Sundurlesing

Hjúnafelagar hava rætt til sundurlesing ella hjúnaskilnað, um tey ikki longur vilja vera gift. 

Tað er Familjufyrisitingin, sum gevur loyvi til sundurlesing í Føroyum. Í Danmark er tað Familieretshuset.

Báðir hjúnafelagar hava rætt til at biðja um sundurlesing, sama um hin hjúnafelagin tekur undir við tí ella ikki. Hetta merkir, at einki krav er um nakra haldgóða grundgeving fyri sundurlesingini.

Tó er tað soleiðis, at taka báðir hjúnafelagar ikki undir við sundurlesing, og/ella ikki eru samdir um treytirnar í sambandi við sundurlesingina, kann Familjufyrisitingin ikki sundurlesa hjúnafelagar. Er ósemja, fæst sundurlesing bara við dómi í Føroya Rætti.

Tá ið hjún verða sundurlisin, fer hjúnabandið fyribils úr gildi. Tað merkir m.a., at:

  • Felagsbúgvið hjúnafelagar millum fellur burtur.
  • Hjúnafelagar arva ikki longur hvønn annan.
  • Støða skal takast til uppihaldsskyldu hjúnafelagar millum.
  • Trúskaparskyldan millum fellur burtur.
     

Gev gætur, at tá ið hjún verða sundurlisin, fer hjúnabandið bara fyribils úr gildi. Tú kanst ímynda tær sundurlesingina sum eina umhugsanartíð (royndarhjúnaskilnaður).

Hjúnafelagar kunnu tískil ikki giftast við nøkrum øðrum í sundurlesingartíðini.

Hevur samlívið millum hjúnafelagar hildið fram eftir sundurlesingina (t.v.s. um hjúnafelagar ikki flyta frá hvørjum øðrum aftaná sundurlesing), ella er samlívið byrjað aftur síðani sundurlesingina, verður rættarvirknaðurin av hjúnabandinum sjálvvirkandi uppafturtikin. Tað merkir, at sundurlesingin av sær sjálvum fellur burtur, og hjúnafelagarnir í roynd og veru eru at meta sum vanlig hjún aftur. Sostatt verður felagsbúgvið og rætturin at arva hvønn annan aftur galdandi.

Eru hjúnafelagar samdir um sundurlesing, og er semja um treytirnar í sambandi við sundurlesingina, kann Familjufyrisitingin sundurlesa hjúnafelagar við loyvi. Sí nærri um treytir í sambandi við sundurlesing niðanfyri undir Treytir í sambandi við sundurlesing.  

Eru hjúnafelagar ikki samdir um sundurlesing, og/ella hjúnafelagar ikki kunnu semjast um treytirnar í sambandi við sundurlesingina - sí nærri undir Treytir í sambandi við sundurlesing - kann Familjufyrisitingin ikki sundurlesa við loyvi.

Við ósemju er tað einans Føroya Rættur, sum kann sundurlesa hjúnafelagar. Skal sundurlesingarmálið fyri Føroya Rætt, krevur tað, at annar hjúnafelagi leggur mál fyri Føroya Rætt. Vanliga krevur tað eisini, at partarnir hava hvør sín sakførara.

Til ber at søkja um frían rættargang í Føroya Rætti. Fríur rættargangur er ein skipan, har ríkiskassin rindar fyri útreiðslur tínar í sambandi við eitt sakarmál, um treytirnar fyri hesum eru loknar. Sí meira um frían rættargang á heimasíðuni hjá Føroya Rætti her.

Tá Familjufyrisitingin hevur fingið umsókn um sundurlesing, verða hjúnafelagar kallaðir á felags fund hjá Familjufyrisitingini. Endamálið við fundinum er at fáa greiðu á, um hjúnafelagar eru samdir um sundurlesing og at samráðast um treytirnar í sambandi við sundurlesingina. Á fundinum fáa hjúnafelagar eisini vegleiðing um rættarvirknaðin av sundurlesing, umframt at hjúnafelgar fáa møguleika at spyrja meira nágreiniliga, hvat ein sundurlesing í roynd og veru er, hvørjar avleiðingarnar eru ella um onnur ivamál.

Tá umsókn um sundurlesing verður send Familjufyrisitingini, skulu hesi skjøl sendast við:

  • Avrit av vígsluváttan.
  • Avrit av føði- og dóps- ella navnabrøvum hjá hjúnafeløgunum og felags barni/børnum undir 18 ár.
  • Avrit av møguligum hjúnasáttmálum.

Umframt at semja krevst um sjálva sundurlesingina, skulu hjúnafelagar eisini vera samdir um nakrar ávísar treytir, áðrenn Familjufyrisitingin kann sundurlesa hjúnafelagar við loyvi. 

Lógarásettu treytirnar, ið støða skal takast til, er spurningurin um

  • Hjúnafelagagjald.

Og um hjúnafelagar hava serogn, so eisini um

  • hjúnafelagin við serognini skal gjalda hinum hjúnafelaganum eina góðgerð (kompensatión).

Gev gætur, at semja um treytina at gjalda hjúnafelagagjald merkir, at semja skal vera um, hvørt annar av hjúnafelagunum skal gjalda hjúnafelagagjald til hin, um talan skal vera um hjúnafelagagjald hjúnafelagarnar millum, ella um einki hjúnafelagagjald skal vera. Um hjúnafelagar semjast um, at annar skal rinda hinum hjúnafelagagjald, skulu hjúnafelagar eisini vera samdir um, hvussu leingi gjaldið skal rindast, tað vil siga áramál. Hjúnafelagar skulu eisini vera samdir um, hjúnafelagagjaldið einans skal galda í sundurlesingartíðini, ella um avtalan skal halda fram og galda aftan á møguligan hjúnaskilnað. Eru hjúnafelagar samdir um hjúnafelagagjald, men ikki samdir um støddina á gjaldinum, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn taka skrivliga avgerð um hetta.

Les meira um hjúnafelagagjald her.

Um báðir partar vilja tað, kann  mekling fara fram hjá einum presti undan fundinum í Familjufyrisitingini.

Gev gætur, at tit kunnu seta kross í teigin í umsóknarblaðum, um tit ynskja at royna mekling hjá presti. Tú finnur oyðublaðið her.

Tað er Familjufyrisitingin, sum gevur loyvi til hjúnaskilnað við støði í einum sundurlesingarloyvi. Í Danmark er tað Familieretshuset. 

Tá ið hjúnafelagar eru sundurlisnir, antin við loyvi frá Familjufyrisitingini ella við dómi frá Føroya Rætti, skal nýggj umsókn sendast Familjufyrisitingini, um hjúnafelagar seinni vilja skiljast.

Gev gætur, at til ber at vera sundurlisin í óavmarkaða tíð, men tað ber ikki til at verða giftur øðrum í sundurlesingartíðini. Um hjúnafelagar byrja samlívið aftur aftaná sundurlesing (til dømis við at flyta saman aftur), verður hjúnabandið virkið aftur.

Sí nærri um hjúnaskilnað eftir sundurlesing her.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00