Kæra

Til Kærustovnin

Tær flestu avgerðirnar, sum Familjufyrisitingin tekur, kunnu kærast til Kærustovnin. Tú skalt vera partur í málinum, fyri at kunna kæra eina avgerð.

Kærast skal innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina frá Familjufyrisitingini.

Kæran skal sendast til: 

Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til fks@fks.fo 

 

Til dómstólarnar

Avgerðir hjá Familjufyrisitingini um sjálvan verjumálsformin, kunnu leggjast fyri Føroya Rætt. Hetta skal eisini gerast innan 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um avgerðina frá Familjufyrisitingini.

Avgerðir um verjumálsformar eru:

  • Avgerðir um at seta í verk ella strika verjumál og
  • avgerðir um at broyta vavið á einum verjumáli.

Somu persónar og myndugleikar, sum kunnu søkja um verjumál, kunnu eisini leggja avgerðir um verjumálsformin hjá Familjufyrisitingini fyri rættin.

Vilt tú leggja eina avgerð um verjumálsformin fyri rættin, skalt tú kunna Familjufyrisitingina um tað. Familjufyrisitingin sendir málið til rættin. 

Kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini um, hvør skal vera verji, skulu kærast til Kærustovnin.

Tá Familjufyrisitingin fær eina umsókn um verjumál, fær persónurin altíð at vita, um søkt er um verjumál – óansæð hvussu lítið viðkomandi skilir

Familjufyrisitingin boðar altíð avvarðandi frá, uttan so, at tað er sjálvur persónurin, sum hevur søkt um verjumálið.

Familjufyrisitingin heitir á læknan hjá viðkomandi um eina læknaváttan. Læknin skal gera eina læknaváttan, soleiðis at Familjufyrisitingin kann meta um, hvørt tey heilsuligu krøvini fyri eitt verjumál eru lokin. Gevið gætur, at tað er ein serlig læknaváttan, ið verður brúkt til verjumál. Sí læknaváttan her

Um persónurin býr á stovni, savnar Familjufyrisitingin eina útsøgn frá stovninum.

Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið læknaváttanina og møguliga útsøgn frá stovninum, kunnar Familjufyrisitingin tann, sum verjumál er søkt fyri, um tað sum stendur í læknaváttani og útsøgnini frá stovninum. Persónurin kann síðani biðja um fund við Familjufyrisitingina, ella koma við viðmerkingum til málið, áðrenn avgerð verður tikin.

Aftaná hetta, kann Familjufyrisitingin vanliga taka avgerð í máli um verjumál.

Verður mett av Familjufyrisitingini, at málið er ivingarsamt at viðgera, verður málið latið víðari til rættin. Hetta ger seg galdandi um til dømis tann, sum verjumálið verður søkt fyri, mótmælir verjumálinum.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00