Framtíðarfulltrú

Stovnar tú eina framtíðarfulltrú, velur tú sjálv/ur, hvør skal umboða teg, um tú ikki fært tikið tær av tínum fíggjarligu og/ella persónligu viðurskiftum longur orsakað av sjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri, viknaðari heilsu ella líknandi.

Í sambandi við stovnan av eini framtíðarfulltrú vegleiðir Familjufyrisitingin eisini um munin millum vanliga fulltrú, framtíðarfulltrú og verjumál, og um framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi heilt ella lutvíst kann fáa virknað í framtíðini sambært verandi lóggávu.

Vert at vita um framtíðarfulltrúir

Vilt tú hava ávirkan á, hvør skal taka sær av tínum persónligu og/ella fíggjarligu viðurskiftum, um tú ikki fært gjørt tað sjálv/ur, kanst tú stovna eina framtíðarfulltrú.

So leingi tú – fulltrúarveitari – ert før/ur fyri at taka tær av tínum viðurskiftum, liggur fulltrúin óvirkin í skránni yvir framtíðarfulltrúir hjá Familjufyrisitingini.

Verður framtíðarfulltrúin (skjalið) sett í gildi, eru tað ein ella fleiri framtíðarfulltrúar, sum umboða teg í teimum viðurskiftum, sum framtíðarfulltrúin fevnir um.

Hvør kann stovna eina framtíðarfulltrú?

Ein og hvør, sum hevur fylt 18 ár, og sum er førur fyri at virka skynsamt, kann stovna eina framtíðarfulltrú. Tað merkir, at tú skalt vera før/ur fyri at skilja avleiðingarnar av at stovna eina fulltrú, sum kann verða sett í gildi í framtíðini.

Hvussu verður ein framtíðarfulltrú stovnað?

Ein framtíðarfulltrú kann stovnast í Familjufyrisitingini, við at fulltrúarveitari letur Familjufyrisitingini eina framtíðarfulltrú.

Familjufyrisitingin hevur lagað oyðublað til, sum kann verða hent at nýta til at evna framtíðarfulltrúina eftir. Tú finnur oyðublaðið her.

Oyðublaðið gevur møguleika at velja ímillum ymisk sløg av framtíðarfulltrúum, sum tú kanst laga til eftir tínum egna tørvi. Tað er ikki krav, at tú skalt brúka oyðublaðið. Tú kanst evna tína fulltrú til sjálv/ur.

Familjufyrisitingin biður síðan fulltrúarveitara møta persónliga í Familjufyrisitingini, har Familjufyrisitingin, í sambandi við at framtíðarfulltrúin verður áteknað, váttar

  • samleikan hjá fulltrúarveitara,
  • at fulltrúarveitari er førur fyri á skynsaman hátt at stovna framtíðarfulltrú, og
  • at framtíðarfulltrúin fevnir um tað, sum tú vilt, at hon skal fevna um.

Umframt nevnda skrásetir Familjufyrisitingin eisini hvørjir persónar eru hjástaddir.

Liggur tað ikki fyri hjá tær at møta persónliga í Familjufyrisitingini, kanst tú fáa Familjufyrisitingina at koma til tín.

Familjufyrisitingin tekur samstundis støðu til

  • um framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi, heilt ella lutvíst, kann fáa virknað í framtíðini sambært verandi lóggávu.
  • aðrar umstøður, sum kunnu hava týdning fyri gildið av framtíðarfulltrúnni

Innihaldið í framtíðarfulltrúnni kann sostatt hava við sær, at Familjufyrisitingin ikki kann stovna fulltrúina. Tað kann vera í førum, har fulltrúin inniheldur boð sum ganga ímóti lóg og sóma. Tað kann eisini vera, um ivi er um fulltrúarveitarans evni at virka skynsamt, ella um grundaður ivi annars er um, hvørt fulltrúin fer at virka á nøktandi hátt. Í hesum førum kann Familjufyrisitingin eftir einari ítøkiligari meting nokta at stovna framtíðarfulltrúina heilt ella at stovna framtíðarfulltrúina lutvíst.

