Faðirskapur 

Fyri at tryggja rættindini hjá einum barni mótvegis pápanum og rættin hjá barninum at kenna uppruna sín, skal staðfestast, hvør er pápi at barninum. Tað vil siga, at faðirskapurin skal staðfestast.  

At verða skrásettur sum pápi at einum barni merkir millum annað, at

  • pápin hevur skyldu at uppihalda barninum.
  • pápin hevur møguleika at fáa lut í foreldramyndugleikanum.
  • barnið kann fáa eftirnavn eftir pápanum.
  • barnið arvar pápan, og pápin arvar barnið.
  • pápin kann fáa samveru við barnið, um hann ikki livir saman við mammuni at barninum.
  • barnið kann fáa sama ríkisborgaraskap sum pápin, um treytirnar fyri tí eru loknar.
Faðirskapur hjá giftum persónum

Eru foreldur gift, tá ið barn verður føtt, verður hjúnafelagi mammuna, sum meginregla, skrásettur sum pápi at barninum.

Faðirskapur hjá ógiftum persónum

Eru foreldur ógift, tá barnið verður føtt, skal pápin at barninum staðfestast. Hetta verður gjørt við, at pápin annaðhvørt

  • viðurkennir faðirskapin at barninum fyri Familjufyrisitingini, ella
  • verður dømdur av rættinum at vera pápi at barninum.

 

Viðurkenning av faðirskapi fyri Familjufyrisitingini

Tá ið barn er føtt uttan fyri hjúnalag, verður pápin at barninum biðin um at viðurkenna faðirskapin.

Vanliga mannagongdin er tann, at tá ið ein mamma uttan fyri hjúnalag føðir eitt barn, skal føðideildin (lækni ella ljósmóðir) boða Familjufyrisitingini frá, at barn er føtt uttan fyri hjúnalag, og upplýsa Familjufyrisitingini navn á mammuni.

Tá ið Familjufyrisitingin fær føðifráboðanina frá føðideildini, biður Familjufyrisitingin mammuna boða frá, hvør pápin at barninum er. Mamman hevur skyldu at boða Familjufyrisitingini frá, hvør pápin er. Sí meira undir teiginum Fráboðanarskyldan hjá mammuni niðanfyri. Er talan um fleiri møguligar pápar, beinir Familjufyrisitingin málið í rættin.

Eftir at mamman hevur boðað Familjufyrisitingini frá, hvør pápin at barninum er, vendir Familjufyrisitingin sær til fráboðaða pápan, soleiðis at pápin kann vátta faðirskapin. Pápin fær í hesum sambandi eitt oyðublað frá Familjufyrisitingini at fylla út og undirskriva. Oyðiblaðið nevnist Váttan av faðirskapi.

Pápin kann antin viðurkenna faðirskapin við at fylla út og undirskriva oyðublaðið, sum hann hevur fingið frá Familjufyrisitingini, og senda tað aftur til Familjufyrisitingina. Ella pápin kann viðurkenna faðirskapin við at møta persónliga í Familjufyrisitingini við oyðiblaðnum og skriva undir.

Verður váttanin útfylt og send Familjufyrisitingini, skal hon antin sendast við vanligum posti, ella við at váttanin verður skannað inn og send viðfest í telduposti. GG! Váttanin skal vera skannað inn og í góðari góðsku, so alt á skjalinum er klárt og týðiligt.

Harafturat skal undirskriftin hjá pápanum váttast av einum advokati ella tveimum sannanarvitnum, við at hesi fylla teigin til sannnanarvitni út og skriva undir.

Treytirnar fyri sannanarvitni eru, at sannanarvitnið skal

  • vera minst 18 ár.
  • ikki hava nakran persónligan ella fíggjarligan áhuga í tí, sum verður undirskrivað. Tað kann t.d. vera ein starvsfelagi ella ein nábúgvi. GG! Mamman at barninum verður ikki mett óheft og kann tí ikki undirskriva sum sannanarvitni.
  • hava skilt sína uppgávu sum vitni.

Møtir pápin persónliga í Familjufyrisitingini, er ikki neyðugt við váttan frá advokati ella sannanarvitnum.

Rættarmál um faðirskap

Vil fráboðaði pápin ikki viðurkenna faðirskapin – tað vil siga, vil hann ikki undirskriva váttanina av faðirskapi, ella sýtir hann fyri at úttala seg – beinir Familjufyrisitingin málið í rættin.

