Verjumál

Familjufyrisitingin kann seta í verk verjumál fyri ein persón, ið hevur tørv á, at ein annar persónur tekur avgerðir vegna viðkomandi í fíggjarligum ella persónligum viðurskiftum. Verjumál er tó treytað av, at viðkomandi ikki er førur fyri at taka slíkar avgerðir sjálvur. Viðkomandi kann sostatt fáa ein verja, ið kann taka neyðugu avgerðirnar fyri viðkomandi.

Lógin um verjumál kom í gildi í Føroyum tann 1. mai 2010

Sambært lógini, skal ein ítøkilig meting gerast av, í hvørjum vavi og á hvørjum øki viðkomandi hevur tørv á einum verja, áðrenn verjumál kann setast í verk.

Verjumálið skal altíð lagast til ítøkiliga tørvin og skal ongantíð fevna um meira enn neyðugt.

Íverksetan av verjumáli

Verjumál kann setast í verk fyri persónar, sum hava fylt 18 ár, og sum ikki sjálvir eru førir fyri at taka sær av egnum persónligum og/ella fíggjarligum viðurskiftum.

Tá verjumál verður sett í verk fyri ein persón, merkir tað, at viðkomandi fær ein verja, sum virkar (tekur avgerðir) vegna viðkomandi í teimum spurningum, sum verjumálið fevnir um. 

Í flestu verjumálum er persónurin enn myndigur og kann virka og taka avgerðir sjálvur. Persónurin hevur eisini enn valrætt.

Í summum førum er tørvur á at forða fyri, at persónurin verður misbrúktur fíggjarliga, ella at persónurin gongur við til óhepnar avtalur, t.d. keypir alt ov kostnaðarmiklar lutir, sum hann ella hon als ikki hevur tørv á.

Í tílíkum støðum kann fíggjarliga løgræðið hjá persóninum verða tikið frá honum. Hetta merkir, at persónurin verður ómyndigur, og tískil kann hann ikki gera fíggjarligar bindandi avtalur.

Tá ein persónur verður ómyndigur, missur persónurin eisini valrættin til løgtings-, og fólkatingsval. Tað ber ikki til hjá verjanum at taka við valrættinum hjá ómynduga persóninum.

Hvat kann eitt verjumál fevna um?

Eitt verjumál skal ikki fevna um meira enn hægst neyðugt.

Tað er eitt inntriv í persónliga frælsið hjá persóni, tá verjumál verður sett í verk, tí verjin kann taka avgerðir vegna viðkomandi.

Eitt verjumál kann avmarkast til at fevna júst um tað, sum er neyðugt í ítøkiligu støðuni. Tað kann til dømis fevna um arv, sølu av fastari ogn ella neyðugar persónligar og fíggjarligar avgerðir í sambandi við ætlan at flyta á ellisheim.

Eitt verjumál kann eisini vera tíðaravmarkað.

Høvuðssløg av verjumálum

Talan er um 3 høvuðssløg av verjumálum. 

Hesi eru:

  • Vanlig verjumál
  • Verjumál við frátøku av løgræði
  • Samverjumál.
     

Vanlig verjumál: 

Áðrenn eitt vanligt verjumál kann setast í verk, skal ein røð av treytum verða loknar.

Um tað ikki er viðkomandi persónur sjálvur, ið søkir um verjumálið, eru tær harðastu treytirnar galdandi. Hesar treytir eru:

  • Persónurin skal hava sinnissjúku (ella ringa demenssjúku), hava sálarligt menningartarn ella hava álvarsliga viknaða heilsustøðu.
    Hetta skal gera, at viðkomandi sjálvur ikki er førur fyri at taka avgerðir.
  • Persónurin skal hava tørv á einum verja. Ikki øll, sum hava tørv á verja, lúka omanfyri nevndu treytir.