Metir Familjufyrisitingin at øll viðurskifti eru í lagi og at framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi kann fáa virknað, áteknar Familjufyrisitingin framtíðarfulltrúina og skrásetir hana í skránni yvir framtíðarfulltrúir hjá Familjufyrisitingini. Framtíðarfulltrúin er eftir hetta mett sum stovnað.

Fulltrúin liggur síðan sum “hvílandi fulltrú” hjá Familjufyrisitingini, til tað møguliga einaferð seinni verður tørvur á at seta hana í gildi. Tað er Familjufyrisitingin, ið skal seta fulltrúina í gildi - tað vil siga at meta um hvørt fulltrúarveitari ikki longur er før/ur fyri at røkja síni viðurskifti.

Fulltrúarveitari kann bara hava eina framtíðarfulltrú hjá Familjufyrisitingini í senn. Vilt tú broyta innihaldið í einari framtíðarfulltrú, ið longu er stovnað, skalt tú søkja um at seta eina nýggja í staðin fyri galdandi fulltrú. Tú kanst lesa meira um at broyta og taka aftur eina framtíðarfulltrú í vegleiðingini um framtíðarfulltrúir her.

Hvat kann ein framtíðarfulltrú fevna um?

Ein framtíðarfulltrú kann bæði fevna um fíggjarlig og persónlig viðurskifti. Sum fulltrúarveitari er tað tú, sum ger av, hvat framtíðarfulltrúin skal fevna um. Fulltrúin kann avmarkast til at fevna um ávís viðurskifti ella fevna um øll fíggjarlig og/ella persónlig viðurskifti.

Velur tú at avmarka fulltrúina til bara at fevna um einstøk viðurskifti, skalt tú upplýsa neyvt, hvat fulltrúin skal fevna um.

Tað er avgerandi, hvat tú velur at lata fulltrúina fevna um, tí tann ella tey, ið verða tilnevnd framtíðarfulltrúar fáa bara umboðað teg í teimum viðurskiftum, sum eru fevnd av fulltrúnni.

Uttan mun til, hvussu víttfevnandi framtíðarfulltrúin er, kanst tú sum fulltrúarveitari virka frítt persónliga. Tað merkir, at ein framtíðarfulltrúi ikki kann noyða teg at gera eitthvørt ella til at lata vera við at gera eitthvørt.

Ein framtíðarfulltrúi kann heldur ikki umboða teg í giftarmáli ella skriva testamenti tína vegna.

Ein framtíðarfulltrúi kann heldur ikki flyta teg á røktarheim ímóti tínum vilja.

Hvør kann tilnevnast sum framtíðarfulltrúi?

Øll kunnu tilnevnast til framtíðarfulltrúa. Framtíðarfulltrúi skal tó ikki vera undir 18 ár, vera ómyndig/ur ella sjálv/ur hava eina framtíðarfulltrú, sum er sett í gildi.

Tú gert sjálv/ur av, um tú vilt velja ein ella fleiri framtíðarfulltrúar.

Velur tú fleiri framtíðarfulltrúar, er tað umráðandi, at tú samstundis tekur støðu til, um teir sínámillum skulu vera javnsettir ella um teir skulu vera varamenn og bara fara til verka um hinum berst frá.

Eisini er umráðandi at tú tekur støðu til um fleiri framtíðarfulltrúar skulu virka og taka avgerðir í felag ella um teir skulu virka á hvør sínum øki.

At seta framtíðarfulltrú í gildi

Ein stovnað framtíðarfulltrú er ikki galdandi, fyrr enn Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um at seta hana í gildi. Framtíðarfulltrúin kann setast í gildi, tá ið fulltrúarveitari orsakað av sjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri ella viknaðari heilsu ella líknandi ikki sjálv/ur longur er før/ur fyri at taka sær av sínum viðurskiftum á økjum, sum framtíðarfulltrúin fevnir um.

