Útbúgvingargjald

Uppiheldur gjaldskyldugi einum barni, sum er undir útbúgving, kann Familjufyrisitingin í nøkrum føri áseta eitt gjald, sum eisini skal rindast, eftir at barnið er 18 ár.

Gjaldið kann í longsta lagi hava gildi, til barnið fyllir 24 ár, og gjaldið uppatheldur, um barnið ikki longur er undir útbúgving. Gjaldið verður bert ásett, um gjaldskyldugi hevur eina rímiliga høga inntøku.

Vanligt útbúgvingargjald samsvarar upphæddina á vanliga barnagjaldinum.

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00