Hjúnaskilnaður eftir sundurlesing
Tað ber í fyrsta lagi til at søkja um hjúnaskilnað við støði í einum sundurlesingarloyvi ella einum sundurlesingardómi 6 mánaðir eftir sundurlesingardagin. Sundurlesingardagurin er annaðhvørt dagfestingin, sum stendur á sundurlesingarloyvinum, ella dagurin, tá ið dómur fall.
Eru hjúnafelagir samdir um hjúnaskilnað, kunnu hjúnafelagar sostatt skiljast 6 mánaðir eftir sundurlesingardagin.
Eru hjúnafelagar ósamdir, kann tann hjúnafelagin, ið vil skiljast, í fyrsta lagi skiljast, tá sundurlesingin hevur vart í minsta lagi í 1 ár. Hjúnafelagin, ið vil skiljast, skal sostatt bíða 6 mánaðar afturat (1 ár tilsamans), áðrenn viðkomandi hevur rætt til hjúnaskilnað.
Hjúnafelagi hevur rætt til hjúnaskilnað eftir 1 ára sundurlesing, sama um hin hjúnafelagin er samdur ella ikki. Hetta merkir eisini, at einki krav er um eina haldgóða grundgeving ella orsøk til hjúnaskilnaðin.
Tó er tað soleiðis, at eru hjúnafelagar ikki samdir um hjúnaskilnaðin, ella eru hjúnafelagar ikki samdir um treytina um møguligt hjúnafelagagjald í sambandi við hjúnaskilnaðin, kann Familjufyrisitingin ikki skilja hjúnini. Er ósemja, fæst hjúnaskilnaður bara við dómi í Føroya Rætti.
Rættarvirknaðurin av hjúnaskilnaði við støði í sundurlesing er, umframt rættarvirknaðin, sum kom í sambandi við sundurlesingina (sí her), at hjúnafelagar eftir hjúnaskilnaðin kunnu giftast av nýggjum. Rættarvirknaðurin, ið kom í sambandi við sundurlesingina verður sostatt endaligur, tá ið hjúnafelagar verða skildir.
Talan er um tvær ymiskar mannagongdir í samband við hjúnaskilnaði við sundurlesing frammanundan. Avgerandi er, um tit í sambandi við sundurlesingina avtalaðu, at hjúnafelagagjaldið í sambandi við sundurlesingina skuldi halda fram eftir hjúnaskilnaðin, ella um gjaldið einans skuldi galda í sundurlesingartíðini.
Avtala um, at hjúnafelagagjald skal halda fram eftir hjúnaskilnaðin
Tá Familjufyrisitingin hevur fingið umsókn um hjúnaskilnað við støði í sundurlesing, har hjúnafelagarnir í samband við sundurlesing avtalaðu, at hjúnafelagagjald skuldi halda fram eftir hjúnaskilnaðin, verður umsóknin vanliga viðgjørd skrivliga. Hjúnafelagarnir vera tí ikki bidnir at koma til fund. Familjufyrsitingin eftirkannar, um tíðarásetta kravið um at hava verið sundurlisin í minsta lagi 6 mánaðir er lokin.
Tá umsókn um hjúnaskilnað verður send Familjufyrisitingini, skulu hesi skjøl leggjast við:
- Avrit av vígsluváttan.
- Avrit av føði- og dóps- ella navnabrøvum hjá hjúnafeløgunum og felags barni/børnum undir 18 ár.
- Avrit av møguligum hjúnasáttmálum.
- Frumrit av sundurlesingarloyvi ella –dómi.
Tað stendur í sundurlesingarloyvinum (ella -dóminum), um hjúnafelagagjaldið heldur fram eftir skilnað, ella um gjaldið einans er galdandi í sundurlesingartíðini.