Les meira niðanfyri, um at seta eina framtíðarfulltrú í gildi.

At broyta ella taka aftur framtíðarfulltrú

Tað er hent um tú sum fulltrúarveitari javnan metir um, um framtíðarfulltrúin skal tillagast. Tað er serliga galdandi, um broytingar henda í tíni lívsstøðu, ella um broytingar henda í umstøðunum hjá einum framtíðarfulltrúa ella í tínum sambandi við fulltrúan.

 

Áðrenn gildiskomu

Til Familjufyrisitingin hevur sett framtíðarfulltrúina í gildi, kanst tú broyta ella taka hana aftur umvegis Familjufyrisitingina. Tú kanst lesa meira um, hvussu tú skalt gera tað í vegleiðingini hjá Familjufyrisitingini um framtíðarfulltrúir her.

 

Eftir gildiskomu

Eftir at fulltrúin er sett í gildi, kann fulltrúin bert broytast ella takast aftur, um fulltrúarveitari er før/ur fyri at skilja, hvat tað merkir.

Umsókn um at broyta ella taka aftur eina framtíðarfulltrú skal sendast Familjufyrisitingini, sum síðan metir um, hvørt treytirnar fyri at broyta ella taka aftur eina framtíðarfulltrú eru loknar. Tú kanst eisini lesa meiri um hvussu tú skalt gera tað í vegleiðingini hjá Familjufyrisitingini um framtíðarfulltrúir her.

Eftirlit við fulltrúa, tá ið framtíðarfulltrúin er sett í gildi

Í fyrstu syftu er tað fulltrúarveitari, sum í framtíðarfulltrúnni ger av, um eftirlit skal vera við fulltrúan og hvussu hetta eftirlitið skal skipast.

Familjufyrisitingin hevur eisini eitt sokallað hvílandi eftirlit.

 

Privat eftirlit

Sum fulltrúarveitari kanst tú velja privat eftirlit. Eftirlitsfólkið kann vera sakførari, grannskoðari ella eitt fólk, sum tú annars hevur álit á.

Tað skal vera ásett í framtíðarfulltrúnni, um ella hvussu nógv eftirlit skal vera. Tú kanst t.d. gera av, at fulltrúin skal ráðføra seg við tað privata eftirlitsfólkið í ávísum førum, ella at eftirlitsfólkið t.d. skal góðkenna gávuætlanir. Tú kanst eisini gera av, at framtíðarfulltrúin skal lata eftirlitsfólkinum roknskap.

Heldur tað privata eftirlitsfólkið, at eitt veruligt eftirlitsmál skal setast í verk, kann tað fráboðast Familjufyrisitingini. Er tað avgjørt í framtíðarfulltrúnni, kann eftirlitsfólkið eisini heilt ella partvíst taka eina framtíðarfulltrú aftur. Eftirlitsfólkið skal tá boða Familjufyrisitingini frá, at framtíðarfulltrúin verður tikin aftur. Afturtøkan verður tinglýst í Persónbókini.

 

Alment eftirlit

Óansæð um fulltrúarveitari hevur sett privat eftirlit ella ei, hevur Familjufyrisitingin eitt hvílandi eftirlit. Tað merkir, at Familjufyrisitingin kann byrja eitt eftirlitsmál, um vit verða varug við viðurskifti, sum tykjast vera í andsøgn við áhugamálini hjá fulltrúarveitara.

Um tað verður mett neyðugt, kann Familjufyrisitingin – við støði í einum eftirlitsmáli – seta framtíðarfulltrúina úr gildi, ella áleggja framtíðarfulltrúanum at halda roknskap og gera ella lata vera við at gera ávísar atgerðir.

Kæra um avgerðir hjá Familjufyrisitingini

Fulltrúarveitari, hjúnafelagi ella samlivi hjá fulltrúarveitara, framtíðarfulltrúi og varafulltrúar kunnu kæra avgerðir hjá Familjufyrisitingini til Føroya Kærustovn.

