Barnaserkøn ráðgeving

Hava foreldur tørv á hjálp til at loysa ósemjur viðvíkjandi samveru og/ella foreldramyndugleika, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving.

Familjufyrisitingin veitir eisini børnum og ungum (upp til 18 ár), hvørs foreldur ikki liva saman, barnaserkøna ráðgeving.

Barnaserkøn ráðgeving er ikki viðgerð ella terapi, og ráðgevingin er ókeypis.

 

Opin ráðgeving

Ráðgevingin hjá Familjufyrisitingini er fyri øll foreldur í Føroyum, ið ikki liva saman, og børn teirra. Tað er sostatt ikki eitt krav, at foreldrini hava ella hava havt eitt mál í Familjufyrisitingini, ella at tey hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina áður. Hetta kalla vit "opin ráðgeving". 

Royna foreldur at gera avtalu um eina samveruskipan í ráðgevingini, men verða ikki samd, kunnu tey biðja um, at samverumál verður stovnað, tá ið ráðgevingin er liðug. Les meira um samveru og gongdina í samverumálum her.

Familjufyrisitingin kann ikki veita barnaserkøna ráðgeving og viðgera mál um samveru samstundis. 

 

Ráðgeving í sambandi við ella eftir samverumál

Hava foreldur eitt samverumál í viðgerð í Familjufyrisitingini, kunnu tey og børn teirra fáa barnaserkøna ráðgeving, tá ið málið er

  • lokað - t.e. tá ið foreldrini eru blivin samd um samveru frameftir, Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um samveru ella tá ið viðgerðin av málinum er steðgað av aðrari orsøk.
  • "í dvala" - tað vil siga, at viðgerðin av samverumálinum verður steðgað, til barnaserkøna ráðgevingin er liðug. Foreldur kunnu tó søkja Familjufyrisitingina um at áseta fyribils samveru, meðan tey eru til barnaserkøna ráðgeving. 
Hvat er barnaserkøn ráðgeving til foreldur?

Barnaserkøn ráðgeving til foreldur kann hjálpa foreldrum, tá ið trupulleikar, ivamál ella ósemjur eru um viðurskifti viðvíkjandi samveru og/ella foreldramyndugleika.

Endamálið við ráðgeving til foreldur er at hjálpa foreldrum við avbjóðingum viðvíkjandi tí at hava felags barn, uttan at liva saman. Dentur verður lagdur á, at ósemjur verða loystar, og møguligar avtalur verða gjørdar, á ein hátt, sum verður mettur bestur fyri barnið. Barnaserkøni ráðgevin savnar seg um støðuna hjá børnum og kann bera fram barnanna sjónarmið.

Ráðgevingin kann fevna um nógv ymiskt, alt eftir, hvat ítøkiligu foreldrini hava tørv á. Tað kann til dømis vera, at tørvur er á hjálp til at semjast um eina ítøkiliga avtalu um eina samveruskipan. Tørvur kann vera á hjálp og ráðgeving til at betra um foreldrasamstarvið ella hvussu samskiftið kann betrast. Ella tørvur kann vera á at tosa um atburðin hjá barninum í sambandi við familjustøðuna, samveru ella annað, at fáa ráðgeving um, hvussu tey kunnu hjálpa barninum og hvat er best fyri barnið. 

Í nógvum førum hevur barnaserkøn ráðgeving við sær, at tað eydnast foreldrunum at tosa viðurskiftini ígjøgnum á ein uppbyggjandi hátt, sum er til gagns fyri barnið og kann geva foreldrunum størri nøgdsemi.

 

Barnaserkøn ráðgeving kann hjálpa foreldrum, at 

  • betra um samstarvið og samskiftið teirra millum
  • skilja hvønn annan og barn teirra betri
  • lýsa og loysa ósemjur og ivamál, út frá sjónarmiðinum hjá barninum
  • gera ítøkiligar avtalur viðvíkjandi samveruskipan, samstarvi og/ella samskifti

 

Barnaserkøn ráðgeving verður eisini veitt, um bert eina foreldrið vil hava ráðgeving. Endamálið verður tó best rokkið og ráðgevingin ger størstan mun, um bæði foreldur luttaka saman og bæði ynskja og vilja arbeiða móti einum góðum foreldrasamstarvi, sum er barninum at gagna.

Hvat er barnaserkøn ráðgeving til børn?

Barnaserkøn ráðgevingin er eisini eitt tilboð til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.

Í ráðgevingini fær barnið eitt frístað til at tosa við ein vaksnan um sínar tankar, kenslur, trupulleikar og avbjóðingar í sambandi við at foreldrini ikki liva saman. Ráðgevin kann hjálpa og stuðla barninum ígjøgnum tankarnar og kenslurnar, og tosað um, hvussu barnið kann handfara tað, sum fyllir.

Tá ið eitt barn kemur til ráðgeving, er tað barnið, ið avgerð hvat tosað verður um. Ráðgevingin kann vera ein hjálp hjá barninum, um barnið er upptikið av síni lívsstøðu ella ítøkiligum viðurskiftum i sambandi við at hava foreldur, ið ikki liva saman. Tað er ymiskt hvussu upptikin børn eru av hesum, tað kann broytast yvir tíð og tað er ymiskt um børn hava hug til, ella kunnu hava tørv á, at tosa um støðuna.

Vanliga tosar barnaserkøni ráðgevin við foreldrini fyrst. Foreldrini og barnaserkøni ráðgevin avtala, um barnið skal takast við í samrøðurnar. Ynskja foreldrini ikki barnaserkøna ráðgeving, kann Familjufyrisitingin bjóða ráðgeving til barnið einsamalt.

Fyri at barnið skal hava gleði og gagn av ráðgevingini, skal metast um barnið hevur aldur og er búgvið til tess.

Foreldur, ið meta at barn teirra kann fáa gagn av at komið til barnaserkøna ráðgeving, kunnu senda Familjufyrisitingini umbøn um hetta – sí niðanfyri.

Hvør er ráðgevi?

Barnaserkønu ráðgevararnir í Familjufyrisitingini hava førleikar til at ráðgeva foreldrum og børnum og royndir við ráðgeving til foreldur og børn.

Ráðgevin hevur tagnarskyldu. Upplýsingar, sum koma fram undir ráðgeving, verða ikki givnar víðari til møguligan málsviðgera í samverumáli ella til aðrar myndugleikar, uttan so at foreldrini ella barnið ynskja tað, ella um upplýsingarnar koma undir fráboðanarskyldu ráðgevans.

Hvussu kunnu foreldur ella børn fáa barnaserkøna ráðgeving í Familjufyrisitingini?

Umbøn um barnaserkøna ráðgeving skal sendast Familjufyrisitingini – við telduposti á famf@famf.fo ella við brævi til Familjufyrisitingin, undir Bryggjubakka 27, 100 Tórshavn.

Umbønin skal innihalda navn, telefonnr. og teldupostbústað hjá báðum foreldrunum – umframt navn og aldur á barninum, um biðið verður um ráðgeving til barn.

Eina foreldrið kann senda umbøn um barnaserkøna ráðgeving. Hitt foreldrið fær tá tilboð um at koma til ráðgeving. Vil hitt foreldrið ikki luttaka, kann foreldrið, ið sendi umbønina, koma einsamalt.

Tá ið Familjufyrisitingin móttekur umbønina, verða tit innkallaði til samrøðu við ráðgevan.

+298 20 22 24

Telefontíðir
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
undir Bryggjubakka 27
100 Tórshavn

Avgreiðslutíðir
kl. 10.00-15.00