Avtala, at avtalan um hjúnafelagagjald einans skal galda í sundurlesingartíðini
Tá Familjufyrisitingin hevur fingið umsókn um hjúnaskilnað við støði í sundurlesing, har hjúnafelagar í samband við sundurlesingini hava avtalað, at hjúnafelagagjald í sambandi við sundurlesingina bara skal galda í sundurlesingartíðini, verða hjúnafelagar kallaðir á felags fund. Á fundinum skal fáast greiðu á, um hjúnafelagar taka undir við skilnaði, og harumframt skal samráðast um møguligt hjúnafelagagjald. Á fundinum verða hjúnafelagar eisini vegleiddir nærri um rættarvirknaðin av hjúnaskilnaði, umframt at møguleika er fyri at spyrja meira nágreiniliga, hvat hjúnaskilnaður í roynd og veru er, hvørjar avleiðingarnar eru ella um onnur ivamál.
Tá umsókn um hjúnaskilnað, við støði í sundurlesing, verður send Familjufyrisitingini, skulu hesi skjøl leggjast við:
- Avrit av vígsluváttan.
- Avrit av føði- og dóps- ella navnabrøvum hjá hjúnafeløgunum og felags barni/børnum undir 18 ár.
- Avrit av møguligum hjúnasáttmálum.
- Frumrit av sundurlesingarloyvi ella –dómi.
Tað stendur í sundurlesingarloyvinum (ella -dóminum), um hjúnafelagagjaldið heldur fram eftir skilnað, ella um gjaldið einans er galdandi í sundurlesingartíðini.
Familjufyrisitingin kann skilja hjúnafelagar, um hjúnafelagar í sambandi við sundurlesingina vóru samdir um, at hjúnafelagagjald skal halda fram eftir hjúnaskilnað, um hjúnafelagar vóru samdir um at skiljast, og um hjúnafelagar lúka tíðarkravið um at hava verið sundurlisnir í minsta lagi 6 mánaðir eftir sundurlesingardagin. Sundurlesingardagurin er annaðhvørt dagfestingin, sum stendur á sundurlesingarloyvinum, ella dagurin, tá ið dómur fall.
Tað stendur í sundurlesingarloyvinum (ella -dóminum), um hjúnafelagagjaldið heldur fram eftir skilnað, ella um gjaldið einans er galdandi í sundurlesingartíðini.
Um tit ikki eru samd um at verða skild
Eru hjúnafelagar ikki samdir um hjúnaskilnað, kann Familjufyrisitingin ikki skilja tykkum við loyvi. Er ósemja, er tað bara Føroya Rættur, sum kann fremja hjúnaskilnað við dómi. Er ósemja, skal sundurlesingin hava vart í minsta lagi 1 ár. Sundurlesingardagurin er annaðhvørt dagfestingin, sum stendur á sundurlesingarloyvinum ella dagurin, tá ið dómur fall.
Skal hjúnaskilnaðarmálið fyri Føroya Rætt, krevur tað, at annar tykkara leggur mál um hjúnaskilnað fyri Føroya Rætt. Vanliga krevur tað eisini, at partarnir hava hvør sín advokat.
Tað ber til, at søkja um frían rættargang í Føroya Rætti. Fríur rættargangur er ein skipan, har ríkiskassin rindar fyri útreiðslur tínar í sambandi við eitt sakarmál, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Sí meira um frían rættargang á heimasíðuni hjá Føroya Rætti her.
Hjúnafelagar eru samdir um hjúnaskilnað og semjast um hjúnafelagagjald
Um hjúnafelagar í samband við sundurlesing avtalaðu, at støða skuldi takast til hjúnafelagagjald, tá/um hjúnaskilnaður gjørdist veruleiki, skal støða takast til hjúnafelagagjald í sambandi við hjúnaskilnaðin. Fyri at hjúnaskilnaður kann veitast við loyvi, er tað ein treyt, at hjúnafelagar eru samdir um treytina um hjúnafelagagjald. Tað vil siga, at semja skal vera um, um annar skal gjalda hjúnafelagagjald til hin, um talan skal vera um hjúnafelagagjald hjúnafelagarnar millum, ella um einki hjúnafelagagjald skal vera. Um hjúnafelagar semjast um, at annar skal gjalda hinum hjúnafelagagjald, skal semja eisini vera um, hvussu leingi viðkomandi skal gjalda hinum hjúnafelagagjald, t.v.s. áramál.
