Barnagjald
Uppihaldsskylda
Foreldrini hava hvør sær skyldu at uppihalda teirra felags barni. Uppihaldsskyldan steðgar, tá barnið fyllir 18 ár – sí tó um útbúgvingargjald her. Barnið skal uppihaldast, uppalast og útbúgvast við fyriliti fyri lívskorunum hjá foreldrunum og eftir, hvat verður mett at vera til barnsins besta.
Lýkur eitt av foreldrunum ikki sína uppihaldsskyldu, kann hitt foreldrið biðja um, at tað verður álagt tí foreldrinum at rinda barnagjald.
Foreldrið, sum hevur barnið búgvandi ella sum ber mestsum allar útreiðslur til uppihaldið av barninum, kann søkja um áseting av barnagjaldi. Í høvuðsheitum er tað ein treyt, at umsøkjarin hevur foreldramyndugleikan ella hevur barnið lógliga til fosturs. Er felags foreldramyndugleiki, og foreldrini býta útreiðslurnar fyri uppihald av barninum, verður barnagjald vanliga ikki ásett.
Søkjast skal um barnagjald, har sum gjaldskyldugi býr. Tað vil siga, býr gjaldskyldugi í Føroyum, skal umsókn sendast Familjufyrisitingini. Býr gjaldskyldugi í Danmark, skal umsókn sendast Familieretshuset.
Tá ið umsókn er send Familjufyrisitingini, tekur Familjufyrisitingin avgerð um, hvussu stórt gjaldið skal vera – um søkt er um meira enn vanligt gjald (økt barnagjald) – umframt nær gjaldið skal rindast. Avgerðin verður tikin út frá upplýsingunum, sum partarnir hava givið Familjufyrisitingini.
Vanliga tekur Familjufyrisitingin avgerð um barnagjald, tá broyting er í viðurskiftunum hjá barninum. Til dømis, um foreldrini flyta hvør til sítt. Verður søkt um áseting av barnagjaldi stutta tíð eftir samlívssliti, verður gjaldið vanliga ásett við afturvirkandi gildi frá degnum, tá samlívið varð slitið.
Eftir hetta verður eitt skjal um barnagjald (gjaldsavgerð) skrivað. Skjalið verður sent báðum pørtum og inniheldur gjaldsupphædd, og nær gjaldast skal. Vanliga verður gjaldið rindað hálvárliga frammanundan, men foreldrini kunnu velja ella søkja um, at tað verður goldið mánaðarliga.
Barnagjaldið verður ásett við fyriliti fyri tørvinum hjá barninum, fíggjarviðurskiftini hjá foreldrunum, umframt teirra arbeiðsføri. Eru bæði foreldur ognarleys ella fíggjarliga sperd, verður vanligt barnagjald sum meginregla ásett. Føroya landsstýri ásetur á hvørjum ári støddina á vanligum barnagjaldi. Upplýsingar um støddina á gjaldinum fæst við at klikkja her.
Tá søkt verður um økt barnagjald, leggur Familjufyrisitingin serliga dent á inntøkuviðurskiftini hjá gjaldskylduga. Tað eru inntøkuviðurskiftini hjá gjaldskylduga og talið av børnum, sum er grundarlagið undir vegleiðandi reglunum fyri øktum gjaldi. Atlit verða ikki tikin til møguligt nýtt samlív ella hjúnaband hjá gjaldskylduga, eins og tað ikki verða tikin atlit til møgulig stjúkbørn, sama um tey verða uppihildin heima hjá gjaldskylduga.
Vanliga verður dentur ikki lagdur á inntøkuviðurskifti hjá gjaldmóttakara, tá økt gjald skal ásetast, eins og atlit ikki verða tikin til, um gjaldmóttakari er í nýggjum samlívi, hjúnalagi ella hevur fingið fleiri børn.
Sí leiðreglur fyri útrokning av øktum barnagjaldi og gjaldsupphæddir her.
Ein avgerð um støddina á barnagjaldi er vanliga galdandi til onnur avgerð verður tikin. Støddin á gjaldinum kann broytast, um viðurskiftini broytast munandi – t.d. broytingar í fíggjarviðurskiftunum hjá gjaldskylduga, orsakað av varandi sjúku, arbeiðsloysi, varandi vøkstri ella falli í inntøku ella líknandi.
Broytingar í gjaldinum hava vanliga virknað frá fyrstkomandi gjaldkomudegi, eftir at avgerðin er tikin, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi í málinum.
Broyting av støddini á barnagjaldinum er treytað av einari umsókn frá einum av pørtunum. Tað almenna tekur ikki stig til at taka upp mál.
Er barnagjaldið ásett til vanligt gjald, kann tað bert setast úr gildi, um barnið hevur eina inntøku yvir eina ávísa upphædd.
Barnagjaldið steðgar sjálvvirkandi,
- tá ið barnið fyllir 18 ár, uttan mun til gjaldkomutíð.
- um foreldrini taka samlívið upp aftur.
- um gjaldskyldugi doyr.
Søkjast kann um úrgildisseting av barnagjaldinum,
- um barnið flytur inn til foreldrið, sum rindar barnagjald.
- um barnið hevur egna inntøku oman fyri 6.000 kr. um mánaðin. Er inntøkan oman fyri umleið 5.000 kr., verður eitt økt gjald møguliga lækkað til vanligt barnagjald.
Tá barnagjaldið er ásett, kunnu foreldrini avtala millum sín, hvussu gjalding skal fara fram, t.d. við fastari bankaflyting. Fer gjaldingin ikki fram á gjaldkomudegnum, kann gjaldmóttakarin heita á Almannaverkið um forskotsútgjald av vanliga gjaldinum. Í Danmark skal ein seta seg í samband við sosialu fyrisitingina í kommununi.