Treytirnar fyri at seta í verk verjumál, eru ikki so harðar, um persónurin sjálvur søkir. Í slíkum føri kann Familjufyrisitingin seta verjumál í verk, um viðkomandi, orsakað av sjúku ella sera viknaðari heilsustøðu, ikki er skikkaður til at fyrisita egin fíggjarviðurskifti. Eitt tílíkt verjumál kann sostatt bert fevna um fíggjarlig viðurskifti.

 

Verjumál við frátøku av løgræði: 

Frátøka av løgræði kann koma afturat einum vanligum fíggjarligum verjumáli, um tað er neyðugt fyri at forða fyri, at viðkomandi setur ogn, inntøku ella onnur fíggjarlig áhugamál í vanda, sum kann skerja viðkomandi munandi, ella at forða fyri fíggjarligari misnýtslu.

Treytað er, at í seinasta lagi, samtíðis sum løgræðið verður tikið frá persónum, verður sett verjumál í verk, sum fevnir um fíggjarlig viðurskifti.

Persónur, hvørs løgræði er frátikið, er ómyndugur og kann tí ikki gera fíggjarligar avtalur, sum eru bindandi uttan so, at annað er avgjørt. Persónurin hevur heldur ikki valrætt til løgtings-, og fólkatingsval.

Tað er Føroya Rættur, ið kann taka løgræðið frá persónum.

 

Samverjumál: 

Samverjumál er tað verjumálið, ið hevur minst inntriv. Fyritreytin fyri at seta í verk samverjumál er, at tað er viðkomandi sjálvur ið søkir.

Treytirnar, fyri at seta í verk fíggjarligt samverjumál, eru ikki so harðar. Tó treytar eitt fíggjarligt samverjumál, at persónurin virkar so væl, at hann er førur fyri at samstarva við samverjan um tað fíggjarliga. Samverjumál kunnu setast í verk fyri persónar, sum orsakað av, at teir eru óroyndir, hava viknaða heilsu ella aðra líknandi støðu; hava tørv á hjálp til at fyrisita egna ogn ella røkja onnur egin fíggjarlig viðurskifti.

Samverjumál kunnu avmarkast til at fevna um ítøkilig fíggjarlig virðir (aktiv) og viðurskifti. Tað ber ikki til at seta í verk samverjumál viðvíkjandi persónligum viðurskiftum.

Samverji og viðkomandi virka í felag í viðurskiftum, sum samverjumálið fevnir um.

Onki eftirlit er við samverjumálum. Til dømis eru reglur um, at verji skal senda roknskap til Familjufyrisitingina til góðkenningar, umsiting av ognini og at seta ogn í virðir, umframt skyldur hjá verja til at fáa góðkenning frá Familjufyrisitingini viðvíkjandi serligum atgerðum (dispositiónum), ikki galdandi í samverjumálum.

Hvør kann søkja?

Niðanfyrinevndu kunnu søkja um, at verjumál verður sett í verk, broytt ella strikað:

  • Viðkomandi persónur
  • Hjúnafelagi hjá persóninum, børn, foreldur, systkin ella onnur skyldfólk og næstringar
  • Bý-/bygdaráð
  • Verji
  • Føroya Landfúti
  • Almannamálaráðið (Almannaverkið)

Onnur enn omannevndu kunnu ikki søkja. 

Umsóknaroyðublað er at finna her. Umsóknin skal sendast til Familjufyrisitingina. Verður søkt um frátøku av løgræðinum, skal umsóknin sendast til Føroya Rætt.

Málsviðgerðin í Familjufyrisitingini

Tá ið Familjufyrisitingin fær eina umsókn um verjumál, verður persónurin (tann søkt er um at verjumál verður sett í verk fyri) altíð kunnað/-ur um tað, sum søkt er um – óansæð hvussu lítið viðkomandi skilir.

Familjufyrisitingin boðar eisini altíð avvarðandi frá, uttan so, at tað er sjálvur persónurin, sum hevur søkt um verjumálið.

