Familjuættleiðing
Familjuættleiðing er ættleiðing, har ættleiðari ættleiðir ommu-/abbabarn ella bróður-/systirbarn. Familjuættleiðing kann eisini verða framd, um annað tætt tilknýti er galdandi millum ættleiðara og barnið – t.d. kann barnið vera fosturbarn, ella ættleiðari hevur tætt tilknýti til foreldrini hjá barninum. Barnið kann vera yngri ella eldri enn 18 ár. Tá barnið er eldri enn 18 ár, er talan um vaksnamannaættleiðing. Um barnið er ríkisborgari í útlandinum er talan um altjóða familjuættleiðing – og um barnið hevur bústað í danska ríkinum, er talan um innanlands familjuættleiðing.
Tá barn verður ættleitt, verða viðurskiftini millum ættleidda barnið og ættleiðara eins og var ættleiðari upprunaforeldur hjá barninum. Tað merkir, at tá ættleitt verður, fær ættleiðari foreldramyndugleika og uppihaldsskyldu av ómynduga barninum. Ættleiðari verður verji hjá ómyndugum barni, og fær ættleidda barnið arvarætt – ættleidda barnið kann eisini fáa eftirnavnið hjá ættleiðara.
Samanumtikið kann sigast, at tá ættleitt verður, tekur ein eitt barn til sín, og fylgja somu rættindi og skyldur við, eins og var talan um barn, ið ein sjálvur hevði borið í heim.
Loyvi at ættleiða er grundleggjandi treytað av, at ættleiðingin er til barnsins besta.
Ein familjuættleiðing er vanliga eyðkend við, at tað er eitt viðkomandi familjutilknýti millum teg/tykkum og barnið, ið tú/tit ynskja at ættleiða. Barnið skal vera ommu-/abbabarn, systkin ella barn hjá systkin.
Tú/tit kunnu eisini familjuættleiða, um tað í staðin fyri viðkomandi familjutilknýti er annað viðkomandi tilknýti millum tykkum. Talan kann vera um fosturbarn. Krav er um, at tað skal hava verið eitt tætt tilknýti í longri tíð, vanliga 3 ár ella meira.
Tú/tit kunnu í ávísum førum ættleiða, um tað er eitt tætt tilknýti millum teg/tykkum og upprunaforeldrini hjá barninum. Tilknýtið skal bera brá av tøttum familjutilknýti, t.d. eins og millum systkin. Vanliga verður kravt, at tú/tit og upprunaforeldrið eru uppvoksin saman ella hava havt eitt tætt tilknýti í longri tíð. Tað er tískil ikki nøktandi, at tú/tit og foreldrið hava verið góð vinfólk.
Um Familjufyrisitingin metir, at talan er um familjuættleiðing, verður ikki kravt, at tú/tit verða góðkend sum ættleiðari.
Ein familjuættleiðing er ikki ein dulnevnd ættleiðing.
Tú/tit kunnu søkja um familjuættleiðing við at senda Familjufyrisitingina umsókn um familjuættleiðing. Umsóknaroyðublaðið er her.
Tú/tit skulu senda hesi skjølini við umsóknini:
- Føði- ella dópsbræv hjá umsøkjara
- Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá umsøkjara
- P-talsprógv hjá umsøkjara
- Føði- ella dópsbræv hjá barninum
- Prógv fyri møguligari navnabroyting hjá barninum
- P-talsprógv hjá barninum
- Skjalprógv fyri foreldramyndugleika yvir barninum (um barnið er yngri enn 18 ár)
- Møguligt skjal um barnagjald (barnapening)
- Vígslubræv hjá umsøkjara (um giftur)
- Avrit av passi
- Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
- Tín/tykkara ársuppgerð fyri seinastu 2 árini.
- Fosturloyvi, um barnið er hjá tær/tykkum, og sambandið er tengt at fosturloyvi.
Útlendsk skjøl skulu latast við sum upprunaeintøk ella sum váttaði avrit. Eisini skulu váttaðar umsetingar viðleggjast, tó ikki um skjølini eru á donskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum, enskum ella týskum.
Kravt verður, at øll útlendsk føðibrøv verða løggild samsvarandi vanligari mannagongd fyri løggildan av familjurættarligum skjølum. Víst verður til vegleiðingina hjá Ankestyrelsen um skjalprógvan fyri sanngildinum af familjurættarligum skjølum frá útlandinum.
Vegleiðing um skjalprógvan fyri sanngildinum av familjurættarligum skjølum frá útlandinum er tøk her: https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=125004
Tá tín/tykkara umsókn er móttikin, heintar Familjufyrisitingin upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at meta um umsóknina. M.a. verður heintað bústaðaryvirlit yvir teg/tykkum, ein fullkomin revsiváttan fyri teg/tykkum, eins og ein útsøgn frá Fosturforeldraskipanini, um tú/tit lúka treytirnar fyri at hava eitt barn til fosturs.
