
Hjúnafelagagjald
Tá tit eru gift, hava tit skyldu at uppihalda hvørjum øðrum. Flyta tit hvør til sítt, ella lýkur hjúnafelagi tín ikki sína skyldu at uppihalda tær, kanst tú søkja um, at Familjufyrisitingin áleggur hjúnafelaga tínum at rinda tær hjúnafelagagjald. Bæði menn og kvinnur kunnu søkja um hjúnafelagagjald.
Familjufyrisitingin kann hjálpa tær við at áseta hjúnafelagagjald – bæði um tú ert gift/-ur og í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað.
Oyðublaðið um umsókn um hjúnafelagagjald er her.
Hjúnafelagagjald í sambandi við sundurlesing og hjúnaskilnað
Tá hjún søkja um sundurlesing ella hjúnaskilnað, skal avtalast, um ein av pørtunum skal rinda gjald til hin. Skal eini parturin áleggjast skyldu at rinda gjald, skal eisini avtalast, hvussu langt tíðarskeið viðkomandi skal gjalda (áramál). Familjufyrisitingin kann hjálpa tykkum at semjast um eina avtalu. Er ósemja, kann bert Føroya Rættur taka avgerð í málinum.
Tá tit hava gjørt avtalu, ella rætturin hevur tikið avgerð um møguligt hjúnafelagagjald umframt gildistíð, kanst tú biðja Familjufyrisitingina taka avgerð um, hvussu nógv (fyrrverandi) hjúnafelagi tín skal gjalda, t.v.s. hvør upphæddin skal vera. Familjufyrisitingin kann sostatt bert áseta støddina á hjúnafelagagjaldinum.
Sí nærri her um sundurlesing og hjúnaskilnað, hjúnafelagagjald í sambandi við ávikavist sundurlesing og hjúnaskilnað íroknað.
Hjúnafelagagjald, meðan tit eru gift
Lýkur hjúnafelagi tín ikki sína skyldu at uppihalda tær, kanst tú søkja um, at Familjufyrisitingin áleggur hjúnafelaga tínum at rinda tær hjúnafelagagjald. Hetta er bæði galdandi, um tit búgva saman ella ikki. Ein avgerð um hjúnafelagagjald, meðan tit eru gift, fer úr gildi, um tit verða sundurlisin ella skild.
Umsóknarfreist
Eftir vanligum mannagongdum skal umsóknin vera Familjufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 2 mánaðir eftir gjaldssetandi hendingina, um gjaldið skal hava afturvirkandi gildi. Gjaldssetandi hendingin kann til dømis vera samlívsslit, dagurin, loyvið er givið til sundurlesing ella dagurin, dómur er fallin um sundurlesing ella hjúnaskilnað.
Verður søkt seinni enn 2 mánaðir eftir gjaldssetandi hendingina, verður gjaldið ásett við gildi frá degnum, tá Familjufyrisitingin móttók umsóknina.
Tit skulu sjálvi gera avtalu um, hvussu leingi skylda skal vera at rinda gjaldið (t.v.s. hvussu nógv ár). Verða tit ikki samd, kann Familjufyrisitingin hjálpa tykkum at semjast um eina avtalu. Tit kunnu avtala, at eingin av tykkum skal rinda hjúnafelagagjald, ella tit kunnu avtala, at ein av tykkum rindar gjald til hin í eitt tíðarskeið t.d. 2, 5, 8 ella 10 ár. Tit kunnu eisini avtala, at eini parturin hevur skyldu at rinda hjúnafelagagjald til hin uttan tíðaravmarking ella, at gjaldskyldan bert er galdandi í sundurlesingartíðini, soleiðis at avtalan verður tikin upp til endurmetingar í sambandi við hjúnaskilnað. Avtalast kann eisini, at tit skulu hava sínámillum uppihaldsskyldu.
Verða tit ikki samd eftir hjálp frá Familjufyrisitingini, kann Føroya rættur taka avgerð um, hvørt hjúnafelagagjald skal áleggjast og um so verður, hvussu leingi skyldan skal vara.