Freistin at kæra avgerð um at seta í verk, taka aftur, broyta ella steðga einari framtíðarfulltrú er fýra vikur frá tí, at avgerðin er tinglýst í Persónbókini.

Freistin at kæra aðrar avgerðir hjá Familjufyrisitingini er fýra vikur eftir, at kærari hevur fingið boð um avgerðina.

Vilt tú seta eina framtíðarfulltrú í gildi

Ein framtíðarfulltrú fer ikki at virka, fyrr enn hon er sett í gildi og tinglýst.

Framtíðarfulltrúin kann setast í gildi, tá ið fulltrúarveitari ikki longur sjálv/ur fær tikið sær av egnum viðurskiftum á teimum økjum, sum framtíðarfulltrúin fevnir um. Vanliga orsakað av sjúku, viknaðum sinnisførleika ella tílíkum.

Tað er Familjufyrisitingin, sum eftir umsókn frá fulltrúarveitara ella framtíðarfulltrúa setir framtíðarfulltrúina í gildi og síðani tinglýsir hana. Sí meiri um tinglýsing longur niðri á síðuni.

Umsóknaroyðublað um at seta framtíðarfulltrú í gildi sæst her (oyðublaðið er í gerð).

Áðrenn tú sendir umsókn um gildiskomu

Søkir tú sum framtíðarfulltrúi, skalt tú tosa við fulltrúarveitara um umsóknina at seta framtíðarfulltrúina í gildi, áðrenn tú sendir hana til Familjufyrisitingina. Um fulltrúarveitari er før/ur fyri at skilja, hvat tað merkir at seta framtíðarfulltrúina í gildi og mótmælir hesum, kann framtíðarfulltrúin ikki setast í gildi.

Tú skalt fyri Familjufyrisitingini skriva undir, at tú hevur umrøtt umsóknina um gildiskomu við fulltrúarveitara. Tú kanst lata vera við at umrøða umsóknina um gildiskomu við fulltrúarveitara, um fulltrúarveitari ikki skilur, hvat tað snýr seg um. Um umsóknin ikki er umrødd við fulltrúarveitara, skalt tú í umsóknini grundgeva fyri tí.

Harafturat skalt tú boða næstu avvarðandi hjá fulltrúarveitara frá, at tú sendir Familjufyrisitingini eina umsókn. Tú skalt somuleiðis vátta hetta í umsóknini.

Eru fleiri javnsettir framtíðarfulltrúar, skulu tit í felag søkja Familjufyrisitingina um at seta framtíðarfulltrúina í gildi. Tað merkir, at allir skulu skriva undir umsóknina um gildiskomu.

Familjufyrisitingin hevur lagað oyðublað til, sum kann verða hent at nýta tá ið tú vilt søkja um at framtíðarfulltrúin verður sett í gildi. Umsóknaroyðublaðið er at finna her (oyðublaðið er í gerð).

Umsókn um at fáa framtíðarfulltrú setta í gildi

Familjufyrisitingin hevur lagað oyðublað til, sum kann verða hent at nýta tá ið tú vilt søkja um at framtíðarfulltrúin verður sett í gildi. Umsóknaroyðublaðið er at finna her (oyðublaðið er í gerð).

 

Hvat skalt tú gera, tá ið tú letur inn umsóknina?

Saman við umsóknini, skalt tú lata inn læknaváttan viðvíkjandi fulltrúarveitarans verandi heilsustøðu. Oyðublaðið til læknaváttan finnur tú her (oyðublaðið er í gerð).

 

Um læknaváttanina

Til tess at viðgera umsókn um at seta framtíðarfulltrú í gildi, er neyðugt at lata læknaváttan við umsóknini. Læknaváttanin verður umbiðin við at framtíðarfulltrúin og fulltrúarveitarin í felag venda sær kommunulækna, serlækna ella sjúkrahúslækna, antin skrivliga ella í viðtalu.