Familjufyrisitingin heitir á læknan hjá viðkomandi um eina læknaváttan. Læknin skal gera eina læknaváttan, soleiðis at Familjufyrisitingin kann meta um, hvørt tey heilsuligu krøvini fyri eitt verjumál eru lokin. Gev gætur, at tað er ein serlig læknaváttan, ið verður brúkt til verjumál. Sí læknaváttan her

Um persónurin býr á stovni, savnar Familjufyrisitingin eina útsøgn frá stovninum.

Tá Familjufyrisitingin hevur móttikið læknaváttanina og møguliga útsøgn frá stovninum, kunnar Familjufyrisitingin tann, sum verjumál er søkt fyri, um tað sum stendur í læknaváttani og útsøgnini frá stovninum. Persónurin kann síðani biðja um fund við Familjufyrisitingina, ella koma við viðmerkingum til málið, áðrenn avgerð verður tikin.

Eftir hetta, kann Familjufyrisitingin vanliga taka avgerð í máli um verjumál.

Verður mett av Familjufyrisitingini, at málið er ivingarsamt at viðgera, verður málið latið víðari til rættin. Hetta ger seg galdandi um til dømis tann, sum verjumálið verður søkt fyri, mótmælir verjumálinum.

Verjar

Ein verji er ein persónur, ið tekur avgerðir í fíggjarligum ella persónligum viðurskiftum vegna ein persón, ið verjumál er sett í verk fyri. Hetta orsakað av, at viðkomandi hevur tørv á hesum og ikki sjálvur er førur fyri at taka slíkar avgerðir.

Ein verji er sostatt ein persónur, ið tekur neyðugar avgerðir fyri persónin undir verjumáli.

Hvør kann verða verji?

Tá ið Familjufyrisitingin setur eitt verjumál í verk, verður ein verji samstundis tilnevndur. Verjin kann til dømis vera onkur í familjuni ella onkur annar, ið kennir viðkomandi væl.   

Familjufyrisitingin kann bert tilnevna ein verja, og kann ikki áleggja nøkrum at verða verji.  

Familjufyrisitingin kann tilnevna ein av settu verjunum hjá Familjufyrisitingini (ein fastan verja), um tað ikki er gjørligt at finna ein verja, ið hevur førleikar, ella um tað er ósemja millum tey nærmastu um, hvør skal verða verji.

Ein fastur verji hevur rætt til at krevja samsýning fyri arbeiðið í sambandi við verjumálinum. Samsýningin skal vanliga rindast av tí persóni, ið verjumál er sett í verk fyri.

Uppgávur og skyldur hjá verjanum

Verjin skal røkja áhugamálini fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri, og virka (taka avgerðir) vegna viðkomandi í spurningum, sum verjumálið fevnir um. 

Verjin skal syrgja fyri, at inntøkurnar verða brúktar til gagns fyri tann, sum er fevndur av verjumálinum og syrgja fyri, at møgulig ogn verður varðveitt og gevur hóskandi úrtøku.

Verjin kann ikki virka óavmarkað, tí fleiri atgerðir (dispositiónir), sum verjin skal taka, krevja at verjin hevur fingið hesar góðkendar frá Familjufyrisitingini frammanundan.

Hvørjar uppgávur og skyldur verjar hava, eru nágreinaðar nærri í verjuvegleiðingini.

Skúgvar verjin sínar skyldur til viks, er hann endurgjaldskyldugur yvir fyri persóninum, sum er undir verjumáli, fyri skaða, sum er elvdur við vilja ella við ósketni.

Niðanfyri eru nevndar nakrar uppgávur og skyldur hjá verja.

 

Umsiting av ogn

Fevnir verjumálið um ogn, sum er 75.000 kr. ella hægri, eigur verjin ikki at lata peningin standa í vanligum peningastovni, men skal seta peningin í eina góðkenda umsitingardeild. BankNordik og Betri Banki eru góðkendir sum umsitingardeild. 

Harafturat eru fastar reglur um, hvussu verjin kann seta ognina í virðir.

Familjufyrisitingin kann loyva, at ogn verður sett í virðir á annan hátt, um serligar umstøður tala fyri hesum.

