Sammóðurskapur
Fáa tvær kvinnur barn saman við eftirgjørdum gitnaði, verður føðandi kvinnan sjálvvirkandi skrásett sum mamma at barninum.
Kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hjá føðandi kvinnuni kann skrásetast sum sammóðir at barninum, um ávísar treytir eru loknar. Verður hon skrásett sum sammóðir, átekur hon sær rættindi og skyldur sum foreldur.
Sammóðurskapur verður staðfestur eftir føðing av barninum. Men Familjufyrisitingin skal í seinasta lagi 20 vikur eftir gitnað, hava fingið váttan, sum staðfestir,
- at kvinna hevur fingið viðgerð við eftirgjørdum gitnað av heilsustarvsfólki ella undir ábyrgd av heilsustarvsfólki,
- at kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hennara hevur givið samtykki til viðgerðina, og
- at kvinnurnar í felag skulu vera foreldur at barninum.
Hendan váttan eitur Skráseting av ætlaðum sammóðurskapi og er at finna undir Oyðubløð her á síðuni.
Eftir føðing skal Familjufyrisitingini hava váttan um,
- at mett verður, at barnið er vorðið til við áður váttaðu viðgerð, og
- at mamman og hjúnafelagi ella samlivi hennara vátta, at tær saman taka á seg umsorgan og ábyrgd av barninum, og at tær skilja rættarvirknaðin av at sammóðirskapur verður staðfestur.
Hendan váttan eitur Váttan av sammóðurskapi og er at finna undir Oyðubløð her á síðuni.
Kendur ella ókendur sáðgevi
Skalt tú søkja um, at sammóðurskapur verður staðfestur, er tað munur á, um tit hava brúkt ókendan ella kendan sáðgeva. Er talan um eftirgjørdan gitnað saman við einum ávísum, kendum sáðgeva, hevur sáðgevin rættindi og skyldur sum pápi at barninum. Fyri at sammóðurskapur skal skrásetast í førum, har sáðgevin er kendur, skal sáðgevin skrivliga frásiga sær rættindi og skyldur sum pápi at barninum.
Metir Familjufyrisitingin at treytirnar fyri sammóðurskapi eru loknar, verður sammóðurskapur staðfestur.
Verður sammóðurskapur staðfestur, merkir tað millum annað, at
- sammóðurin hevur skyldu at uppihalda barninum.
- sammóðurin hevur møguleika at fáa lut í foreldramyndugleikanum.
- sammóðurin kann fáa foreldramyndugleika við avtalu ella við dómi.
- barnið kann fáa eftirnavn eftir sammóðrini.
- barnið arvar sammóðrina, og sammóðirin arvar barnið.
- sammóðirin kann fáa samveru við barnið, um hon ikki livir saman við mammuni at barninum.
- barnið kann fáa sama ríkisborgaraskap sum sammóðirin, um treytirnar fyri tí eru loknar.
Eru mamma og sammóðir giftar, fáa tær felags foreldramyndugleika, tá ið sammóðurskapurin er staðfestur. Eru tær ikki giftar, viðførir staðfesting av sammóðurskapi ikki, at tær fáa felags foreldramyndugleika. Møðurnar kunnu avtala felags foreldramyndugleika við at útfylla oyðublaðið Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika, ið er at finna her. Eru møðurnar ósamdar um, hvør teirra skal hava fullan foreldramyndugleika, kann mál leggjast fyri Føroya rætt til støðutakan.
Lýkur annað av foreldrunum ikki sína uppihaldsskyldu, kann hitt foreldrið søkja um, at tað verður álagt foreldrinum at rinda barnagjald. Les meira um barnagjald her.