Staðfesting av faðirskapi

Ógift mamma at nýføðingi kann fara inn á Vangan at fráboða, hvør er pápi at barninum. Far til Vangan hjá Familjufyrisitingini við at klikkja á leinkið niðanfyri

Fráboða faðirskap á Vanganum

Eftir at mamman hevur boðað Familjufyrisitingini frá, hvør pápin at barninum er, vendir Familjufyrisitingin sær til fráboðaða pápan, soleiðis at pápin kann vátta faðirskapin. Les meira um staðfesting av, hvør er pápi eitt barn av ógiftum foreldrum her.

 

Tað ber eisini til at fylla út oyðublaðið talgilt og senda tað til Familjufyrisitingina. Far til oyðublaðið við at klikkja á leinkið niðanfyri

Fráboðan av faðirskapi

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00