Tað krevst góðkenning frá Familjufyrisitingini um ogn, aftur fyri veð, skal setast í fastogn, sum verjin eigur ella um ogn, aftur fyri veð, skal setast í fastogn, sum varandi heilt ella partvíst er innrættað og ætlað til serligt vinnuvirksemi.

 

Inntøkuroknskapur

Verjin skal halda roknskap yvir, hvussu hann umsitur inntøkurnar fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri. Hvørt ár skal verjin lata inntøkuroknskap til Familjufyrisitingina. Oyðublað at føra inntøkuroknskapin á og vegleiðing fáast hjá Familjufyrisitingin og kunnu takast niður her.

Álmanakkaárið er roknskaparár, og verjin skal senda inntøkuroknskap inn áðrenn 1. juni árið eftir.

Í sambandi við roknskapargóðkenning, kannar Familjufyrisitingin, um verjin brúkar inntøkurnar til gagns fyri tann, sum er undir verjumáli, at nýtslan ikki er órímilig, og at verjin hevur tryggjað sær góðkenning frá Familjufyrisitingini í sambandi við atgerðir (dispositiónir), sum krevja góðkenning.

 

Ognarroknskapur

Verjin skal halda roknskap fyri tann partin av ognini, sum verjin umsitur, men bert senda inn, um so er, at tann parturin, sum verjin umsitur, er 75.000 kr. ella hægri.

 

Nýtsla av ognini

Óansæð um ognin stendur í vanligum føroyskum peningastovni ella í einari góðkendari umsitingardeild, so hevur verjin ikki loyvi at brúka av ognini, uttan so at Familjufyrisitingin hevur góðkent tað frammanundan. 

Um neyðugt er at brúka ein part av ognini, skal verjin senda umsókn til Familjufyrisitingina. Umsóknarblað fæst hjá Familjufyrisitingin og fæst við at klikkja her.

Familjufyrisitingin ger so eina meting, hvørt talan er um eina skynsama atgerð (dispositión), sum er til gagns fyri tann, sum verjumál er sett í verk fyri – eisini sæð í mun til upphæddina.

 

Gávur 

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at geva gávur av inntøkuni. Uttan so, at gávan hevur eitt týdningarleyst virði. Tað er ikki ásett nakað mark fyri, nær ein gáva hevur týdningarleyst virði. Gávur undir 500 kr. í sambandi við jól og føðingardagar hjá persónum, sum tann sum verjumálið er sett í verk fyri, er knýttur til, nýtast ikki góðkenning frá Familjufyrisitingini, um tað fíggarliga hongur saman, og viðkomandi fær tað, honum tørvar.

Vanliga er Familjufyrisitingin afturhaldandi við at góðkenna størri gávur. Størri gávur verða vanliga bert góðkendar, um so er at tað eftir vanligum viðurskiftum hevur verið natúrligt at givið eina gávu av slíkari stødd til júst henda ávísa móttakaran, harafturat skal serlig orsøk vera til tess. T.d. kann orsøkin vera, at – áðrenn verjumálið varð sett í verk – eru givnar líknandi gávur, ella at tann sum fær gávuna, hevur fíggjarligar trupulleikar. Um so er, at gávan skal latast av ognini, er Familjufyrisitingin uppaftur meira afturhaldandi við at góðkenna gávuna.

 

Føst ogn

Um tann, sum er undir verjumáli, skal ogna sær fasta ogn, krevur tað góðkenning frá Familjufyrisitingini – eisini sjálvt um ognin heilt ella partvís er gáva ella arvur.

Vanliga er Familjufyrisitingin afturhaldandi við at góðkenna keyp av fastari ogn.

Um so er, at fasta ognin, sum er fevnd av verjumálinum, skal veðsetast ella seljast, er eisini neyðugt við einari góðkenning frá Familjufyrisitingini.

 

Stovna skuld

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at stovna skuld, út yvir tað, sum vanliga krevst fyri at lúka vanligar gerandis tørvir.

 

Óvanligar atgerðir (dispositiónir) annars

Verjin skal hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til allar óvanligar atgerðir (dispositiónir).