Tá rætturin tekur avgerð um, hvussu leingi hjúnafelagagjald skal hava gildi, eru hesi viðurskifti partar av metingini:
- Hvussu leingi tit hava verið gift.
- Um tann, ið skal hava gjaldið (gjaldmóttakari), hevur tørv á gjaldinum ella, um viðkomandi er før/-ur fyri at vinna sær nokk sjálv/-ur.
- Um tann, ið skal gjalda (gjaldskyldugi), hevur nóg høga inntøku at rinda gjaldið.
Gjaldstíðarskeiðið er vanliga í mesta lagi 10 ár. Liggja serligar umstøður fyri málinum, kann rætturin tó avgera, at gjaldskyldan er uttan tíðaravmarking. Hetta er tó bert vanligt, um hjúnabandið hevur varað í 20 ár ella meir.
Avgerðir hjá Føroya rætti kunnu kærast til Landsrættin.
Dømi um rættaravgerðir viðvíkjandi tíðarskeiði á gjaldskyldu av hjúnafelagagjaldi:
Eystari Landsrættur, 2013:
13 ára hjúnaband. Maður á 52 ár var arbeiðsvirkin. Kona á 42 ár var arbeiðsvirkin, meðan tey vóru gift, men eftir hjúnaskilnað í fleksstarvi/tillagaðum starvi (da: fleksjob).
Eingin gjaldskylda.
Vestari Landsrættur, 2012:
21 ára hjúnaband og 3 ár samlív frammanundan. Kona hevði hálvtíðarstarv síðan fyrsta barnið varð føtt, og eina ársinntøku á 250.000 kr. Maður var sjálvstøðugt vinnurekandi og hevði eina ársinntøku á 650.000 kr.
Gjaldskylda í 1 ár.
Eystari landsrættur, 2012:
3 ára hjúnaband. Kona 51 ár av útlendskum uppruna. Flutt til Danmarkar at giftast við manninum. Konan var undir útbúgving, og maðurin arbeiddi sum avloysari.
Gjaldskylda í 1 ár.
Eystari landsrættur, 2012:
30 ára hjúnaband og 10 ár samlív frammanundan. Maður 62 ár var arbeiðsvirkin og hevði eina ársinntøku á 480.000 kr. Kona 62 ár var arbeiðsvirkin, meðan tey vóru gift, men fyritíðarpensjónistur síðan 2005/2006.
Gjaldskylda í 5 ár.
Eystari landsrættur, 2010:
16 ára hjúnaband og 6 ára samlív frammanundan. Kona 40 ár var fyritíðarpensjonistur síðan 2000. Maður 43 ár var arbeiðsvirkin og hevði eina ársinntøku á 550.000 kr.
Gjaldskylda í 8 ár.
Verða tit ikki samd um støddina á hjúnafelagagjaldinum, kanst tú søkja um, at Familjufyrisitingin tekur avgerð um hetta. Familjufyrisitingin brúkar vegleiðandi leiðreglur, tá ið upphæddin verður ásett. Fyri allar nevndu upphæddirnar hyggur Familjufyrisitingin bert eftir tykkara bruttoinntøku – tað vil siga fyri skatt, og áðrenn ymsu føstu gjøldini eru drigin frá, men eftir inngjaldi av eftirløn. Vanliga verður ikki hugt eftir tykkara útreiðslum.
Um so er, at eini parturin hevur inntøku uttanlands ella t.d. DIS-inntøku, verður inntøkan roknað um til eina metta bruttoinntøku eftir galdandi skattareglum. Hendan metta bruttoinntøkan verður síðan brúkt sum grundarlag.
Møgulig barnagjøld og aðrar skyldur yvir børnum eru einastu útreiðslurnar, sum verða drignar frá bruttoinntøkuni hjá tí partinum, sum skal gjalda hjúnafelagagjald. Verður mett, at ein av hjúnafeløgunum ikki gagnnýtir síni arbeiðsevni, kann dentur verða lagdur á, hvat viðkomandi kundi havt av inntøku, um arbeiðsevnini vórðu gagnnýtt.