Læknin avger um tað er neyðugt, at fulltrúarveitarin og framtíðarfulltrúin í felag møta til viðtalu hjá læknanum Familjufyrisitingin kann bara í serstøkum føri síggja burtur frá kravinum um læknaváttan. Tað kann vera í teimum førum, har heilsustøðan hjá fulltrúarveitara er skjalprógvað á annan hátt.

Familjufyrisitingin viðger umsóknina

Tá ið Familjufyrisitingin hevur fingið eina umsókn við læknaváttan, metir Familjufyrisitingin um treytirnar fyri at seta framtíðarfulltrúina í gildi eru loknar.

Familjufyrisitingin kannar, um framtíðarfulltrúin er stovnað á lógligan hátt og áteknað, og um fulltrúarveitari ikki fær tikið sær av sínum viðurskiftum á teimum økjum, sum fulltrúin fevnir um. Tá ið mett verður um verandi heilsustøðu fulltrúarveitarans, leggur Familjufyrisitingin serliga dent á innihaldið í læknaváttanini.

Familjufyrisitingin kann nokta at seta eina framtíðarfulltrú í gildi, um treytirnar ikki eru loknar. Orsøkir til at nokta kunnu til dømis vera, at

  • framtíðarfulltrúin ikki er stovnað á lógligan hátt, t.d. er ikki áteknað
  • heilsustøðan hjá fulltrúarveitara ikki kann vera orsøk til at seta framtíðarfulltrúina í gildi.
  • ivi er um førleikar hjá framtíðarfulltrúa at røkja virkið sum fulltrúi.

Familjufyrisitingin kann eisini, tá ið ein ítøkilig meting er gjørd, seta framtíðarfulltrúina lutvíst í gildi ella seta í verk eitt verjumál, um mett verður, at fulltrúarveitari hevur brúk fyri tí í staðin.

Framtíðarfulltrúin hevur ikki virknað fyrr enn hon er tinglýst. Sí meiri um tinglýsing niðanfyri.

Tinglýsing av Framtíðarfulltrúnni

Tá ið Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um at seta framtíðarfulltrúina í gildi, skal Familjufyrisitingin tryggja, at framtíðarfulltrúin verður tinglýst í Persónbókini. Tinglýsing av framtíðarfulltrúnni er ein gildistreyt. 

Tinglýsingin krevur, at gjaldið/kvittan fyri gjald og framtíðarfulltrúin, verða latin Tinglýsingini samstundis til tess at framtíðarfulltrúin kann tinglýsast.

Mannagongdin er tískil tann, at tá Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð um at seta framtíðarfulltrú heilt ella lutvíst í gildi, setir Familjufyrisitingin seg í samband við framtíðarfulltrúa og avtalar nær Familjufyrisitingin sendir Tinglýsingini framtíðarfulltrúina til tinglýsingar, soleiðis at framtíðarfulltrúi kann rinda tinglýsingargjaldið samstundis við at Familjufyrisitingin sendir framtíðarfulltrúina til Tinglýsingina til tinglýsingar.

Tinglýsingargjaldið er 1.000 kr. Peningurin kann flytast á kontu hjá Umhvørvisstovuni. Til ber eisini at rinda tinglýsingargjaldið við gjaldskorti í móttøkuni hjá Umhvørvisstovuni.

Gev gætur, at framtíðarfulltrúin hevur ikki virknað fyrr enn hon er tinglýst.

 

Hví skal framtíðarfulltrúin tinglýsast?

Persónbókin er almenn og á tann hátt kunnu bæði almennir myndugleikar og privatir avtalupartar, við at seta seg í samband við Tinglýsingina, vissa seg um at framtíðarfulltrúin hevur neyðuga fulltrú. Tinglýsingin í Persónbókini tryggjar soleiðis, at framtíðarfulltrúin er heimilaður mótvegis triðjamanni.