Tað er ikki møguligt at lista upp til fulnar hvat tað er, sum er so óvanligt, at neyðugt er við góðkenning frá Familjufyrisitingini. Verjin kann t.d. ikki gera semju við eitt tryggingarfelag vegna viðkomandi, uttan at Familjufyrisitingin hevur góðkent semjuna. Keyp og søla av leysafæ kann vera ein so óvanlig atgerð (dispositión), at tað sum undantak er neyðugt við góðkenning frá Familjufyrisitingini. Arvalutan í t.d. fastari ogn ella í óvanligum leysafæi, krevur eisini góðkenning frá Familjufyrisitingini.

Um so er, at verjin ivast í, um neyðugt er við góðkenning í sambandi við eina ávísa atgerð (dispositión), er tað altíð eitt gott hugskot at tosa við Familjufyrisitingina um tað.

Frátøka av verjutilnevning

Tilnevningin verður tikin aftur frá verja, um so er, at hesin misnýtir sítt arbeiði sum verji, ella vísir seg ikki at verða skikkaður til uppgávuna sum verji, ella um tað er neyðugt við fyriliti fyri viðkomandi, sum er undir verjumáli. Tilnevningin fellur eisini burtur, um verjin sjálvur kemur undir verjumál.

Tað er ikki ein treyt fyri at taka tilnevningina aftur frá verja, at verjin beinleiðis misnýtir sítt arbeiði ella ikki er skikkaður til starvið. Frátøka kann eisini koma fyri, um tað er neyðugt við fyriliti fyri persónin, sum er undir verjumáli. Hetta kann til dømis vera í førum, har samstarvið er vánaligt, uttan at talan er um, at verjin hevur skúgvað skyldur sínar til viks.

Broyting av einum verjumáli

Um hendingar fara fram, sum gera at tørvur er á at minka ella víðka verjumálið, skal verjumálið broytast. Hetta treytar, at Familjufyrisitingin verður gjørd varug við broytingina. Um Familjufyrisitingin sjálv verður varug við broytta tørvin, kann Familjufyrisitingin eisini sjálv avgera, um eitt verjumál skal broytast.

Verjumál fyri giftar persónar

Í flestu hjúnabondunum hevur hvørgin hjúnafelagin serogn. Tað merkir, at felagsogn er í hjúnabandinum, og hjúnafelagar hava eitt sonevnt felagsbúgv.

Í tílíkum førum eru reglan um, at Familjufyrisitingin hevur eftirlit við verjumálinum, bert galdandi, um hjúnafelagin er verjin.

Er verjin harafturímóti annar enn hjúnafelagin, stýra verjin og hjúnafelagin í felag tann partin av felagsbúnum, sum er fevnt av verjumálinum. Hetta merkir millum annað, at

  • verjin ikki skal leggja fram roknskap fyri Familjufyrisitingini.
  • tað ikki er neyðugt hjá verja at fáa góðkenning frá Familjufyrisitingini í sambandi við serligar atgerðir (dispositiónir), t.d. við sølu av fastari ogn.
  • ognin ikki skal umsitast í góðkendari umsitingardeild.

Niðanfyrinevndu kunnu søkja um, at verjumál verður sett í verk, broytt ella strikað:

  • Viðkomandi persónur
  • Hjúnafelagi hjá persóninum, børn, foreldur, systkin ella onnur skyldfólk og næstringar
  • Bý-/bygdaráð
  • Verji
  • Føroya Landfúti
  • Almannamálaráðið (Almannaverkið)

Onnur enn omannevndu kunnu ikki søkja. 

Umsóknaroyðublað er at finna her. Umsóknin skal sendast til Familjufyrisitingina. Verður søkt um frátøku av løgræðinum, skal umsóknin sendast til Føroya Rætt.