Hjúnafelagagjald verður ásett til eina upphædd í heilum túsund krónum við gjaldkomu mánaðarliga frammanundan. Sí dømi niðanfyri.
Um báðir partar hava eina miðal inntøku
Hava báðir partar miðalinntøku, verður støddin á gjaldinum vanliga ásett til ein fjórðing av muninum millum inntøkurnar. Er munurin á inntøkunum lítil, og mánaðarliga gjaldið sostatt samsvarandi sera lítið, ásetur Familjufyrisitingin ikki hjúnafelagagjald.
Um tann, ið skal rinda gjaldið (gjaldskyldugi), hevur lága inntøku
Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku á uml. 310.000 kr. ella minni (2023-støði), verður hjúnafelagagjald vanliga ikki ásett. Veksur inntøkan seinni, kann søkjast umaftur.
Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku á millum 310.000 og 330.000 kr. (2023-støði), ásetur Familjufyrisitingin vanliga eitt gjald, sum er minni enn um ársinntøkan var hægri. Avgerðin verður tikin eftir einari ítøkiligari meting.
Vanliga verður hjúnafelagagjaldið ikki sett so høgt, at bruttoinntøkan hjá gjaldskylduga, eftir at hjúnafelagagjald og møgulig barnagjald/-gjøld eru drigin frá, fer undir 310.000 kr. um árið (2023-støði).
Um tann, sum skal móttaka gjaldið (gjaldmóttakari), hevur eina inntøku á eina ávísa stødd - "Gjaldsloft"
Hevur gjaldmóttakari eina ársinntøku millum uml. 320.000 og 360.000 (2023-støði) ella hægri, verður hjúnafelagagjald vanliga ikki ásett, tí at fíggjarviðurskiftini hjá móttakara verða mett góð nokk til at móttakarin ikki hevur ein tørv á gjaldinum.
Er grundarlag at áseta hjúnafelagagjald, og um gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku undir uml. 900.000 kr. (2023-støði), ásetur Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan hjá gjaldmóttakara, íroknað hjúnafelagagjald, liggur í lægru helvt av áður nevndu upphæddum - t.e. um 320.000-340.000 um árið.
Hevur gjaldskyldugi eina ársinntøku, sum fer upp um 900.000 kr., ásetur Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan hjá gjaldmóttakara liggur í hægru helvt av áður nevndu upphæddum - tað vil siga uml. 340.000 kr. til uml. 360.000 kr. árliga.
Hevur gjaldskyldugi eina sera høga ársinntøku, kann grundarlag verða fyri at áseta gjaldið soleiðis, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara fer upp um 360.000 kr (2023-støði).
Er ársinntøkan hjá gjaldskylduga yvir 1,5 mió. kr., ásetur Familjufyrisitingin vanliga gjaldið soleiðis, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara er uml. 360.000 kr. til uml. 380.000 kr.
Hevur gjaldskyldugi eina munandi hægri ársinntøku, kann Familjufyrisitingin, út frá einari ítøkiligari meting, áseta gjaldið soleiðis, at samlaða inntøkan, íroknað hjúnafelagagjald, fer upp um 380.000 kr.
Hevur gjaldmóttakari onga ella sera lága inntøku
Hevur gjaldmóttakari onga ella sera lága inntøku, verður tað mett at vera serliga tyngjandi hjá gjaldskylduga at skula gjalda ein fjórðing av síni inntøku í hjúnafelagagjaldi. Í slíkum føri verður ein ímyndað ársinntøka á 140.000 kr. (2023-støði) brúkt til at rokna upphæddina til gjald.
Hevur gjaldskyldugi høgar útreiðslur til gjøld
Útreiðslur til hjúnafelaga- og barnagjald kunnu í mesta lagi vera ein triðingur av bruttoinntøkuni hjá gjaldskylduga. Eru samlaðu útreiðslurnar til gjøld meira enn ein triðingur, verður hjúnafelagagjaldið lækkað.
Dømi um útrokning av hjúnafelagagjaldi:
Dømi 1
Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku á 370.000 kr.
Gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku á 260.000 kr.
Parið hevur 2 børn, ið gjaldskyldugi er álagdur at rinda vanligt barnagjald til.