Vilt tú sleppa undan at gerast ella ikki longur vil vera framtíðarfulltrúi

Sum framtíðarfulltrúi hevur tú stóran týdning fyri tann, sum hevur tilnevnt teg sum framtíðarfulltrúa. Tú ert vald/ur, tí at viðkomandi hevur álit á, at tú tekur tær av áhugamálunum hjá viðkomandi, tá ið viðkomandi ikki longur fær gjørt tað.

Men okkurt kann taka seg upp, sum ger, at tú ikki longur vilt ella fært átikið tær virkið sum framtíðarfulltrúi. Um framtíðarfulltrúin er sett í gildi, hevur tú skyldu at boða Familjufyrisitingini frá, at tú ikki longur vilt átaka tær at virka sum framtíðarfulltrúi.

Eingi serlig krøv eru viðvíkjandi, hvussu tú skalt boða Familjufyrisitingini frá, at tú ikki longur vilt átaka tær at virka sum framtíðarfulltrúi.

Tú kanst seta teg í samband við okkum á tann hátt, sum hóskar tær best. Sí tó punktið niðanfyri um krøv til fráboðan.

Tú hevur eisini skyldu at boða frá, um tú veitst, at onkur av hinum framtíðarfulltrúunum er komin undir verjumál, hevur stovnað egnu framtíðarfulltrú, sum er sett í gildi, ella er deyður.

Vilt tú boða frá viðurskiftum hjá øðrum framtíðarfulltrúum

Eingi serlig krøv eru viðvíkjandi, hvussu tú skalt boða Familjufyrisitingini frá, um tú veitst, at onkur av hinum framtíðarfulltrúunum er komin undir verjumál, hevur stovnað egnu framtíðarfulltrú, sum er sett í gildi, ella er deyður.

Tú kanst seta teg í samband við okkum á tann hátt, sum hóskar tær best. 

 

Krøv til fráboðan

Tá ið tú setir teg í samband við Familjufyrisitingina, er tað umráðandi, at tað skilst týðiliga, hvør er fulltrúarveitari og hvønn framtíðarfulltrúa tín fráboðan snýr seg um. Annars fær Familjufyrisitingin ikki sannað, hvørja framtíðarfulltrú talan er um.

 

Avleiðingar av eini fráboðan

Tá ið Familjufyrisitingin hevur fingið tína fráboðan, meta vit, um tað fær avleiðingar fyri framtíðarfulltrúina. Vit hyggja millum annað eftir, um hon skal heilt ella lutvíst skal steðga. Tað valdast um innihaldið í framtíðarfulltrúnni – m.a. um aðrir framtíðarfulltrúar eru tilnevndir, sum kunna røkja virkið.

Vilt tú kæra um ein framtíðarfulltrúa

Í fyrstu syftu er tað privata eftirlitsfólkið, sum hevur eftirlit við framtíðarfulltrúum. Framtíðarfulltrúin er tað fólkið, sum er sett til at taka sær av persónligu og/ella fíggjarligu viðurskiftunum.

Men Familjufyrisitingin hevur eitt sokallað hvílandi eftirlit. Tað merkir, at Familjufyrisitingin kann byrja eitt eftirlitsmál, um vit varnast viðurskifti, sum kunnu metast at vera í andsøgn við fulltrúarveitarans áhugamál.

 

Hvussu tú kærir

Eingi serlig krøv eru viðvíkjandi, hvussu tú kærir ein framtíðarfulltrúa.

Tú kanst sostatt seta teg í samband við okkum á tann hátt, sum passar tær best. Les niðanfyri um krøv til kæru.

 

Krøv til kæru

Tá ið tú kærir ein framtíðarfulltrúa, er tað umráðandi, at tað skilst týðiliga, hvør er fulltrúarveitari og hvør er framtíðarfulltrúi. Annars fær Familjufyrisitingin ikki sannað, hvønn talan er um.

Tað er eisini umráðandi, at tú lýsir týðiliga, hvat tú ert ónøgd/ur við. Hevur tú skjalprógv, sum hava týdning fyri kæruna, kanst tú sjálvsagt eisini senda tey til Familjufyrisitingina.

