Stjúkbarnaættleiðing

Stjúkbarnaættleiðing er ættleiðing, har ættleiðari ættleiðir barnið hjá hjúnafelaganum ella samlivanum. Barnið kann bæði vera yngri ella eldri enn 18 ár. Tá barnið er eldri enn 18 ár, er talan um vaksnamannaættleiðing. Um barnið er útlendskur ríkisborgari, er talan um altjóða stjúkbarnaættleiðing, og um barnið hevur bústað í danska ríkinum, er talan um innanlands stjúkbarnaættleiðing.

Við stjúkbarnaættleiðing verður barnið hjá hjúnafelaganum ella samlivanum at rokna sum felags barn hjá ættleiðandi foreldri og tí, viðkomandi er gift/giftur ella livir saman við.

Tað er ikki krav at fáa góðkenning sum ættleiðari í sambandi við stjúkbarnaættleiðing.

Stjúkabarnaættleiðing er ikki dulnevnd, orsakað av at tað er barn hjá hjúnafelaga ella samliva.

Tað ber til at søkja um stjúkbarnaættleiðing við at senda Familjufyrisitingina umsókn um stjúkbarnaættleiðing. Umsóknaroyðublaðið er her.

Hesi skjølini skulu sendast við umsóknini:

  • Føði- ella dópsbræv hjá umsøkjara
  • Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá umsøkjara
  • P-talsprógv hjá umsøkjara
  • Føði- ella dópsbræv hjá barninum
  • Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá barninum
  • P-talsprógv hjá barninum
  • Skjalprógv fyri foreldramyndugleika yvir barninum (um barnið er yngri enn 18 ár)
  • Møguligt skjal um barnagjald (barnapening)
  • Vígslubræv hjá umsøkjara (um giftur)
  • Møguligt fyrrverandi ættleiðingarloyvi av barninum
  • Um barnið hevur útlendskan ríkisborgararætt, skal avrit av uppihaldsloyvi hjá barninum eisini leggjast við.
     

Útlendsk skjøl skulu latast við sum upprunaeintøk ella sum váttað avrit. Eisini skulu váttaðar umsetingar viðleggjast, tó ikki um skjølini eru á donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, enskum ella týskum.

Kravt verður, at øll útlendsk føðibrøv verða løggild samsvarandi vanligari mannagongd fyri løggildan av familjurættarligum skjølum. Víst verður til vegleiðingina hjá Ankestyrelsen um skjalprógvan fyri sanngildinum af familjurættarligum skjølum frá útlandinum.

Vegleiðing um skjalprógvan fyri sanngildinum av familjurættarligum skjølum frá útlandinum er tøk her (á donskum).

Tá umsókn um stjúkbarnaættleiðing er móttikin, heintar Familjufyrisitingin upplýsingarnar, sum eru neyðugar at meta um umsóknina. Millum annað skulu sjónarmiðini, sum barnið og upprunaforeldur hava um ættleiðingina, lýsast.

Umsøkjari, hjúnafelagi ella samlivi hjá umsøkjara og barnið verða vanliga biðin um at koma til eina samrøðu hjá Familjufyrisitingini. Endamálið við fundinum er at lýsa málið, og samstundis veitir Familjufyrisitingin vegleiðing og kunning um ættleiðing og ættleiðingartilgondina. 

Gjørt verður vart við, at Familjufyrisitingin eisini biður børn frá umleið 7 ára aldri um at koma til samrøðu, soleiðis at tey kunnu greiða frá sínum sjónarmiði um ættleiðingina.

Er barnið eldri enn 18 ár, skal viðkomandi geva samtykki til ættleiðingina. Og um barnið er eldri enn 18 ár, heintar Familjufyrisitingin eina váttan frá báðum upprunaforeldrinum, har upprunaforeldur lýsa sítt sjónarmið til umsóknina um ættleiðing.

Um barnið er yngri enn 18 ár, og upprunaforeldrini hava felags foreldramyndugleika, skulu bæði upprunaforeldur hjá barninum geva samtykki til ættleiðingina.

Um eina foreldrið einsamalt hevur foreldramyndugleikan, skal hetta foreldrið geva samtykki til ættleiðingina, meðan upprunaforeldrið, ið ikki hevur foreldramyndugleika, skal lata eina váttan til Familjufyrisitingini, ið lýsir støðuna hjá foreldrinum til umsóknina.

Um talan er um stjúkbarnaættleiðing av útlendskum barni, ið (enn) býr í útlandinum, ella sum er fingið til Føroyar fyri at verða ættleitt, dregur Familjufyrisitingin myndugleikarnar í upprunalandinum inn í málið.

Um barnið harafturímóti hevur fastan bústað í Føroyum, er tørvur vanliga ikki á at draga útlendskar myndugleikar inn í málið um stjúkbarnaættleiðing.

Um talan er um ættleiðing av útlendskum barni yngri enn 18 ár við einum útlendskum foreldri, og har útlendska foreldrið er gift føroyingi, fær barnið ikki danskan ríkisborgararætt av sær sjálvum. Tað er tó gjørligt at søkja um danskan ríkisborgararætt.

Tað er ein grundleggjandi treyt, at ættleiðing verður mett at vera til barnsins besta.

Um tú ynskir at ættleiða títt stjúkbarn, tvs. barnið hjá hjúnafelaganum ella samlivanum, er ein røð av treytum galdandi:  

Felags treytir:

  • Tú skalt hava búð saman við pápanum ella mammuni hjá barninum í minsta lagi 2 ½ ár.
  • Tú skalt hava fylt 25 ár. Í serligum førum kann ættleiðing fremjast, um tú hevur fylt 18 ár.
  • Tú skalt vera í minsta lagi 14 ár eldri enn stjúkbarnið, ið tú vilt ættleiða.

Um barnið er yngri enn 18 ár:

  • Tú skalt hava búð saman við barninum í minsta lagi 2 ½ ár.
  • Tað skal vera møguligt, at barnið kann náa at búgva hjá tær í minsta lagi 3 ár, áðrenn tað fyllir 18 ár.
  • Tú og mamman ella pápin at barninum skulu vera gift ella samlivandi í einum stabilum hjúnabandslíknandi parlagi.

Um barnið er 18 ár ella eldri:

  • Tú skalt hava búð saman við barninum í minsta lagi í 3 ár, áðrenn barnið fylti 18 ár.
  • Tú og mamman ella pápin at barninum skulu vera ella hava verið gift ella samlivandi í einum stabilum hjúnabandslíknandi parlagi.

 

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo 

Vilt tú vita meira um stjúkbarnaættleiðing, kanst tú:

  • lesa faldara hjá Familjufyrisitingini um stjúkbarnaættleiðing her.
  • lesa meira á heimasíðuni hjá Ankestyrelsen her.
+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00