Munurin á inntøkuni hjá pørtunum, tá ið fyrilit er tikið fyri gjaldskyldu til børnini, er 83.144 kr.
1/4 av muninum er 20.786 kr.
Hjúnafelagagjaldið verður helst ásett til 2.000 kr. mánaðarliga.
Dømi 2
Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku á 725.000 kr.
Gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku á 250.000 kr.
Parið hevur 2 børn, sum gjaldskyldugi er álagdur at rinda vanligt barnagjald + 100 % til. Tað er 53.712 kr.
Munurin á inntøkuni hjá pørtunum, tá ið fyrilit er tikið fyri gjaldskylduna til børnini, er 421.288 kr.
1/4 av muninum er 105.322 kr.
Av tí, at eitt hjúnafelagagjald á 9.000 kr. mánaðarliga hevur við sær, at ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verður 355.000 kr., verður hjúnafelagagjaldið lækkað, sum avleiðing av lutfalsliga høgu inntøkuni hjá gjaldmóttakara.
Hjúnafelagagjaldið verður helst ásett til 6.000 kr. mánaðarliga.
Dømi 3 - "ímyndað inntøka" og "gjaldsloft"
Gjaldskyldugi hevur eina ársinntøku á uml. 1,4 mió. kr., og gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku á uml. 120.000 kr. Í sambandi við útrokning av støddini á hjúnafelagagjaldinum, verður inntøkan hjá gjaldmóttakara tó ásett til eina "ímyndaða ársinntøku" á uml. 140.000 kr.
1,4 mió. kr. minus 140.000 kr. = 1.260.000 kr.
1/4 av muninum er 315.000 kr. - t.e. 26.250 um mánaðin.
Uttan fyrilit fyri einum "gjaldslofti" skuldi gjaldskyldugi rindað 315.000 kr. um árið í hjúnafelagagjaldi. Sostatt hevði ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verðið uml. 435.000 kr.
"Gjaldsloftið" og ársinntøkan hjá gjaldskylduga hava við sær, at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara, íroknað hjúnafealagagjald, eigur at liggja millum uml. 360.000 - 380.000 kr.
Av tí at gjaldmóttakari hevur eina ársinntøku á uml. 120.000 kr., kann hjúnafelagagjaldi eftir ”gjaldsloftinum” verða ásett til 21.000 kr. um mánaðin, soleiðis at samlaða ársinntøkan hjá gjaldmóttakara verður uml. 372.000 kr. Tað vil siga, at tað er faktiska ársinntøkan á 120.000 kr. - og ikki "ímyndaða ársinntøkan" á 140.000 kr. - sum verður brúkt, tá ið mett verður eftir "gjaldsloftinum”.
Tú kanst søkja um broyting av støddini á hjúnafelagagjaldinum hjá Familjufyrisitingini. Til dømis, um broytingar koma í inntøkurnar hjá pørtunum. Tit kunnu eisini sjálvi semjast um nýggja avtalu um støddina á hjúnafelagagjaldinum.
Broytir Familjufyrisitingin støddina á gjaldinum, fáa hesar vanliga gildi frá fyrstkomandi gjaldkomudegi aftan á avgerðina.
Hava tit sjálvi avtalað støddina á hjúnafelagagjaldinum, og hava tit avtalað, at Familjufyrisitingin ikki kann broyta støddina, kann gjaldið bert broytast í Føroya rætti. Rætturin kann broyta gjaldið, um tað veður mett at vera órímiligt at varðveita avtaluna orsakað av munandi broyttum viðurskiftum.
Les meira undir Úrgildisseting av hjúnafelagagjaldi.
Ynskir tú at søkja um broyting av hjúnafelagagjaldi, kanst tú senda Familjufyrisitingini eina umsókn. Tú skalt brúka umsóknarblaðið Umsókn um hjúnafelagagjald.
