Gjald til uppihald, tveir mánaðar fyri og ein mánað eftir føðing av barni
Familjufyrisitingin kann áseta eitt barnsburðargjald í sambandi við barnsburð, um søkt verður um hetta. Talan er um eitt gjald, sum er fyri uppihald av mammuni tveir mánaðar fyri og ein mánað eftir føðing av barni.
Umsókn um barnsburðargjald skal vera Familjufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 2 mánaðir eftir føðing ella eftir at staðfest er, hvør er pápin at barninum.
Umsóknarblaðið er at finna her.
Gjaldsupphæddirnar eru at finna her.