 

Hvat hendir, tá ið tú hevur kært?

Tá ið Familjufyrisitingin hevur fingið eina kæru, senda vit hana altíð til framtíðarfulltrúan. Tað gera vit, tí at framtíðarfulltrúin hevur krav um at vita, at ein kæra er um hann. Framtíðarfulltrúin skal eisini vita, hvat kæran snýr seg um. Vit biðja framtíðarfulltrúan um viðmerkingar til kæruna.

Um tað ikki er fulltrúarveitari sjálv/ur, sum kærir, fært tú ikki avgerðina frá Familjufyrisitingini. Tað er tí, at tú ikki ert partur í kærumálinum.

Vanliga fært tú boð um, at málið er liðugt viðgjørt, tá ið vit hava endað málið.

Vilt tú vita meira

Uppgávurnar hjá Familjufyrisitingini í sambandi við lógina um framtíðarfulltrúir er í tveimum stigum – í sambandi við stovnan og átekning og í sambandi við gildiskomu.

Í sambandi við stovnan og átekning av framtíðarfulltrú, er uppgávan hjá Familjufyrisitingini at eftirkanna

  • samleikan hjá fulltrúarveitara,
  • at fulltrúarveitari er førur fyri skynsamt at stovna eina framtíðarfulltrú, og
  • at framtíðarfulltrúin fevnir um tað, sum fulltrúarveitari vil, at hon skal fevna um.

Familjufyrisitingin tekur samstundis støðu til, um

  • framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi, heilt ella lutvíst, kann fáa virknað í framtíðini sambært verandi lóggávu.
  • aðrar umstøður eru, sum kunnu hava týdning fyri gildið av framtíðarfulltrúnni

Í sambandi við stovnan vegleiðir Familjufyrisitingin eisini um innihaldið í eini framtíðarfulltrú og um munin millum vanliga fulltrú, framtíðarfulltrú og verjumál.

Tú kanst eisini velja at fáa tær løgfrøðiliga ráðgeving frá t.d. sakførara um innihaldið í eini framtíðarfulltrú, og hvussu hon skal orðast.

Tú kanst eisini lesa meira í

 

Í sambandi við gildiskomu av framtíðarfulltrú eru uppgávurnar hjá Familjufyrisitingini, at seta framtíðarfulltrú í gildi eftir umsókn (LINK) og í tí sambandi meta um, um

  • fulltrúarveitari ikki longur sjálv/ur fær tikið sær av egnum viðurskiftum á teimum økjum, sum framtíðarfulltrúin fevnir um. Vanliga orsakað av sjúku, viknaðum sinnisførleika ella tílíkum og
  • framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi, heilt ella lutvíst, kann fáa virknað sambært verandi lóggávu og at meta um,
  • aðrar umstøður eru, sum kunnu hava týdning fyri gildið av framtíðarfulltrúnni

Orsøkir at nokta heila ella lutvísa ígildisseting av framtíðarfulltrúnni kunnu t.d. verða, at

  • framtíðarfulltrúin ikki er stovnað á lógligan hátt, t.d. ikki áteknað,
  • heilsustøðan hjá fulltrúarveitara ikki kann vera orsøk til at seta framtíðarfulltrúina í gildi
  • ivi er um førleikar hjá framtíðarfulltrúa at røkja virkið sum fulltrúi ella
  • lóggávan broytt síðani stovnanina, ið ger at framtíðarfulltrúin eftir sínum innihaldi heilt ella lutvíst ikki longur kann lata seg gera

Metir Familjufyrisitingin at allar treytirnar eru loknar til tess at seta framtíðarfulltrúina í gildi, skal Familjufyrisitingin eisini syrgja fyri at fulltrúin verður tinglýst – tó er tinglýsingin treytað av, at tinglýsingargjaldið er goldið. 

Fulltrúin er ikki endaliga gyldug fyrr enn hon er tinglýst.

 

Tú kanst lesa meira um framtíðarfulltrúir her ella seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00