan so, at foreldrini eru samd um at seta úr gildi felags foreldramyndugleikan. Eru foreldrini ikki samd um, hvørt felags foreldramyndugleikin skal halda fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað, kann málið leggjast fyri Føroya Rætt. Føroya Rættur tekur síðan støðu til, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Í sambandi við ósemju um foreldramyndugleikan, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling, sum tú kanst lesa meira um her.
Familjufyrisitingin kann áseta barnagjald, um søkt verður um hetta. Sama um sundurlesingarmálið ella hjúnaskilnaðarmálið skal viðgerast í Familjufyrisitingini ella í Føroya Rætti. Sí meira um barnagjald her.