Bústaður hjá barni

Flyta foreldur hvør til sítt, skulu tey gera av, hvar felags barn teirra skal hava bústað.

Sambært løgtingslóg um fólkayvirlit skal barnið vera skrásett á tí bústaði, har barnið veruliga er búsitandi. Í sambandi við, at foreldur fara hvør til sítt, skal barnið hava skrásettan bústað hjá tí foreldrinum, sum barnið er mest hjá. Hetta er galdandi uttan mun til, um foreldur hava felags foreldramyndugleika ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika.

Ætlar eitt foreldur at flyta ella flyta við barninum, hevur viðkomandi skyldu at boða hinum foreldrinum frá í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flyting. Fráboðanarskyldan er galdandi fyri bæði foreldur (bústaðar- og samveruforeldur), bæði í sambandi við innan- og uttanlandsflyting og uttan mun til, um foreldramyndugleikin er felags ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika.

Ósemja um flyting

Er annað foreldrið ímóti, at barn teirra skal flyta bústað, hevur foreldramyndugleikin týdning. Familjufyrisitingin hevur bert heimild at taka avgerð um bústað hjá barni, um foreldrini hava felags foreldramyndugleika. Tað vil siga, 

  • er foreldramyndugleikin felags, kann foreldrið, sum er ímóti, at barn teirra flytur bústað, søkja Familjufyrisitingina um at taka avgerð um bústað hjá barninum.
  • hevur foreldrið, ið ætlar at flyta við barninum, einaforeldramyndugleika, kann foreldrið, sum er ímóti at barnið flytur bústað, ikki søkja Familjufyrisitingina um at taka avgerð um bústaðin hjá barninum. Í slíkum føri má foreldrið fyrst royna at fáa lut í foreldramyndugleikanum ella fáa einaforeldramyndugleika við at leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin. Les meira um foreldramyndugleika her á heimasíðuni.  

 

Eitt foreldur kann í ongum føri flyta bústað hjá barni frá hinum foreldrinum. Tað vil siga, um barnið higartil hevur havt skrásettan bústað saman við 

  • báðum foreldrunum ella
  • hinum foreldrinum. 

Í slíkum føri skal foreldrið, ið ikki er fráboðað at flyta á sama bústað sum barnið og ikki hevur samundirskrivað flytifráboðanina, hoyrast. Hetta er galdandi uttan mun til, um foreldramyndugleikin er felags ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika. Slíkar flytifráboðanir skulu sendast til viðkomandi kommunu, sum flutt verður til. Kunna teg nærri um flytifráboðanir við at venda tær til viðkomandi kommunu. 

 

Familjufyrisitingin bjóðar øllum foreldrum, ið ikki liva saman og sum eru ósamd um foreldramyndugleika, bústað hjá barni ella samveru, barnaserkøna ráðgeving og mekling. Eitt ella bæði foreldur kunnu seta seg í samband við Familjufyrisitingina og biðja um barnaserkøna ráðgeving ella mekling. Les meira um barnaserkøna ráðgeving og mekling her á heimasíðuni.

Felags foreldramyndugleiki

Býr barnið líka nógv hjá báðum foreldrum (t.e. ein javnbýtis samveruskipan) og hava foreldur felags foreldramyndugleika, verður barnið skrásett sambært skrivligari váttan frá foreldrum um hjá hvørjum teirra, barnið skal hava skrásettan bústað.

Hava foreldur felags foreldramyndugleiki, og tey eru ósamd um, hvar barnið skal hava skrásettan bústað, skal barnið framhaldandi vera skrásett á sama bústaði, sum áðrenn ósemjan stakk seg upp. Les meira niðanfyri, hvat Familjufyrisitingin kann hjálpa við, um foreldur við felags foreldramyndugleika eru ósamd um bústaðin hjá barninum.

 

Einaforeldramyndugleiki

Býr barnið líka nógv hjá báðum foreldrum, og hevur annað av foreldrunum einaforeldramyndugleika, skal barnið hava skrásettan bústað hjá tí foreldrinum, sum hevur foreldramyndugleikan. Uttan so, at bæði foreldur skrivliga hava boðað kommununi frá, at tey eru samd um, at barnið skal hava skrásettan bústað hjá hinum foreldrinum.

Felags foreldramyndugleiki

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og eru tey ósamd um, hjá hvørjum teirra barnið skal hava skrásettan bústað, ella eru tey ósamd um, at barnið skal flyta uttanlands, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling.

Familjufyrisitingin kann eisini taka avgerð um bústaðin hjá barninum, um annað av foreldrunum søkir um tað. Ein avgerð um bústaðin hjá barninum verður tikin við atliti at barnsins besta, og sjónarmiðini hjá barninum skulu lýsast, áðrenn avgerð verður tikin í málinum. Dentur verður millum annað lagdur á sambandið millum barn og foreldur, og hvussu tað hevði ávirkað barnið, um tað skuldi flutt, skift stovn, skúla ella annað.

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og mál um foreldramyndugleika er lagt fyri rættin, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið fyribils skal hava bústað, til spurningurin um foreldramyndugleika er avgjørdur í rættinum.

 

Einaforeldramyndugleiki

Hevur annað av foreldrunum fullan foreldramyndugleika yvir barni, avger tað foreldrið einsamalt, hvar barnið skal búgva, og um barnið skal flyta uttanlands. Sí tó omanfyri um hoyring og fráboðan í sambandi við flyting frá hinum foreldrinum.

Setur tað foreldrið, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, seg ímóti flytingini, kann viðkomandi ikki beinleiðis søkja Familjufyrisitingina um bústaðin hjá barninum, men má fyrst leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin.

 

Ráðgeving og mekling

Familjufyrisitingin bjóðar øllum foreldrum, ið ikki liva saman og sum eru ósamd um foreldramyndugleika, bústað hjá barni ella samveru, barnaserkøna ráðgeving og mekling. Eitt ella bæði foreldur kunnu seta seg í samband við Familjufyrisitingina og biðja um barnaserkøna ráðgeving ella mekling. Les meira um barnaserkøna ráðgeving og mekling her á heimasíðuni.

Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og samveru, hava rætt til ókeypis umboðan frá advokati, um tey lúka ásettar fíggjarligar treytir. Inntøkumarkið at fáa játtað ókeypis umboðan er tað sama sum í førum, har frí rættarførsla er játtað sambært kapittul 41 í rættargangslógini.

Oyðublaðið Umsókn um ókeypis umboðan er at finna her.

Set teg í samband við Familjufyrisitingina, um tú vilt hava meira kunning um ókeypis umboðan og fíggjarligu treytirnar.

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya kærustovn innan 4 vikur frá tí degi, kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo

Í summum førum kann Familjufyrisitingin taka mál upp aftur til nýggja viðgerð, um ein kæra verður móttikin. Til dømis um kæran hevur nýggjar viðkomandi upplýsingar.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00