Børn og ung

Aldursómyndig, t.e. persónar undir 18 ár, sum ikki eru giftir, eru undir verjumáli. Hesi børn og ungu eru ómyndig. Hetta merkir, at

  • tey ikki sjálvi kunnu binda seg fíggjarliga, við at gera avtalur.
  • tey ikki sjálvi kunnu ráða yvir egnari ogn.
  • tað er verjin/verjarnir, ið virka teirra vegna, tá tað snýr seg um fíggjarligar spurningar.

Í verjumálslógini kap. 6 kans tú lesa meira um, hvørjar atgerðir (dispositiónir) aldurómyndig, ið eru fylt 15 ár, sjálvi kunnu fremja.

Hvør er verji hjá aldursómyndigum?

Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, er verji. Er felags foreldramyndugleiki, eru bæði foreldrini verjar, og virka og taka avgerðir í felag vegna aldursómyndiga.

Kunnu verjarnir ikki semjast um eina fíggjarliga avgerð, tekur Familjufyrisitingin avgerðina fyri tey. 

Misnýtir ein verji sína uppgávu, ella vísir seg at verða óskikkaður til uppgávuna, ella tað er neyðugt orsakað av fyrilit fyri aldursómyndiga, kann Familjufyrisitingin taka verjumálið frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.

Hava foreldrini felags foreldramyndugleika, og annað av foreldrunum kemur undir verjumál sambært reglunum um verjumál fyri vaksin, ella fær verjumálið frátikið, er hitt foreldrið verji einsamalt. Um hetta verður galdandi fyri bæði foreldrini ella fyri tað foreldrið, sum hevur foreldramyndugleikan einsamalt, skal Familjufyrisitingini tilnevna ein nýggjan verja.

Ogn hjá aldursómyndigum

Verjar hjá einum aldursómyndigum barni, skulu altíð hava góðkenning frá Familjufyrisitingini til at brúka ogn hjá barninum. Tað kann til dømis vera, um tann aldursómyndigi hevur arvað ella fingið endurgjald. Góðkenning skal útvegast áðrenn nýtsluna.  

Snýr tað seg um pening, sum tann aldursómyndigi hevur ognað sær við at arbeiða, fingið í gávu ella við óbundnum arvi við testamenti, er góðkenning ikki kravd.

Tað er ikki vanligt at foreldur, sum eru verjar fyri síni aldursómyndigu børn, fáa ogn leysgivna til at nýta til vanligar útreiðslur, t.d. til mat, klæðir, bústað og frítíðarvirksemi. Orsøkin til hetta er, at foreldur hava uppihaldsskyldu mótvegis sínum børnum.

Foreldrini skulu tískil sum høvuðsregla sjálvi rindað fyri tílíkar útreiðslur. Tó kann Familjufyrisitingin hendingaferð leysgeva pening, um tað stendur fíggjarliga illa til hjá foreldrunum. Í tílíkum støðum verður ein ítøkilig meting gjørd í hvørjum einstøkum føri. Her hava m.a. upplýsingar um fíggjarviðurskifti hjá barninum og persónlig viðurskifti, íroknað møguligt brek og upplýsingar um fíggjarviðurskifti og persónlig viðurskifti hjá foreldrunum, eisini týdning.

Omanfyri er galdandi óansæð, um ognin stendur inni í einari góðkendari umsitingardeild ella á vanligari kontu.

 

Ogn á 75.000 kr. ella meir

Um ognin, ið er fevnd av verjumálinum, er á 75.000 kr. ella meir, skal ognin setast inn í eina umsitingardeild. Góðkendar umsitingardeildir eru BankNordik og Betri Banki.

 

Ogn, ið er minni enn 75.000 kr.

Er ognin, ið er fevnd av verjumálinum, minni enn 75.000 kr., skal verjin/verjarnir seta ognina á eina kontu í einum banka. Kontan skal verða stovnað í navninum hjá barninum og hava eina frámerking um, at kontan er fevnd av umsiting hjá verjanum.  

+298 20 22 24

Telefontíð
kl. 10.00-12.00
kl. 12.30-14.00
Dr. Jakobsens gøta 21
100 Tórshavn

Avgreiðslutíð
kl. 10.00-15.00