Harafturat skal Familjufyrisitingin lýsa hugburðin hjá barninum og upprunaforeldrunum til umsóknina um ættleiðing.
Umsøkjari, barnið og upprunaforeldrini verða vanliga biðin um at koma til eina samrøðu hjá Familjufyrisitingini við atliti til vegleiðing og lýsing av málinum.
Gjørt verður vart við, at Familjufyrisitingin eisini biður børn frá umleið 7 ára aldri til eina samrøðu fyri at lýsa teirra sjónarmið til ættleiðingina. Er barnið eldri enn 18 ár, skal barnið geva samtykki til ættleiðingina.
Um barnið er eldri enn 18 ár, heintar Familjufyrisitingin eina váttan frá upprunaforeldrunum inn, ið lýsir teirra sjónarmið til umsóknina um ættleiðing.
Um barnið er yngri enn 18 ár, og hava upprunaforeldrini hjá barninum felags foreldramyndugleika, skulu upprunaforeldrini hjá barninum geva samtykki til ættleiðingina.
Um eina foreldrið hevur einsamalt foreldramyndugleikan, skal hetta foreldrið geva samtykki til ættleiðingina, meðan upprunaforeldrið, ið ikki hevur foreldramyndugleika, skal orða sína støðu til umsóknina.
Um talan er um familjuættleiðing av útlendskum barni, ið (enn) býr í útlandinum, ella sum er fingið til Føroyar við atliti at verða ættleitt, dregur Familjufyrisitingin myndugleikarnar í upprunalandinum inn í málið.
Um barnið harafturímóti hevur fastan bústað í Føroyum, er tørvur vanliga ikki á at draga útlendskar myndugleikar inn í málið um familjuættleiðing.
Um barnið býr uttanlands verða serstakar kanningar gjørdar av ávíkavist tínum/tykkara viðurskiftum og viðurskiftunum hjá barninum.
Familjufyrisitingin fremur kanningina av tær/tykkum. Upprunalandið hjá barninum kannar vanliga viðurskiftini hjá barninum. Kanningin hjá Familjufyrisitingini umfatar vanliga hesi viðurskifti:
- Tín/tykkara bústað, yrki og fíggjarstøðu
- Tína/tykkara heilsustøðu
- Tína/tykkara bakgrund, familjuviðurskifti og sosiala umhvørvi
- Tín/tykkara kunnleika til børn
- Tínar/tykkara upplýsingar viðvíkjandi øðrum børnum í heiminum
- Tykkara samlív
- Tína/tykkara grundgeving fyri at vilja ættleiða
- Tín/tykkara førleika at átaka eina altjóða ættleiðing
Eitt týðandi endamál við at fremja eina kanning av viðurskiftunum hjá barninum, er at skapa neyðuga grundarlagið fyri at meta, um fyrimunirnir við ættleiðing eru somikið stórir, at tað samsvarar við vansarnar við, at barnið skal flyta frá upprunalandinum til nýggja umhvørvið í Føroyum.
Um talan er um ættleiðing av útlendskum barni yngri enn 12 ár, fær barnið sjálvvirkandi danskan ríkisborgararætt. Um talan er um ættleiðing av barni eldri enn 12 ár, fær barnið ikki sjálvvirkandi danskan ríkisborgararætt. Tó er gjørligt at søkja um danskan ríkisborgararætt.
Tað er ein grundleggjandi treyt, at ættleiðing verður mett at vera barninum at frama.
Familjuættleiðing kann verða framd av einligum ella av hjúnafeløgum ella samlivandi. Um tú ert gift/giftur ella samlivandi er útgangsstøðið, at tú bert kanst ættleiða saman við hjúnafelaganum ella samlivanum.
Um tú ynskir at familjuættleiða eru galdandi ein røð av treytum:
- Um tit eru hjún ella samlivandi, skulu tit hava búð saman í minsta lagi 2 ½
- Um stjúkbarnið er yngri enn 18 ár, skal tað vera møguligt, at tað kann náa at búgva hjá tær/tykkum í minsta lagi 3 ár, áðrenn tað fyllir 18
- Um stjúkbarnið er 18 ár ella eldri, skal tað hava búð saman við tær/tykkum í minsta lagi í 3 ár áðrenn tað fylti
- Tú/tit skulu vera fylt 25 ár. Í serligum førum kann ættleiðing fremjast, um tú/tit hava fylt 18
- Tú/tit skulu vera í minsta lagi 14 ár eldri enn stjúkbarnið.
- Tú/tit skulu leggja fram skjalprógv fyri ættarbandinum millum ein av tykkum og barnið við t.d. føðibrøvum hjá viðkomandi familjulimum.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo