Bústaður hjá barni

Flyta foreldur hvør til sítt, skulu tey gera av, hvar felags barn teirra skal hava bústað.

Sambært løgtingslóg um fólkayvirlit skal barnið vera skrásett á tí bústaði, har barnið veruliga er búsitandi. Í sambandi við, at foreldur fara hvør til sítt, skal barnið hava skrásettan bústað hjá tí foreldrinum, sum barnið er mest hjá. Hetta er galdandi uttan mun til, um foreldur hava felags foreldramyndugleika ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika.

Flyting

Ætlar eitt foreldur at flyta ella flyta við barninum, hevur viðkomandi skyldu at boða hinum foreldrinum frá í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flyting. Fráboðanarskyldan er galdandi fyri bæði foreldur (bústaðar- og samveruforeldur), bæði í sambandi við innan- og uttanlandsflyting og uttan mun til, um foreldramyndugleikin er felags ella annað av foreldrunum hevur einaforeldramyndugleika.

Er foreldramyndugleikin felags kann foreldrið, sum er ímóti flytingini søkja Familjufyrisitingina um at taka avgerð um bústað hjá barninum.

Hevur foreldrið, ið ætlar at flyta við barninum, einaforeldramyndugleika, og setir hitt foreldrið seg upp ímóti flytingini, kann viðkomandi ikki søkja Familjufyrisitingina um bústaðin hjá barninum, men má leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin.

Er talan um fyrstu flyting frá felags heimi, har barn higartil hevur búð saman við báðum foreldrum, eru tó serligar reglur galdandi. Sambært § 12, stk. 2 í løgtingslóg um fólkayvirlit skal tað av foreldrunum, ið ikki flytur við, verða hoyrt, um so er, at viðkomandi ikki hevur samundirskrivað flytifráboðanina. Sama er galdandi, áðrenn boðað verður frá flyting viðvíkjandi barni, ið higartil hevur búð saman við øðrum av foreldrunum, um so er, hetta ikki flytur við barninum og heldur ikki hevur samundirskrivað flytifráboðanina.

Javnbýtis samveruskipan

Felags foreldramyndugleiki

Býr barnið líka nógv hjá báðum foreldrum (t.e. ein javnbýtis samveruskipan) og hava foreldur felags foreldramyndugleika, verður barnið skrásett sambært skrivligari váttan frá foreldrum um hjá hvørjum teirra, barnið skal hava skrásettan bústað.

Hava foreldur felags foreldramyndugleiki, men eru ósamd um, hvar barnið skal hava skrásettan bústað, skal barnið framhaldandi vera skrásett á sama bústaði, sum áðrenn ósemjan stakk seg upp. Les meira niðanfyri, hvat Familjufyrisitingin kann hjálpa við, um foreldur við felags foreldramyndugleika eru ósamd um bústaðin hjá barninum.

 

Einaforeldramyndugleiki

Býr barnið líka nógv hjá báðum foreldrum og hevur annað av foreldrunum einaforeldramyndugleika, skal barnið hava skrásettan bústað hjá tí foreldrinum, ið hevur foreldramyndugleikan, uttan so, at bæði foreldur skrivliga hava boðað kommununi frá, at tey eru samd um, at barnið skal hava skrásettan bústað hjá hinum foreldrinum.

Ósemja um bústaðin hjá barni

Felags foreldramyndugleiki

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og eru tey ósamd um hjá hvørjum teirra barnið skal hava skrásettan bústað ella eru ósamd um, at barnið skal flyta uttanlands, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling.

Familjufyrisitingin kann eisini taka avgerð um bústaðin hjá barninum, um annað av foreldrunum søkir um tað. Ein avgerð um bústaðin hjá barninum verður tikin við atliti at barnsins besta, og sjónarmiðini hjá barninum skulu lýsast, áðrenn avgerð verður tikin í málinum. Dentur verður millum annað lagdur á sambandið millum barn og foreldur og hvussu tað hevði ávirkað barnið, um tað skuldi flutt, skift stovn, skúla ella annað.

 

Einaforeldramyndugleiki

Hevur annað av foreldrunum fullan foreldramyndugleika yvir barni, avger tað foreldrið einsamalt hvar barnið skal búgva, og um barnið skal flyta uttanlands. Sí tó omanfyri um hoyring og fráboðan í sambandi við flyting.

Setur tað foreldrið, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum seg ímóti flytingini, kann viðkomandi ikki beinleiðis søkja Familjufyrisitingina um bústaðin hjá barninum, men má fyrst leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin.

Ókeypis umboðan

Foreldur, ið eru partur í máli um bústað hjá barni og samveru, hava rætt til ókeypis umboðan frá advokati, um tey lúka ásettar fíggjarligar treytir. Inntøkumarkið at fáa játtað ókeypis umboðan er tað sama sum í førum, har frí rættarførsla er játtað sambært kapittul 41 í retsplejelov for Færøerne.

Oyðublaðið Umsókn um ókeypis umboðan er at finna undir Oyðubløð her á síðuni.

Set teg í samband við Familjufyrisitingina, um tú vilt hava meira kunning um ókeypis umboðan og fíggjarligu treytirnar.

Kæra

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya kærustovn innan 4 vikur frá tí degi kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo

Í summum førum kann Familjufyrisitingin taka mál upp aftur til nýggja viðgerð, um ein kæra verður móttikin. Til dømis um kæran hevur nýggjar viðkomandi upplýsingar.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00