Foreldramyndugleiki

Børn og ung yngri enn 18 ár eru undir foreldramyndugleika, uttan so at tey eru gift.

Børn hava rætt til umsorgan og tryggleika, og skulu viðfarast við virðing fyri samleika teirra. Børn skulu ikki verða fyri likamligum ella sálarligum ágangi ella øðrum vanvirðandi gerðum.

Tann, ið hevur foreldramyndugleika yvir einum barni (foreldramyndugleikahavi), hevur skyldu at veita barninum umsorgan og hevur ábyrgd av tryggleika barnsins. Harafturat kann foreldramyndugleikahavi taka avgerðir um persónlig viðurskifti hjá barninum, sum eru í samsvari við áhugamál og tørv barnsins. Hetta kunnu til dømis vera avgerðir um, hvussu barnið skal eita, hvar barnið skal búgva, hvørja átrúnaðarliga uppaling barnið skal fáa, val av dagstovni og skúla, um barnið skal hava pass ella avgerðir um læknaliga viðgerð.

Foreldramyndugleikahavi hevur ábyrgd av at verja barnið móti hóttanum av øllum slagi og at tryggja, at barnið fær tørv sín nøktaðan. Tað vil siga at syrgja fyri mati, klæðum, bústaði og líknandi til barnið.

Er samvera ásett ella avtalað, er tað samveruforeldrið (foreldrið, sum barnið ikki hevur bústað hjá), ið hevur ábyrgd av at veita barninum umsorgan og tryggleika, tá ið samvera er – eisini hóast samveruforeldrið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum.

Er barn umsorganaryvirtikið, er tað Barnaverndarnevndin, sum sambært barnaverndarlógini hevur umsorganarábyrgd av barninum. Barnaverndarnevndin kann lata umsorganarábyrgdina upp í hendurnar á fosturforeldrum ella stovninum, har barnið býr.

Tann, ið hevur foreldramyndugleika yvir einum barni, er eisini verji hjá barninum. Tað vil siga, at viðkomandi hevur ábyrgd av møguligari inntøku og ogn hjá barninum.

Foreldur, ið eru yngri enn 18 ár

Verður ein, ið er yngri enn 18 ár, foreldur, er viðkomandi framhaldandi undir foreldramyndugleika, og hevur eisini (ella kann hava) foreldramyndugleika yvir sínum barni. Mamma at barni hevur sjálvvirkandi foreldramyndugleika yvir barninum. Les um eina- ella felags foreldramyndugleika niðanfyri viðvíkjandi foreldramyndugleika hjá hinum foreldrinum at barninum.

Ættleidd børn

Foreldur – bæði hjún og samlivandi – ið saman hava ættleitt eitt barn, hava felags foreldramyndugleika. Er talan um stjúkbarnaættleiðing, har hjúnafelagi ella maki hjá foreldramyndugleikahava ættleiðir barnið hjá hinum, hava tey foreldramyndugleika í felag. Ættleiðir ein stakur persónur eitt barn, hevur viðkomandi foreldramyndugleikan einsamallur.

Ættleiðir ein samlivi ella ein hjúnafelagi barn hjá sínum deyða samliva ella hjúnafelaga, hevur viðkomandi foreldramyndugleikan einsamallur.

Foreldramyndugleikin kann eftirfylgjandi broytast við avtalu, avgerð ella aftaná, at ein ættleiðari er deyður.

Eina- ella felags foreldramyndugleiki

Eru foreldur at barni gift, tá ið barnið verður føtt, fáa tey sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika. Verða foreldur at felags barni gift seinni, og hava tey ikki foreldramyndugleika í felag frammanundan, verður foreldramyndugleikin felags í sambandi við giftuna.

Foreldur, sum eru sundurlisin ella skild, tá barnið verður føtt, men sum hava verið gift innan fyri seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, hava felags foreldramyndugleika.

Ógift foreldur at barni, ið er føtt frá 1. januar 2023 (tá ið nýggj foreldramyndugleikalóg varð sett í gildi), fáa felags foreldramyndugleika, um tey hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt. Felags bústaður skal vera skrásettur í landsfólkayvirlitinum, áðrenn barnið er føtt.

Foreldur, sum ikki eru ella hava verið gift, og sum ikki hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, kunnu fáa felags foreldramyndugleika, um samlív ella tilknýti til hvønn annan kann prógvast. Avgerandi er, at bæði foreldur ynskja at uppala og hava umsorgan fyri barninum við atliti at barnsins besta. Familjufyrisitingin kann biðja bæði foreldur um prógv í hesum sambandi.

Ógift mamma fær sjálvvirkandi einaforeldramyndugleika, um hon og hitt foreldrið ikki hava havt felags bústað samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, ella tey á annan hátt ikki hava prógvað samlív ella tilknýti til hvønn annan, ella um foreldrini ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika. 

Eru foreldur samd um at hava foreldramyndugleika í felag, kunnu tey avtala tað ígjøgnum Familjufyrisitingina. Fyri at ein slík avtala skal fáa virknað, skal hon fráboðast og góðkennast av Familjufyrisitingini. Oyðublaðið Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika skal fyllast út, undirskrivast av báðum foreldrum og latast Familjufyrisitingini saman við umbidnum skjølum. Verður avtalan góðkend, áteknar Familjufyrisitingin fráboðanina, sendir foreldrunum eitt avrit og boðar landsfólkayvirlitinum frá. Fráboðanaroyðublaðið er at finna undir Oyðubløð her á heimasíðuni.

 

Felags foreldramyndugleiki

Foreldur at barni fáa felags foreldramyndugleika, um tey

  • vóru gift, tá ið barnið varð føtt.
  • hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, ella á annan hátt hava prógvað samlív ella tilknýti til hvønn annan. Hetta er galdandi fyri børn, ið eru fødd 1. januar 2023 ella seinni.
  • giftast eftir, at barnið er føtt.
  • vóru sundurlisin ella skild, tá ið barnið varð føtt, men hava verið gift innan fyri seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.
  • ígjøgnum Familjufyrisitingina hava avtalað felags foreldramyndugleika ella gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika í Føroya rætti.
  • hava verið í rættinum, og rætturin hevur avgjørt, at tey skulu hava felags foreldramyndugleika.

Í øllum øðrum førum hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll.

Viðmerkjast skal, at foreldur framvegis hava felags foreldramyndugleika eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað, uttan so, at tey avtala at annar skal hava einaforeldramyndugleika, ella rætturin tekur avgerð um einaforeldramyndugleika.

 

Einaforeldramyndugleiki

Mamma at barni hevur foreldramyndugleika einsamøll, um foreldrini

  • ikki vóru gift, tá ið barnið varð føtt.
  • ikki hava havt felags bústað sambært landsfólkayvirlitinum samanhangandi seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt, ella á annan hátt ikki hava prógvað samlív ella tilknýti til hvønn annan. Hetta er galdandi fyri børn, ið eru fødd 1. januar 2023 ella seinni.
  • ikki hava verið gift seinastu 10 mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.
  • ikki hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika ígjøgnum Familjufyrisitingina ella í Føroya rætti.

Annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleika einsamalt, um foreldrini

  • hava avtalað ígjøgnum Familjufyrisitingina ella Føroya rætt, at foreldramyndugleikin skal broytast frá felags til, at annað foreldrið skal hava einaforeldramyndugleika.
  • hava avtalað ígjøgnum Familjufyrisitingina ella Føroya rætt, at einaforeldramyndugleikin skal flytast frá øðrum til hitt foreldrið.
  • hava verið í rættinum, og rætturin hevur avgjørt, at annað av foreldrunum skal hava einaforeldramyndugleika.
Hvat merkir ávikavist einaforeldramyndugleiki og felags foreldramyndugleiki?

Einaforeldramyndugleiki

Einaforeldramyndugleiki merkir, at bara annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleika yvir barninum.

Foreldrið, ið hevur einaforeldramyndugleika, kann einsamalt taka flestu avgerðir um persónlig viðurskifti fyri barnið.

Er samvera ásett ella avtalað, er tað samveruforeldrið (tað av foreldrunum, sum barnið ikki hevur bústað hjá), ið hevur ábyrgd av at veita barninum umsorgan og tryggleika, tá ið samvera er – eisini hóast samveruforeldrið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum. Samveruforeldrið kann einsamalt taka avgerðir um yvirskipað viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum, meðan samvera er.

Tað av foreldrunum, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, kann ikki krevja at sleppa við til foreldrafundir, foreldraviðtalur, tiltøk á stovni ella í skúla o.a. Dagstovnar og skúlar kunnu tó heita á bæði foreldur um at luttaka, um tað verður mett at vera tað besta fyri barnið.

 

Felags foreldramyndugleiki

Við felags foreldramyndugleika hava bæði foreldur rætt til, at

  • luttaka í tiltøkum í dagstovni ella skúla, foreldrafundum, vera við til samrøður um barnið og tílíkt.
  • hava samband við lækna, sjúkrahús, sosialar myndugleikar og tílíkt.
  • fáa innlit í øll skjøl og allar upplýsingar um barnið – men ikki upplýsingar um hitt foreldrið.

Liva foreldur at barni ikki saman, er tað tó ikki neyðugt at vera samd um allar avgerðir, hóast foreldramyndugleikin er felags.

Skilt verður ímillum týðandi avgerðir og yvirskipað viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum.

Bæði foreldur skulu vera samd um týðandi avgerðir. Bústaðarforeldrið (tað av foreldrunum, sum barnið hevur bústað hjá) kann einsamalt taka avgerð um yvirskipað viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum, umframt til dømis flyting innanlands og um barnið skal til sálarfrøðing, ráðgeving ella líknandi. Er samvera avtalað ella ásett, kann samveruforeldrið (tað av foreldrunum, sum barnið ikki hevur bústað hjá) taka avgerð um yvirskipað viðurskifti, meðan samvera er.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir dømi um, hvat foreldur millum annað skulu vera samd um, tá ið foreldramyndugleikin er felags, hvat bústaðarforeldrið kann avgera, og hvat samveruforeldrið kann avgera.

Bæði foreldur

  • Navnaval
  • Trúarviðurskifti
  • Val av skúla, frítíðarskúla og útbúgving
  • Verjumál – tað vil siga ábyrgd av møguligari inntøku og ogn hjá barninum
  • Pass
  • Týðandi medisinskar viðgerðir
  • Vandamikið frítíðarítriv
  • Flyting uttanlands
  • Hjúnaband

Bústaðarforeldrið

  • Beinleiðis daglig umsorgan og yvirskipað viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum.
  • Frítíðarítriv.
  • Flyting innanlands (uttan so, at tað er fyrsta flyting frá felags heiminum hjá foreldrunum og barninum). Bústaðarforeldrið hevur í hesum sambandi skyldu at boða hinum foreldrinum frá í seinasta lagi 6 vikur áðrenn flyting. Les meira um flyting her.
  • Skúlasálarfrøðing, barnaserkøn ráðgeving og tílíkt.

Samveruforeldrið

  • Beinleiðis daglig umsorgan og yvirskipað viðurskifti í gerandisdegnum hjá barninum, meðan samvera er.
  • Frítíðarítriv, meðan samvera er.
Kunning um barnið

Liva foreldur ikki saman, er tað ikki altíð at tey geva hvørjum øðrum upplýsingar og kunna hvønn annan um gerandisdagin hjá barninum ella um serlig viðurskifti viðvíkjandi barninum.

Um foreldur hava felags foreldramyndugleiki, hava bæði foreldur rætt til at luttaka í tiltøkum í dagstovni ella skúla, foreldrafundum, vera við til samrøður um barnið, at hava samband við lækna, sjúkrahús, almennar myndugleikar o.a., umframt at fáa innlit í øll skjøl og allar upplýsingar um barnið – men ikki upplýsingar um hitt foreldrið.

Foreldur, ið ikki hava lut í foreldramyndugleika yvir barni, hava rætt til kunning um barnið. Vantar foreldrið, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, at fáa upplýsingar um viðurskifti hjá barninum frá bústaðarforeldrinum ella skúla, stovni, myndugleika o.tíl. hevur viðkomandi rætt til at fáa upplýsingar um viðurskifti hjá barninum frá skúla, dagstovni, almanna- og heilsuverkinum (íroknað privatum sjúkrahúsi), tannlækna og øðrum myndugleikum.

Foreldrið, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, skal seta seg í samband við skúlan, stovnin ella myndugleikan fyri at fáa upplýsingarnar. Viðkomandi kann ikki krevja at fáa upplýsingar um viðurskifti hjá barninum frá skúla, stovni ella myndugleika skrivligt, uttan so at tær eru tøkar skrivligt frammanundan.

Vil stovnurin, skúlin ella myndugleikin ikki lata upplýsingar til foreldrið, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, kann viðkomandi biðja um skrivliga grundgeving fyri ella avgerð um, hví tað verður noktað kunning, umframt eina kæruvegleiðing. Eru ongar reglur um rætt til at kæra yvir avgerðir hjá stovninum ella myndugleikanum, kann ein ikki kæra.

Familjufyrisitingin kann í serligum førum, eftir umbøn frá foreldramyndugleikahavanum ella einum av nevndu stovnum, taka rættin til kunning frá tí foreldrinum, ið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum.

Sí meira í faldaranum Rætturin til kunning her á heimasíðuni.

Avtala um at broyta foreldramyndugleika

Eru foreldur samd, kunnu tey sjálvi avtala, hvør skal hava foreldramyndugleikan yvir teirra felags barni. Eru foreldur ósamd, má mál leggjast fyri Føroya rætti.

 

Frá einaforeldramyndugleika til felags foreldramyndugleika

Hevur annað av foreldrunum einsamalt foreldramyndugleika yvir barni, ber til at avtala, at foreldramyndugleikin skal vera felags.

Avtalan skal latast Familjufyrisitingini á einum serligum oyðublaði og góðkennast av Familjufyrisitingini fyri at fáa virknað. Fráboðanaroyðublaðið er at finna her og eitur Fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika.

Fráboðanaroyðiblaðið skal fyllast út, undirskrivast av báðum foreldrum og latast Familjufyrisitingini saman við umbidnum skjølum. Verður avtalan góðkend, áteknar Familjufyrisitingin fráboðanina, sendir foreldrunum eitt avrit og boðar landsfólkayvirlitinum frá.

Eru foreldur ósamd, og bara annað av foreldrunum vil hava felags foreldramyndugleika, má viðkomandi leggja mál fyri Føroya rætt. Føroya rættur kann døma felags foreldramyndugleika, at foreldramyndugleikahavin varðveitir foreldramyndugleikan ella at hitt foreldrið fær foreldramyndugleikan einsamalt.

 

Frá felags foreldramyndugleika til einaforeldramyndugleika

Hava foreldur felags foreldramyndugleika yvir barni og eru tey ikki gift, kunnu tey avtala at seta felags foreldramyndugleikan úr gildi og flyta foreldramyndugleikan til annað av foreldrunum.

Avtalan skal latast Familjufyrisitingini á einum serligum oyðublaði og góðkennast av Familjufyrisitingini, fyri at fáa virknað. Fráboðanaroyðublaðið er at finna her og eitur Fráboðan av avtalu um at seta felags foreldramyndugleika úr gildi.

Fráboðanin skal fyllast út, undirskrivast av báðum foreldrum og latast Familjufyrisitingini saman við umbidnum skjølum. Verður avtalan góðkend, áteknar Familjufyrisitingin fráboðanina, sendir foreldrunum eitt avrit og boðar landsfólkayvirlitinum frá.

Eru foreldur ósamd, og bara annað av foreldrunum vil, at felags foreldramyndugleikin skal setast úr gildi, má viðkomandi leggja mál fyri Føroya rætt. Føroya rættur kann døma framhaldandi felags foreldramyndugleika ella at annað av foreldrunum fær einaforeldramyndugleika. Rætturin kann tó ikki taka avgerð um felags foreldramyndugleika, um bæði foreldrini eru ímóti hesum.

 

At flyta foreldramyndugleikan frá øðrum av foreldrunum til hitt

Hevur annað av foreldrunum einaforeldramyndugleika, kunnu foreldur avtala at flyta foreldramyndugleikan til hitt foreldrið.

Avtalan skal latast Familjufyrisitingini á einum serligum oyðublaði og góðkennast av Familjufyrisitingini fyri at fáa virknað. Fráboðanaroyðublaðið er at finna her og eitur Fráboðan av avtalu um flyting av foreldramyndugleika frá øðrum foreldrinum til hitt. 

Fráboðanin skal fyllast út, undirskrivast av báðum foreldrum og latast Familjufyrisitingini saman við umbidnum skjølum. Verður avtalan góðkend, áteknar Familjufyrisitingin fráboðanina, sendir foreldrunum eitt avrit og boðar landsfólkayvirlitinum frá.

Eru foreldur ósamd, og bara annað av foreldrunum vil, at foreldramyndugleikin skal flytast frá hinum til sín, má viðkomandi foreldur, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, leggja málið fyri Føroya rætt. Føroya rættur kann døma felags foreldramyndugleika, at foreldramyndugleikahavin varðveitir foreldramyndugleikan, ella at hitt foreldrið fær einaforeldramyndugleika.

 

Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið eru ósamd um foreldramyndugleika, barnaserkøna ráðgeving og mekling. Les meira um barnaserkøna ráðgeving og mekling her.

Foreldramyndugleiki til onnur enn foreldur

Foreldur kunnu gera av, at ein annar enn foreldrini skal hava foreldramyndugleika yvir teirra felags barni – vanliga er tað ein, ið er í tættari familju (t.d. omma, abbi, systkin hjá øðrum av foreldrunum) ella fosturforeldur.

Einki serstakt oyðublað er til tílíka avtalu. Familjufyrisitingin skal hava eina skrivliga umbøn frá foreldramyndugleikahavanum/-unum, har greitt verður frá og grundgivið fyri, hví foreldramyndugleikin skal flytast. Familjufyrisitingin kann bert góðkenna avtaluna, um hon verður mett at gagna barninum.

Um foreldur hava felags foreldramyndugleika er tað eitt krav, at bæði foreldur eru samd um at flyta foreldramyndugleikan. Um tað foreldrið, ið hevur einaforeldramyndugleika, vil flyta foreldramyndugleikan til onnur enn hitt foreldrið, og hitt foreldrið ikki er samt í at flyta foreldramyndugleikan, tekur Familjufyrisitingin avgerð grundað á, hvat verður mett best fyri barnið.

Avgerð um foreldramyndugleika

Eru foreldur ósamd um, hvør skal hava foreldramyndugleika yvir barni teirra, er tað Føroya rættur, sum kann taka avgerð.

Familjufyrisitingin kann taka avgerð um

  • foreldramyndugleika, tá ið annað av foreldrunum er deytt.
  • fyribils foreldramyndugleika, um tann, ið hevur foreldramyndugleika, ikki kann útinna sínar skyldur og rættindi sum foreldramyndugleikahavi.
  • fyribils at lata øðrum foreldrinum einaforeldramyndugleika, um foreldramyndugleikin er felags, og vandi er fyri, at hitt foreldrið fer at taka barnið úr landinum, áðrenn ein endalig avgerð um foreldramyndugleika nær at verða tikin.

Les meira niðanfyri um foreldramyndugleika við deyða, foreldramyndugleika við forðing og foreldramyndugleika, tá ið vandi er fyri burturflyting.

Foreldramyndugleiki, um eitt foreldur doyr

Høvdu foreldur felags foreldramyndugleika

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og annað teirra doyr, hevur eftirsitandi foreldrið einsamalt foreldramyndugleikan, um barnið býr hjá viðkomandi.

Livdu foreldrini ikki saman, og búði barnið hjá foreldrinum, ið doyði, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn taka avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Foreldrið, ið er á lívi, hevur tó altíð framíhjárætt at varðveita foreldramyndugleikan, uttan so, at tað ikki verður mett best fyri barnið at búgva hjá eftirsitandi foreldrinum. Í slíkum føri kann Familjufyrisitingini taka avgerð um, at foreldramyndugleikin verður fluttur til ein annan ella onnur, sum barnið er knýtt at. Foreldramyndugleiki kann eisini latast hjúnafeløgum ella samlivandi pari – til dømis til foreldrið, ið er á lívi, og hjúnafelaga ella samliva hjá viðkomandi.

Ætla onnur enn eftirsitandi foreldrið at søkja um at fáa foreldramyndugleika yvir barninum, er tað ein treyt, at barnið er knýtt at viðkomandi.

 

Hevði foreldrið, sum er deytt, einaforeldramyndugleika

Hevði foreldrið, ið doyði, einaforeldramyndugleika, hevur foreldrið, ið enn er á lívi, framíhjárætt at fáa foreldramyndugleikan. Hetta er tó treytað av, at tað verður mett best fyri barnið. Verður tað ikki mett best fyri barnið at búgva hjá foreldrinum, ið er á lívi, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um at lata foreldramyndugleikan til ein annan.

Onnur enn hitt foreldrið kunnu søkja um at fáa foreldramyndugleika yvir barnið. Men ein treyt fyri at søkja er, at barnið er knýtt at viðkomandi.

Skal Familjufyrisitingin taka avgerð um foreldramyndugleika við deyða, verður størstur dentur lagdur á, hvat er best fyri barnið. Barnið skal í slíkum føri eisini fáa høvi at bera fram síni sjónarmið og ynski. Viljin hjá deyða foreldrinum kann fáa ein ávísan týdning, men framíhjárætturin hjá livandi foreldrinum er týðandi, eisini hóast tann deyði, sambært møguligum barnatestamenti, hevði eitt annað ynski.

Foreldramyndugleikin kann latast hjúnafeløgum ella samlivandi pari – til dømis til foreldrið, ið er á lívi, og hjúnafelaga ella samliva hjá viðkomandi.

Foreldramyndugleiki orsakað av forðing

Familjufyrisitingin kann taka fyribils avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan, um ein forðing elvir til, at ein, sum hevur foreldramyndugleika ella lut í foreldramyndugleika yvir barni, ikki kann taka avgerð um persónlig viðurskifti hjá barninum.

Sjálvt um ein, sum hevur foreldramyndugleika ella lut í foreldramyndugleika yvir barni, er forðaður, skal ein ítøkilig meting gerast í hvørjum einstøkum føri. Tá ið hendan meting verður gjørd, verður fyrilit tikið fyri, í hvønn mun tørvurin á at tilluta einum foreldri fyribils foreldramyndugleika er ítøkiligur og átrokandi. Harumframt verður dentur eisini lagdur á, hvussu drúgv forðingin verður mett at vara. Tað verður tískil ikki altíð tillutað einum foreldri fyribils foreldramyndugleika.

Tað er ein fortreyt, at tann, sum hevur foreldramyndugleikan ella lut í foreldramyndugleikanum, er forðaður at útinna sínar skyldur og rættindi sum foreldramyndugleikahavi. Hetta kann til dømis vera, um viðkomandi, orsakað av sálarligari ella likamligari sjúku, ikki er førur fyri at taka støðu til spurningar viðvíkjandi viðurskiftum hjá barninum.

Uppihald uttanlands verður til dømis ikki mett sum ein forðing, uttan so at nágreiniliga uppihaldsstaðið er ókent, ella tað av øðrum orsøkum ikki er gjørligt at fáa samband við viðkomandi. Vanliga ber til at fáa samband við tann, sum hevur foreldramyndugleikan, hóast viðkomandi er uttanlands í óavmarkaða tíð.

Tað er ein ítøkilig meting, hvussu leingi ein forðing skal vara, fyri at ein fyribils avgerð um foreldramyndugleika kann verða tikin. Sjálvt sera stuttar forðingar kunnu gerast grundarlag fyri avgerð um fyribils foreldramyndugleika, um tað er bráðfeingis tørvur á at ein foreldramyndugleikahavi skal taka eina avgerð viðvíkjandi barninum. Sum dømi um langtíðar ella varandi forðing kunnu nevnast støður, har foreldramyndugleikahavin orsakað av til dømis varandi sjúku ikki er førur fyri at taka støðu til spurningar viðvíkjandi viðurskiftum hjá barninum.

Ein avgerð um fyribils foreldramyndugleika, orsakað av forðing, er galdandi so leingi, sum forðingin er, ella til barnið ikki longur er undir foreldramyndugleika hjá viðkomandi.

Foreldramyndugleiki, um vandi er fyri burturflyting

Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og vandi er fyri, at annað av foreldrunum tekur barnið við sær úr Føroyum, ella um barnið verður afturhildið uttanlands undan eini avgerð um foreldramyndugleika, kann Familjufyrisitingin eftir umbøn fyribils leggja foreldramyndugleikan til hitt av foreldrunum einsamalt.

Talan skal vera um mál, har fráferð hjá barninum er í næstum. Avgerðin skal altíð verða grundað á eina ítøkiliga meting av, hvat er best fyri barnið.

Tað er ein treyt, at vandin fyri, at barnið verður tikið av landinum ella verður afturhildið uttanlands, er ítøkiligur og bráðfeingis. Talan kann til dømis vera um, at annað av foreldrunum er horvið saman við barninum, og at ábending er um, at viðkomandi ætlar at ferðast úr Føroyum við barninum ella ikki koma aftur eftir fráferð.

Ein slík fyribils avgerð er galdandi, til ein avtala ella endalig avgerð um foreldramyndugleika er tikin í rættinum, ella í fýra vikur, um mál um foreldramyndugleika ikki er lagt fyri rættin innan hesar fýra vikurnar. Avgerð um fyribils einaforeldramyndugleika, tí at vandi er fyri burturflyting, fellur eisini burtur, um umbøn um avgerð um foreldramyndugleika verður tikin aftur ella avvíst í rættinum, ella um foreldrini taka samlívið upp aftur. Hetta er galdandi fyri bæði gift og ógift foreldur.

Ráðgeving í sambandi við ósemju um foreldramyndugleika

Eru foreldur ósamd um foreldramyndugleika yvir teirra felags barni og hava tørv á hjálp til at finna eina loysn, bjóðar Familjufyrisitingin barnaserkøna ráðgeving og mekling. Eitt ella bæði foreldur kunnu seta seg í samband við Familjufyrisitingina og biðja um barnaserkøna ráðgeving ella mekling. Les meira um barnaserkøna ráðgeving og mekling her á heimasíðuni.

Uppgávan hjá Familjufyrisitingini er at royna at hjálpa foreldrunum at finna loysnir, sum eru best fyri teirra felags barn og alt eftir ítøkiligu viðurskiftunum hjá júst teirra familju. Tað besta fyri barnið er, at foreldrini kunnu samstarva, og at tey saman megna at finna loysnir, sum taka fyrilit fyri barninum og viðurskiftum rundan um barnið.

Eydnast tað ikki Familjufyrisitingini at hjálpa foreldrunum at finna eina loysn, kann Familjufyrisitingin ikki gera meira, tá ið tað snýr seg um ósemju um foreldramyndugleika. Ein av pørtunum kann leggja mál fyri Føroya rætt, ið kann taka avgerð um foreldramyndugleika.

Rætturin kann avgera at annað av foreldrunum fær ella varðveitir einaforeldramyndugleika, ella at foreldrini fáa ella varðveita felags foreldramyndugleika. Rætturin kann ikki taka avgerð um felags foreldramyndugleika, um bæði foreldur eru ímóti tí.

Tað ber ikki til at kæra avgerð hjá Familjufyrisitingini um at enda eina tilgongd við barnaserkønari ráðgeving ella mekling í sambandi við ósemju um foreldramyndugleikan.

Hvat er best fyri barnið?

Hóast foreldur ikki liva saman, eru tey framvegis týdningarmiklastu persónar í lívinum hjá barni teirra. Tískil er tað sera umráðandi, at foreldur saman kunnu varða av barni teirra og taka tær avgerðir, sum tæna barninum best.

Tá ið foreldur fara hvørt til sítt, kann tað vera trupult at samstarva. Familjufyrisitingin kann hjálpa foreldrum, ið ikki liva saman, við millum annað barnaserkønari ráðgeving og mekling.

Foreldur hava eina felags skyldu at royna at samstarva. Vánaligt foreldrasamstarv kann hava neiliga ávirkan á barnið. Les meira um týdningin av foreldrasamstarvi í faldaranum Tá ið samstarvið er trupult.

Familjufyrisitingin bjóðar barnaserkøna ráðgeving, mekling og foreldrasamstarvsskeið til foreldur, ið hava avbjóðingar við foreldrasamstarvinum. 

Kæra

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Føroya kærustovn innan 4 vikur frá tí degi, kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo.

Í summum førum kann Familjufyrisitingin taka mál upp aftur til nýggja viðgerð, um ein kæra verður móttikin. Til dømis um kæran hevur nýggjar viðkomandi upplýsingar.

Meira kunning

Les meira um foreldramyndugleika í Foreldramyndugleikalógini og í faldarunum hjá Familjufyrisitingini.

Hevur tú spurningar ella tørv á fleiri upplýsingum um foreldramyndugleika, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00