Hava tit avtalað, at eingin skylda skal vera at gjalda hjúnafelagagjald, kann hendan avtala bert broytast í Føroya rætti. Sama er galdandi, um tit ynskja at broyta gildistíð av avtaluni til at galda í eitt longri ella styttri tíðarskeið. Rætturin kann broyta avtaluna, um tað verður mett at vera órímiligt at varðveita avtaluna, orsakað av munandi broyttum viðurskiftum. Eisini kann rætturin broyta avtaluna, um mett verður, at avtalan er órímilig fyri eina hjúnafelagan, tá avtalan varð gjørd.
Ein dómsavgerð um gjaldskyldu og gjaldstíðarskeið kann broytast við dómi, um munandi broytt viðurskifti ella serligar orsøkir tala fyri broytingini.
Rindar tú hjúnafelagagjald sambært § 40 í hjúnabandslógini (t.v.s. eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað), kanst tú frá Almannaverkinum søkja um at fáa 40 % av rindaðu gjøldunum endurgoldin. Fyri at fáa 40 % endurgoldið, skal hjúnafelagagjaldið vera álagt tær – t.v.s. at møguleiki ikki er fyri at fáa 40 % endurgoldið, um talan er um avtalað hjúnafelagagjald. Harafturat eru ásettar freistir fyri, nær søkjast kann um stuðul til at rindað hjúnafelagagjøld. Sí meira um hetta á heimasíðuni hjá Almannaverkinum (www.av.fo).
Móttekur tú hjúnafelagagjald, skal upphæddin uppgevast sum inntøka til TAKS.
Skyldan at gjalda hjúnafelagagjald fellur burtur sjálvvirkandi um:
- Gjaldskyldugi doyr.
- Gjaldmóttakari verður giftur aftur.
Um gjaldmóttakari flytur saman við einum øðrum ella hevur eitt samlívslíknandi persónligt og/ella fíggjarligt samband við annan persón, kann Familjufyrisitingin, um mett verður, at tað er órímiligt hjá gjaldskylduga at halda fram at rinda hjúnafelagagjald, lækka gjaldið til 0 kr., um søkt verður um broyting av hjúnafelagagjaldi.
Ynskir tú at søkja um úrgildissetan av hjúnafelagagjaldi, skalt tú lata Familjufyrisitingini umsókn. Tú kanst brúka umsóknarblaðið Umsókn um hjúnafelagagjald.
Ein einkjupensjónsskipan er, at tú og hjúnafelagi tín, ígjøgnum tykkara starv, hava gjørt avtalu um pensjónsskipan, sum gevur tí eina hjúnafelaganum rætt til pensjón, um hin hjúnafelagin (sum hevur rætt til pensjónina) doyr.
Verða tit skild, fellur rætturin til einkjupensjón vanliga burtur. Tú kanst tó varðveita rættin eftir hjúnaskilnað, um tú hevur rætt til hjúnafelagagjald. Tí er umráðandi, at tit eru varug við, at rætturin til einkjupensjón og rætturin til hjúnafelagagjald eru sínámillum tengdir, tá tit gera avtalu um hjúnafelagagjald. Í summum førum er tað eitt krav, at hjúnabandið hevur vara í minst 5 ár, fyri at rætturin til einkjupensjón er galdandi.
Flestu hjúnafelagar avtala sjálvi, hvussu gjaldingin skal fara fram, til dømis við fastari bankaflyting.
Hjúnafelagagjald kann ikki gjaldast út frammanundan frá Almannaverkinum. Verður gjaldið ikki rindað, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið. Almannaverkið kann, eftir at hava hoyrt gjaldskylduga, senda TAKS krav um innheintan av gjaldi. Eftir at hava innheintað gjaldið frá gjaldskylduga, flytur TAKS tær peningin.
Ynskir tú hjálp frá Almannaverkinum til at fáa eitt gjald innheintað, skalt tú seta teg í samband við Almannaverkið. Tú skalt lata Almannaverkinum Skjal um hjúnafelagagjald (gjaldsavgerð) saman við umsóknini.
Avgerðir hjá Familjufyrisitingini kunnu kærast til Kærustovnin innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kæran skal sendast til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til fks@fks.fo
Hevur tú brúk fyri meira kunning um hjúnafelagagjald, kanst tú seta teg í samband við Familjufyrisitingina.