Familjufyrisitingin beinir eisini mál um faðirskap í rættin, um talan er um fleiri møguligar pápar, ella um tað tykist ivingarsamt, um fráboðaði pápin, ið vil viðurkenna faðirskapin, í roynd og veru er pápi at barninum.

Foreldramyndugleiki í sambandi við viðurkenning av faðirskapi

Ógift foreldur at barni, ið er føtt frá 1. januar 2023 (tá ið nýggj foreldramyndugleikalóg varð sett í gildi), fáa felags foreldramyndugleika, um tey hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt. Felags bústaður skal vera skrásettur í landsfólkayvirlitinum, áðrenn barnið er føtt.

Foreldur, sum ikki eru ella hava verið gift, og sum ikki hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, kunnu fáa felags foreldramyndugleika, um samlív ella tilknýti til hvønn annan kann prógvast. Avgerandi er, at bæði foreldur ynskja at uppala og hava umsorgan fyri barninum við atliti at barnsins besta. Familjufyrisitingin kann biðja bæði foreldur um prógv í hesum sambandi.

Ógift mamma fær sjálvvirkandi einaforeldramyndugleika, um hon og hitt foreldrið ikki hava havt felags bústað samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, ella tey á annan hátt ikki hava prógvað samlív ella tilknýti til hvønn annan, ella um foreldrini ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika. 

Eru foreldur samd um at hava foreldramyndugleika í felag, kunnu tey avtala tað ígjøgnum Familjufyrisitingina. Fyri at ein slík avtala skal fáa virknað, skal hon fráboðast og góðkennast av Familjufyrisitingini. Oyðublaðið Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika skal fyllast út, undirskrivast av báðum foreldrum og latast Familjufyrisitingini saman við umbidnum skjølum. Verður avtalan góðkend, áteknar Familjufyrisitingin fráboðanina, sendir foreldrunum eitt avrit og boðar landsfólkayvirlitinum frá. Fráboðanaroyðublaðið er at finna undir Oyðubløð her á heimasíðuni.

Les meira um foreldramyndugleika her.

Áseting av barnagjaldi í sambandi við viðurkenning av faðirskapi

Tá ið faðirskapurin er staðfestur, verður spurningurin um barnagjald viðgjørdur, um mamman hevur biðið um tað. 

Møguleiki er fyri áseting av hesum gjøldum:

  • Barnagjald – t.e. peningur til barnsins uppihald. 
  • Barnsburðargjald – t.e. peningur til uppihald hjá mammuni í 2 mánaðir fyri og 1 mánað eftir barnsins føðing.   
  • Føðingargjald – t.e. peningur til útreiðslur til sjálva føðingina.  
  • Dóps-/navnagjald – t.e. peningur til útreiðslur í sambandi við barnadóp ella at barnið verður navngivið.

Leiðbeining viðvíkjandi stødd av nevndu barnagjøldum sæst her.   

Til ber at bera fram ynski um áseting omanfyri nevndu gjøldum í fráboðanarskjalinum av faðirskapi. Sí Fráboðan av faðirskapi her.

 

Fráboðanarskyldan hjá mammuni

Ein mamma, ið ikki er gift, hevur skyldu at boða Familjufyrisitingini frá, hvør pápin at barninum er.

Boðar mamman ikki frá, hvør pápin er, innkallar Familjufyrisitingin mammuna til ein fund, har vegleitt verður um týdningin av at boða frá, hvør pápin ella møguligi pápin er. Mamman skal upplýsa Familjufyrisitingini, hvør pápi at barninum er, í seinasta lagi ein mánað eftir, at mamman hevur fingið bræv frá Familjufyrisitingini, um at upplýsa hvør pápin at barninum er.

Vil mamman framhaldandi ikki upplýsa Familjufyrisitingini, hvør pápin ella møguligi pápin at barninum er, verður málið sent til Landfútan, ið innkallar mammuna til fundar. Landfútin kann áleggja bót til eina mammu, ið ikki vil upplýsa, hvør pápin at barninum er, ella hvør møguligi pápin er.

Frítøka frá at upplýsa navnið á pápanum

Til ber at søkja Familjufyrisitingina um frítøku frá at upplýsa navn á pápanum at einum nýføddum barni. Í slíkari avgerð leggur Familjufyrisitingin dent á, um tað verður mett at vera í stríð við barnsins tørv, at faðirskapurin verður staðfestur. Familjufyrisitingin er sera afturhaldin við slíkari frítøku, tí endamálið við at staðfesta faðirskap er at tryggja rættindini hjá einum barni mótvegis pápanum og rættin hjá barninum at kenna sín uppruna.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00