Eru semja um, at annar skal gjalda hjúnafelagagjald, men semja er ikki um, hvussu stórt hjúnafelagagjaldið skal vera, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn gera skrivliga avgerð um hetta.
Les meira um hjúnafelagagjald her.
Um Familjufyrisitingin skal skilja hjúnafelagar við loyvi, er tað harumframt ein treyt, at semja er um sjálvan hjúnaskilnaðin, og at tíðarkravið um, at sundurlesing hevur vart í minsta lagi 6 mánaðar, er lokið.
Tað stendur í sundurlesingarloyvinum (ella -dóminum), um hjúnafelagagjaldið heldur fram eftir skilnað, ella um gjaldið einans er galdandi í sundurlesingartíðini.
Hjúnafelagar eru ósamdir um hjúnaskilnað, og/ella ósamdir um hjúnafelagagjaldið
Eru hjúnafelagar ikki samdir um at skiljast, og/ella semja verður um hjúnafelagagjald ikki verður rokkin - sí nærri her um treytir í sambandi við hjúnaskilnað - kann Familjufyrisitingin ikki skilja tykkum við loyvi.
Er ósemja, er tað bara Føroya Rættur, sum kann fremja hjúnaskilnað við dómi. Og tá er kravið, at sundurlesingin hevur vart í minsta lagi 1 ár. Sundurlesingardagurin er annaðhvørt dagfestingin, sum stendur á sundurlesingarloyvinum ella dagurin, tá ið dómur fall.
Skal hjúnaskilnaðarmálið fyri Føroya Rætt, krevur tað, at annar tykkara leggur mál um hjúnaskilnað fyri Føroya Rætt. Vanliga krevur tað eisini, at partarnir hava hvør sín advokat.
Tað ber til, at søkja um frían rættargang í Føroya Rætti. Fríur rættargangur er ein skipan, har ríkiskassin rindar fyri útreiðslur tínar í sambandi við eitt sakarmál, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Sí meira um frían rættargang á heimasíðuni hjá Føroya Rætti her.
Um báðir partar vilja, kan mekling fara fram hjá einum presti undan fundinum í Familjufyrisitingini.
Gevið gætur, at tit kunnu seta kross í teigin í umsóknarblaðum, um tit ynskja at royna mekling hjá presti. Tú finnur oyðublaðið her.
Tá ein er giftur, hava foreldrini felags foreldramyndugleika. Felags foreldramyndugleikin yvir felags barni/børnum heldur fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað, uttan so, at foreldrini eru samd um at seta úr gildi felags foreldramyndugleikan. Eru foreldrini ikki samd um, hvørt felags foreldramyndugleikin skal halda fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað, kann málið leggjast fyri Føroya Rætt. Føroya Rættur tekur síðan støðu til, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Í sambandi við ósemju um foreldramyndugleikan, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og/ella ósemjumekling – sí meira undir barnaserkøna ráðgeving.
Tá foreldur eru gift, hava tey felags foreldramyndugleika yvir børnum, sum tey eiga í felag. Felags foreldramyndugleikin heldur fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað, uttan so, at foreldrini eru samd um at seta úr gildi felags foreldramyndugleikan. Eru foreldrini ikki samd um, hvørt felags foreldramyndugleikin skal halda fram eftir sundurlesing/hjúnaskilnað, kann málið leggjast fyri Føroya Rætt. Føroya Rættur tekur síðan støðu til, hvør skal hava foreldramyndugleikan.
Í sambandi við ósemju um foreldramyndugleika, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling – sí meira undir barnaserkøna ráðgeving.
Familjufyrisitingin kann áseta barnagjald, um søkt verður um hetta. Sama um sundurlesingarmálið ella hjúnaskilnaðarmálið skal viðgerast í Familjufyrisitingini ella í Føroya rætti. Sí meira um barnagjald her.