Sammóðurskapur

Hin 20. desember 2021 samtykti Føroya Løgting løgtingslógaruppskot um sammøður. Tú kanst lesa uppskotið her.

Sambært galdandi rætti og galdandi rætti áðrenn lógarbroytingarnar um sammøður, verður kvinnan, ið hevur føtt barnið sjálvvirkandi skrásett sum mamma at barninum, tá ið tvær kvinnur hava fingið barn saman, við eftirgjørdum gitnaði. Lógarbroytingarnar um sammóðurskap innibera í stuttum ta broyting, at nú kann kvinnan, ið føðandi kvinnan livur saman við, skrásetast sum sammóðir at barninum, um ávísar treytir eru loknar.

Tá ið tú skal søkja um sammóðurskap, er munur á, um tit hava brúkt ókendan ella kendan sáðgeva.

Familjufyrisitingin er er farin undir at gera serlig oyðubløð í sambandi við umsókn um skráseting av sammóðurskapi. Vilt tú søkja um skráseting av sammóðurskapi nú, ella vilt tú vita meira um sammóðurskap, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina og vit vegleiða fegin um mannagongd o.a.

 

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00