Fermingar- ella klædnagjald
Familjufyrisitingin kann áseta fermingar-/klædnagjald (klædnagjald - tá ið barnið er í fermingaraldri, men ikki verður fermt), um søkt verður um hetta.
Støddin á fermingar- ella klædnagjaldinum er tríggjar ferðir upphæddina á vanliga barnagjaldinum.
Umsókn um fermingar-/klædnagjald skal vera latin Familjufyrisitingini innan 3 mánaðir eftir, at útreiðslurnar eru rindaðar.
Les meira um fermingar-/klædnagjald her.
Býr gjaldskyldugi í Danmark, skal umsókn um fermingargjald (konfirmationsbidrag) latast Familieretshuset. Familieretshuset skal hava móttikið umsóknina í seinasta lagi dagin innan fermingina. Søkjast kann í fyrsta lagi tríggjar mánaðir innan fermingina.
Skal barnið ikki fermast, kann søkjast um áseting av klædnagjaldi (beklædningsbidrag). Les meira um mannagongd í sambandi við áseting av fermingar- og klædnagjaldi í Danmark á heimasíðuni hjá Familieretshuset her.
Móttekur Familjufyrisitingin umsókn um fermingar-/klædnagjald, har gjaldskyldugi býr í Danmark, verður umsóknin send víðari til Familieretshuset til viðgerðar. Í slíkum føri skal umsóknarfreistin í Familieretshuset verða hildin.